29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur formur av Jóannes.
1. mars. Albinus, deyður ár 550. Abbati og biskupur í Angers í Fraklandi. Varð stutt eftir deyða sín skírdur halgimenni. Navnið merkir hvítur.
15. mars. Sakarias, deyður ár 752. Hann var grikki, ið var valdur til páva í 741. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
17. mars Geirtrúð, deyð 659. Dóttir Pippin eldra og abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið Nivelles í Belgia og gjørdist eisini abbadissa har.
19. mars. Jósef. Dagurin verður hildin til minnis um festarmannin hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man, halgimenni hjá húsasmiðum og handverksmonnum.
11. mars. Thala. Ókend ung genta, sum tíðliga í fornkirkjuni varð tikin av døgum fyri trúgv sína. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
13. mars. Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
7. mars. Perpetua, deyð ár 202 ella 203. Trælkona í Kartago sum saman við hábornari konu Felicitas varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
7. mars. Perpetua, deyð ár 202 ella 203. Trælkona í Kartago, sum saman við hábornari konu Felicitas varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
Í dag, 5. mars fyllir Erling Joensen, Gjógv 70 ár. Dagurin verður hildin hjá Odu og Jørgin, Kálvagerði 5, Tórshavn, frá kl. 19.00.