Næsti Vencil á gáttini

Nú næsta nummarið av skaldskapartíðarritinum Vencil kemur út, bjóða útgevararnir og Rit&Rák bókmentahugaðum til móttøku uppi í Riti&Ráki í SMS fríggjadagin. Í sambandi við, at næsta nummarið av skaldskapartíðarritinum Vencil kemur út, verður móttøka í Riti&Ráki fríggjadagin 23. mars 2007 kl. 16.30.

Høvundar og týðarar, sum hava tilfar við í Vencili, verða hjástaddir til móttøkuna. Á tiltakinum verða millum annað yrkingar og stuttsøgur lisnar upp, og á skránni er eisini ein stuttur fyrilestur um suðuramerikanska nobelvirðislønta rithøvundin Gabriel García Márquez, sum fylti áttati ár 6. mars í ár. Við í Vencili nr. 2 er stuttsøga hansara ?Ein sera gamal maður við ovurstórum veingjum?, sum Marianna Hoydal hevur týtt til føroyskt.

Tey, ið fara at lesa upp ella at siga nøkur orð henda dagin, verða: Hugin Eide, Marianna Hoydal, Agnar Jógvansson, Kjartan Hansen og ritstjórarnir báðir, Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.

Á heimasíðuni www.vencil.fo er eitt miðlasavn við upptøkum av upplestri av yrkingum, stuttsøgum og øðrum tekstum.