Todi og Andrew beinleiðis í sjónvarpi

Tá ið Todi Jónsson og Andrew av Fløtum bresta saman í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini, ber til hjá føroyingum, sum hava donsku sjónvarpsrásina TV 3+ at síggja dystin beinleiðis.

Sunnudagin 6. mars verður fjórðingsfinalan í donsku steypakappingini, tí sonevndu DONG-CUP, millum FC Keypmannahavn og Fremad Amager leikt í Parkini í Keypmannahavn. Gongur tað føroyingum eftir vild, so verður ein føroyskur spælari á hvørjum av liðunum báðum.
Todi Jónsson verður óivað í hópinum hjá FCK, um hann ikki hevur nakran skaða at dragast við, og tað sama kann sigast um Andrew av Fløtum í Fremad Amager.
Tá ið lutakast var um, hvussu spælast skuldi í fjórðingsfinalunum, fall tað soleiðis út, at Fremad Amager fekk heimavøll móti FCK. Men kringumstøðurnar í Sundby Idrætspark, har Fremad Amager hevur heimavøll, eru ikki av teimum bestu, og tí avtalaðu Fremad Amager og FCK í felag, at dysturin skuldi leikast í Parkini, sum er heimavøllurin hjá FC Keypmannahavn.
Dysturin millum Fremad Amager og FCK verður sum áðurnevnt sunnudagin 6. mars, og hann byrjar klokkan hálvgum fimm føroyska tíð, so tá ræður um hjá teimum, ið hava TV 3+, at seta seg framman fyri skíggjan.