Fríggjakvøldið 14. mars kl 20 verður forvitnisligt cafékvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við Dalsgaard & Dalsgarð. Tey bæði evnaríku listafólkini, Marita Dalsgaard, sjónleikari og Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur, fara at siga frá, millum annað, hvussu tað er, at vera sjónleikari og operasangari.
Marita Dalsgaard er útbúgvin sjónleikari, arbeiðir m. a. í Leikhús Skift, og Teatret Fair Play við sjónleiki bæði í Føroyum og í Danmark. Marita hevur júst verið í Føroyum við leikinum Býtisbarnið.
Ernst Sondum Dalsgarð, er tenorur í Operahúsinum í Keypmannahavn. Hann hevur nógvar konsertir runt um og fyrireikar seg nú til høvuðsrolluna í Cavallerina Rusticana. Síðst í mars verður Ernst eisini at hoyra í Føroyum, saman við harkaliðnum, Det syngende Selskab.
Sera góð suppa v/ breyði fæst, umframt at vín, øl, kaffi og the kann keypast í barrini.
- Hetta verður seinasta ferð Listafelagið skipar fyri cafékvøldið í Føroyahúsinum. Øll eru vælkomin til hetta forvitnisliga tiltakið, skrivar Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn í tíðindaskrivi.
Byrjað verður kl 20 og opið er til midnátt.