maskinist í Føroyum í 1987, og hann tók víðkað maskinmeistaraprógv í Fredricia í Danmark í 1998. Sum maskinmeistari í mong ár tók hann ofta stórar avgerðir einsamallur, men soleiðis hevur ikki verið í starvinum [...] hava í nógv ár havt skúlasamstarv í framhaldsdeildini, og í november í fjør samdust kommunurnar um, at Eysturkommuna luttekur í dagføringunum av 1964-skúlanum við í mesta lagi 12 milliónum krónum. Í avtaluni [...] jólafrí í Danmark í februar, og vit høvdu nakrar góðar dagar niðri, sigur hann brosandi. Í einari stuttari viðmerking um valið av borgarstjóra, vísir Dávur Juul á, at tað í fleiri førum er hent í Fuglafjarðar
varð borin í heim í 1939 í einum húsum hjá fastir sínari á Oyrarbakka. Men hesi 66 árini, sum liðin eru síðani tá, hevur hann búð í Nesvík. Skúlabygningur var ikki í bygdini, men undirvíst varð í teimum svørtu [...] svørtu húsunum, sum ein í dag sær sunnan fyri leguhúsið. Hann gekk eisini okkurt árið í skúla norðuri í Tjørnuvík, hagani foreldur hansara vóru flutt í tríati-árunum. Hugurin var í fyrstu syftu til sjógvin [...] niðanfyri húsini í Nesvík. Alivinnan hevði síni góðu ár og síni ringu ár, men teir í Sundafisk komu ongatíð rættiliga í gongd, og góvust tí aftur í 1992. Árni settist tó ikki hendur í favn, tí nú vóru
grivið í nýggja kirkjugarðinum í Oyndarfirði. Nú er kirkjugarðurin við at vera fullur. Vit sita og minnast í kirkjuni stutt eftir vanlukkuna fjórða jóladag, har teir báðir ungu vinmenninir koyrdu í Rættargjógv [...] vitjað í bygdini dagin fyri. Hjalmar í Langagarði, abbi Jens Paula, var deyður og hann var væl komin til árs. Hann var ein fittur maður, skemtiligur og eigur enn eitt pláss í hjarta mínum. Hetta var í fyrru [...] tað var í mínum foreldrum, enn tað var í mær sjálvum. Onkuntíð fór lokið av í fyllskapi. Eg var so øgiliga bangin fyri at gráta, meðan nakar sá, tí eg helt tað vera skomm. Mannfólk grótu ikki í Eysturoynni
vóru 42 básar til mjólkneyt, og í nýggja eru 73. Tað var yngsti beiggin hjá Janusi, sum bygdi nýggja fjósið í Gøtudali fyri bóndahjúnini, og nú fjósið hevur verið í drift í fýra ár, letur bóndin sera væl [...] mjólkina at gera, hevur verið sum dagur og nátt í mun til tað, sum var í gamla fjósinum. Í nýggja fjósinum eru mjólking og fóðring sjálvvirkandi, eins og í nøkrum øðrum fjósum kring landið. Fjósið brúkar [...] Eg eri altíð komin í fjósið, og eg havi staðið á lønarlista her síðan 1987, sigur hann brosandi. Umframt at vera virkin í fjósinum, hevur Janus í nøkur ár havt ein húskall, sum er í 20-unum, og hetta ger
tjaldrið at hjálpa sær. Men hyggja vit í føroysk bløð í dag, sær tað út til, at tað er blivið ógvuliga vanligt at leggjast á smáfuglin í samfelagnum, nevniliga minnilutarnar í Føroyum, sum als ikki hava rættindi [...] tað fyrsta grækarismessuhaldið í Føroyum, har man feiraði tjaldrið, hildið í 1943, og ein av forsprákarunum til hetta haldið var Sverre Patursson, sum var sera áhugaður í fuglum. T.d. var tað hann sum skrivaði [...] gera, sum danir gjørdu í 1984: Heita á sjónvarpið um at útskriva eina uppskotskapping um at finna nýggjan tjóðfugl - eg meini so við, vit kunnu jú velja staran, svanarnar í plantaguni í Havn, ella onkran annan
vóru: 947 danir útsendir til altjóða operatiónir 678 vóru í Afghanistan 151 vóru í Baltikum 35 vóru í Kosovo 23 vóru í Mali Hinir 23 vóru spjaddir í ymsum londum. Eisini vóru tað: 276 útsendir við NATO 34 [...] hoyrir til okkara patrulju, koma flúgvandi 40 metrar uppi í luftini. Okkara patrulja er rakt. Eg ivist ikki í, at onkur er deyður nú. Í dag eri eg vakt í leguni, meðan hini eru farin út. Tað má hava verið ein [...] eg, sum gangi við minuleitaranum og leiði hinar í míni patrulju. Aðru ferð eg var úti á patrulju í Helmand, sá eg tann fremsta mannin verða sprongdan í luftina. Hann steig á eina minu. Eg veit, at eg kann
órímiligur. Í okkara grannalondum er sum heild semja um at øktar íløgur í útbúgving og gransking hava positiva ávirkan á búskaparvøkst-urin í landinum. Írland og Finnland eru kend dømi, og í grannatjóðini [...] gransking í Føroyum við eini granskingarpark, so undrar tað meg, at bæði fyrrverandi og núverandi formenn í búskaparráðnum eru so negativir, hóast eitt gott kjak sjálvsagt er vælkomið. Johnny í Grótinum [...] vitan. Tað er einki nýtt í tí - tað gera tey eisini í EU, USA og Japan. Heldur man seg hinvegin ov nær "herming", so framleiðir man ikki nýggja vitan, og so er tað als ikki gransking. Í vørumenning, ja so ber
kassettuband við Hank Williams, hann skuldi seta í, tá ið Oddbjørn kom inn í hýrivognin. Útboðið av Hank Williams LP-plátum var ikki stórt í plátuhandlunum í Føroyun. Tó kom nakað av Hank Williams LP-plátum [...] til London Á páskum í 1978 gjørdu eg og Jóanes Jacobsen úr Uppsølum í Klaksvík ein søguligan countrytúr til Wembley Arena í London. Har var ein innandura countryfestivalur hildin í tríggjar dagar. Mervyn [...] einum minibussi inn á “Torvet” í miðbýnum í Silkeborg. Festivalurin skuldi byrja og undirhald var frá kl.12.30 til 15.30. Síðan fór alt fylgið so at siga í skrúðgongu í bilum og til gongu út á festivaløkið
tindin í fótbólti. Eg (blm.) føli meg lítlan, og tað gera Morten ’Duncan’ Rasmussen, Jeppe Curth og allir hinir í FC Midtjyllandi óivað eisini. Mín hond hvørvir í hansara lógvum, tá ið vit taka í hondina [...] annað gjørt, at hann í dag hevur tillagað kost og annað í mun til fyrr. Hetta hevur skumpað undir hansara ógvisligu menning. – Tá ið eg var næmingur á ítróttaháskúlanum í Ikast í fjør, hevði eg ein lærara [...] Jonas Dahl. Hann er í dag venjari hjá Hobro IK, ið er oddalið í NordicBet deildini, og hann lærdi meg ótrúliga nógv um kost og svøvn, ið eg als ikki tók í álvara fyrr. Hann legði í meg eisini týdningin
professari á kunstakademinum í Keypmannahavn, har hann dvaldist árini 1993-2002. Henda kavahvíta seinnapartin seint í oktober er hann staddur í Grafiska Verkstaðnum í Gundadali í Havn, her tey bæði Jan Andersson [...] jú ov lítið í mun til tey mongu føroysku listafólkini. Ótrúligt at hava so nógv listafólk í einum so lítlum landi sum Føroyar. Á listasavnsøkinum hava vit í Danmark tó flutt okkum heilt nógv í mun til støðuna [...] Andersson og Fríða Brekku eru í ferð við at skipa tað seinasta av avrikinum í hesum arbeiðsumfarinum, nú bæði veggir og borð eru á tremur av steinprentum hjá Claus Carstensen, ið øll eru í háformati. Summi teirra