Havn móti HB í seinasta dystinum. B71 skal spæla uppflytingardyst móti Skála fyri at varðveita sætið í 1. deild. GÍ fekk silvur og vann 3-0 móti B71 í dag. B68 fekk bronsu og spælir Inter Toto í næsta ár. [...] netið. B36 tapti sostatt seinasta dystin, og sigursrøðin á trettan dystir kom at enda. VB rakk tó ikki triðja plássinum, sum teir høvdu sett nøsina upp eftir. B68 javnaði í síðstu løtu í Klaksvík og fór avstað [...] plássið og endaðu sum nummar fýra. B36 hevur í ár gjørt eitt ordans hál, og tey flestu munnu vera samd um, at havnarliðið hevur FM-heitið uppiborið, hóast hepni eisini var við teimum svørtu og hvítu.
fjórðu deild gjørdist B68 vinnari, men tá teir longu eiga lið í 3. deild, kunnu teir ikki flyta upp. Ístaðin verða uppflytararnir HB og FS Vágar, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý. [...] Upp- & niður Tá endaliga støðan í aðru-, triðju- og fjórðu var greið, stóð eisini fast, at Kappingarnevndin hjá FSF hevði fingið nakað at hugsa um. Ivamál stóðst av, um 3. deildarliðið hjá KÍ skuldi flyta [...] flyta beinleiðis niður í 4. deild, ella um teir høvdu rætt til ein upp- og niðurflytingardyst. KÍ endaði aftast í deildini, men av tí at GÍ endaði niðast í 2. deild, noyddust gøtumenn í øllum førum úr 3
parturin hevði nakað serligt at spæla fyri, og tí var ikki væntandi, at leikararnir fóru at leggja lív og sál í dystin. Sløsut Heimaliðið vóru tó teir, sum byrjaðu best, og longu eftir tveimum minuttum kundi Sonni [...] av ungum og evnaríkum leikarum tykist gerast stór komandi árini. Dysturin í tølum: NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0) 1-0: Sonni L. Petersen 3 2-0: Rúni Rasmussen 52 Dómari: Suni Johansen (SÍF) NSÍ: Jens Martin [...] men hesum spádómum hava teir so væl og virðiliga gjørt til skammar. Tilveran varð mest sum tryggjað, áðrenn seinasti triðingurin av kappingini stóð á skránni, og tað í sjálvum sær er eitt lítið bragd
ferð sendi hann í reyðu B68 blusuni aftur væl og nett innfyri, og við nærra stólpan stakk Hans Fróði Hansen høvdið fram og stýrdi bóltinum í handaru síðuna á málinum. 2?2 og B68 spælararnir lógu í stórari [...] unglingadysti), og tað er ivasamt, hvussu tað komandi ár verður við Alexander Djordjevic og Kurt Mørkøre. Hjá B68, sum hesa ferð hevði Jan Petersen sum avgjørdan aftasta mann, spældu Jan C. Dam og Jákup Eli [...] metrum, og harvið syrgdi hann fyri, at miðaltalið hjá honum í málskjótingini í landskappingini í ár fór upp um eitt. Tætt og harðligt Fróði Benjaminsen staðfesti sína støðu sum toppskjútti hjá B68, tá hann
leygardagin fingu B68 spælarnir bronsukrónurnar hongdar um hálsin. At fáa heiðurskerki er ikki nakað nýtt fyri Jan C. Dam. Hann hevur vunnið trý FM heiti við HB ? í 1988, 1990 og í 1998, og hann hevur vunnið [...] Fótbóltstos Jan C. Dam fer ikki aftur at umboða B68. Landskappingardysturin í Klaksvík leygardagin var tann síðsti hjá honum fyri Tofta Ítróttarfelag: ? Eg ætli mær ikki at skriva undir nakran sáttmála [...] at venja við 2. deildarliðnum hjá HB og at spæla við teimum. Um tað so fer at vísa seg, at teir á besta liðnum kanska fara at hava brúk fyri einum verjuspælara, og um teir so heita á meg, so vil eg ikki
runum B36. Úrslitið gjørdist 2-1 til heimaliðið, og tað mundi vera á góðari leið, um hugt verður at teimum málmøguleikum, ið liðini høvdu. VB var naskari og hevði fleiri málmøguleikar enn B36. B36 hevði [...] dystinum, og tí vóru havnarmenn ikki so uppsettir frá byrjan av. Tað var greitt, at vágbingar høvdu meira at spæla fyri og vóru ágrýtnari enn mótstøðuliðið úr Havn. VB skuldi vinna dystin, og B68 skuldi tapa [...] Jørgensen lyfti bóltin innum verjuna, og Robert Cieslewicz var kvikur á bóltinum og prikaði framvið Tróndi Vatnhamar í málinum. B36 hevði ein vánaligan fyrra hálvleik, og vágbingar vóru nógv meira ágangandi
Thorsteinsson og Arnbirni Danielsen, og slíkir menn nýtast helst ikki nærri umrøðu. Skaðar og leikbann hava tó eisini viðført rokeringar her, og tá hava fyrst og fremst Herbert í Lon Jacobsen og Fróði Clementsen [...] roknast við, tá eitt framtíðar B36 lið skal setast saman. Ikki minst høvdu Áki og Niels í tveimum førum avgerandi leiklut, tá B36 togaði teprar sigrar í land móti ávíkavist B68 og FS Vágum. At enda skulu so [...] hann hevur átt ikki færri enn tveir av hesum, og báðir hava teir verið millum mest støðugu leikararnar hjá B36 í ár. Talan er sjálvandi um Jan Guttesen og Klæmint Matras, sum hvør í sínum lag hava arbeitt
Í FSF mundu teir ikki rokna við, at bæði B68 og B36 fóru at tapa. Men tað var hetta, sum sá út til at gerast veruleikin. B68 átti síðstu royndina í Klaksvík, og tað eydnaðist at javna til 2?2. Spenningurin [...] undankapping. Tað verður 17. og 19. oktober, tá mótstøðulondini verða Sveis og Wales. Heima á landi er fótbóltsárið næstan av. Einastu dystirnir, sum eru eftir, eru teir ímillum B71 og Skála. Tey skulu komandi [...] stigini fleiri, so hevði meistaraskapurin endað í Gøtu og ikki í B36. Og so kunnu vit meta um, hvussu tað hevði spælt av í Vági leygardagin, um B36 hevði havt knívin á barkanum. Vágbingar iðra seg sjálvandi
hevði serliga gott tak á spælarunum, og hann hevði gott samband við alt fólkið í B68 og á Toftum. Við Krameri við róðrið eydnaðist tað B68 at vinna tvey FM heiti, og felagið endaði á heiðursmerkjaplássi [...] Venjari B68 skal hava nýggjan venjara. Nýggi venjarin eitur Frank Skytte. Hann er í løtuni venjari hjá Óla Johannesen og Hvidovre, og hann er ikki ókendur í Føroyum. Tvær ferðir hevur hann verið venjari [...] venja 1. og 3. deild og møguliga okkurt annað lið. Harafturat skal hann hava samband við hinar venjararnar, sum skulu venja í samráð við nýggja venjaran. Vit eru spentir upp á hetta samstarvið, og kanningarnar
í ár, og sum nú eisini verður løntur av landsliðsvenjaranum fyri síni avrik. Framman fyri Klæmint hava vit sett teir báðar, Fróða Benjaminsen úr B68 og Zdzilaw Janik úr GÍ. Fróði hevur í ár, og serliga [...] Føroyum, og tí verður hann tikin fram um her. Í borðunum hava vit sett teir báðar, Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg, sum báðir eru úr B36. Heðin hevur kanska havt sítt besta kappingarár í ár, og skjóti lámurin [...] á vøllinum, og saman vildu teir tí helst verið ein nærum óhugnaliga sterk verja. Pólverjin hevur verið framúr Á miðvøllinum er Klæmint Matras úr B36 settur sum ventilurin ímillum verju og álop. Hann er