Eingin upp- og niðurflytingardystur

Kappingarnevndin hevur gjørt av, at eingin upp- og niðurflytingardystur verður um 3. og 4. deild

 

Upp- & niður


Tá endaliga støðan í aðru-, triðju- og fjórðu var greið, stóð eisini fast, at Kappingarnevndin hjá FSF hevði fingið nakað at hugsa um. Ivamál stóðst av, um 3. deildarliðið hjá KÍ skuldi flyta beinleiðis niður í 4. deild, ella um teir høvdu rætt til ein upp- og niðurflytingardyst.

KÍ endaði aftast í deildini, men av tí at GÍ endaði niðast í 2. deild, noyddust gøtumenn í øllum førum úr 3. deild. Hetta sambært kappingarreglunum, grein 6, stk. 6.

Kappingarnevndin hevur við støði í grein 6, stk. 3 í kappingarreglunum gjørt av, at tá KÍ er endað aftast í sínari deild, eiga teir eisini at flyta beina leið niður.

Í fjórðu deild gjørdist B68 vinnari, men tá teir longu eiga lið í 3. deild, kunnu teir ikki flyta upp. Ístaðin verða uppflytararnir HB og FS Vágar, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý.