HIK kendir fyri at spæla flottan og álopskendan fótbólt, sigur Viljormur Davidsen, sum tó metir, at ÍF Føroyar hevur ein møguleika hóast alt. – Tað kann saktans bera til hjá ÍF Føroyum at vinna á HIK. ÍF [...] . – Hetta er ein stór avbjóðing hjá okkara monnum. Men trúgva at tað ber til. Ikki minst er tað spennandi, at um tað ótrúliga hendi, at vit koppa HIK, so kunnu vit møta liðum sum FCK, FC Nordsjælland og [...] ÍF Føroyar skal bara revsa HIK við kontra, og annars tora at spæla í móti teimum, sigur Viljormur Davidsen. Formaðurin í ÍF Føroyum, Ingibjørn Johannesen, er eisini ógvuliga spentur upp á uppgávuna
handtiknir og skuldsettir fyri at hava tikið lívið av 16 ára gomlu norsku gentuni. vg.no skrivar í kvøld, at báðir eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur við bræva-, vitjunar- og miðlabanni. Teir eru skuldsettir [...] politinum. Grundgevingin hjá rættinum er, at Schjetne ikki hevur verið úti fyri einari bilvanlukku. »Soleiðis sum málið stendur í løtuni metir rætturin tað mest sannlíkt, at Sigrid Giskegjerde Shcjetne hevur verið [...] niðurstøðuni leggur rætturin dent á, at politiið ikki hevur funnið nøkur spor á ásaðnum sum benda á, at hon er rakt av einum bili«, sigur rætturin. 37 ára gamli maðurin, sum nú er varðhaldsfongslaður saman
mistonkt fyri at hava lagt ætlanir um álop á politikarar, muslimar og fólk sum hava søkt um friðskjól. Hini átta eru mistonkt fyri at stuðla bólkin. Tey skulu eftir øllum at døma hava játtað at stuðla bólkin [...] annan við telefon og gjøgnum iternetið. Ákærumyndugleikin sigur í eini fráboðan, at tey handtiknu høvdu eina ætlan um at »knusa statin og sivilu rættarregluna« í Týsklandi. Í millum tey 12 mistonktu er [...] suspenderað úr tænastu vegna mistanka um, at hava sambond við ytsta høgraveingin, skrivar tíðindastovan AFP. Tey eru handtikin í seks ymsum landspørtum. Roknað verður við at tey í dag ella í morgin verða sett
desember í 2018 og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,6 prosent. Hagstovan sigur, at orsøkin til fólkavøksturin er, at tað eru fødd 271 børn fleiri enn tað eru fólk, sum eru deyð, og samstundis eru 636 [...] 636 fólk fleiri flutt til Føroya enn tað eru flutt úr Føroyum. Hagstovan sigur, at tað var longu 1. august í fjør, at fólkatalið í Føroyum fór upp um 52.000 fólk, men síðani minkaði tað aftur í stóra fr [...] upp á 52.067, og sostatt mangla 10 fólk í at fólkatalið í Føroyum aftur setur met, tí tann 1. august í fjør búðu 52.077 fólk í Føroyum. Men Hagstovan sigur, at hesi seinastu árini er fólkatalið í Føroyum
síðan visti dv.is í Íslandi at siga, at ein íslendingur aftrat er deyður av korona-virus, og soleiðis hevur sjúkan nú kostað fimm fólkum í Íslandi lívið. Heimasíðan veit at siga, at tað er Sigurður Sverrisson [...] sjúkuni. Visir.is skrivar, at seinastu tveir dagarnar er talið av smittaðum vaksið við ávikavist 53 og 69 tilburðum, og tølini eru vaksin nakað seinastu dagarnar. Lagt verður aftrat, at 25.394 fólk í Íslandi [...] covid-19. Í løtuni eru 42 fólk á sjúkrahúsi, harav 11 eru í intensivari viðgerð. Visir.is skrivar, at 5.511 fólk í løtuni eru í sóttarhaldi, harav 1.054 eru avbyrgd. Sum skilst á íslendsku heimasíðuni
kokkar, kunnu nú søkja um at leingja prógvini. Vit leingja tey til eftir summarfrítíðina, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum. Nú tiltøk eru sett í verk fyri at avmarka smittuvandan av [...] skeiðvirksemi niðurlagt, og tí ber ikki at endurnýggja skeiðini fyrrenn koronakreppan er hæsað av. Sjóvinnustýrið hevur tí, saman við manningarfeløgunum, gjørt av at leingja freistirnar á vinnubrøvum, fø [...] tikin av aftur. Hetta kunnu manningarnar gera við at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið. – Sjómenn, sum hava trygdarskeið frammanundan, kunnu søkja um at fáa freistina longda, og vit leingja hana eisini
spælararnir hjá Alingsås eitt gullheiðursmerki fyri at vinna grundspælið, men hetta verður ikki at rokna sum eitt meistaragull, tí tað ber ikki til at gjøgnumføra eitt endaspæl orsaka av Corona. Men Mikael [...] Mikael Franzén sigur við svenska blaðið, Gøteborgsposten, at hann heldur, at Alingsås er rætta meistaraliðið óannsæð. Plássini í teimum evropeisku kappingunum komandi kappingarár verða tillutað í mun til [...] Fyrr í vikuni tók svenska hondbóltssambandið avgerð um at bara enda kappingina í bestu hondbóltsdeildunum orsaka av Corona. Einki endaspæl verður spælt, og heldur ikki upp- og uppflytingardystir verða
samstundis við, at onnur sleppa at vera í starvi. · Skipanin verður mett at kosta statinum umleið 2,6 milliardir krónur. · Avtalan skal góðkennast av Fólkatinginum, men roknað verður við at tað bara er ein [...] virki, sum eru komin í trupulleikar av coronavirusinum. Avtalan skal tryggja, at virkini klára at halda fram, og harvið at starvsfólkini framvegis fáa løn. · Staturin gevur lønarendurgjald upp á 75 til [...] krónur. Fyri síðstnevndu er lønarendurgjaldið upp á 90 prosent. · Tað snýr seg um virki, sum standa fyri at skula siga minst 30 prosentum av starvsfólkum upp ella hava í minsta lagi 50 starvsfólk. · Virkioni
Norska stjórnin hevur heitt á allar norðmenn í útlondum um at sleppa sær heim til Norra sum skjótast, eftir at Russland hevur boðað frá, at russiska markið til Norra og Poland verður stongt í dag. Stjórnin [...] Stjórnin hjá Mette Frederiksen hevur somuleiðis boðað frá, at flogferðslan skal avmarkast, og at flogfeløg sleppa ikki at flúgva til tey ferðamál, ið eru harðast rakt av coronavirus. Somuleiðis verður stórur [...] Lond kring allan heim eru nú farin at steingja mørk, loft- og sjóleiðir, og nógvastaðni verður eftirlitið við ferðafólki inn í londini hert. Coronavirus hevur seinastu tvær vikurnar gjørt rættiliga nógv
endaliga tikið avgerð um at avlýsa allar ætlanir um at skipa fyri nøkrum stórum gaming-tiltaki fyribils. Tað merkir, at einki eLan verður í fyrstu hálvu 2020. Tískil kann væntast, at færri LAN/Gaming tiltøk [...] í ár ikki at seta eina dagfesting á størsta gaming-tiltakinum, sum er eLan. – Støðan viðvíkjandi corona er versnað, og tí hevur løgmaður heitt á øll tiltøk við fleiri enn 100 luttakarum um at avlýsa ella [...] ella útseta tey. Vit hava valt at fylgja tilmælinum, sigur Rúni Winther Johnsen, samskipari fyri eSport.fo. Arbeitt verður enn við at hava eLan-tiltakið í seinnu hálvu í 2020. – Okkara tiltak, eLan, hevur