Týska løgreglan handtikið 12 fyri yvirgangsætlanir

Sambært týskum ákærum høvdu tey 12 handtiknu ætlanir um at »knúsa statin« við álopum ímóti politikarum og muslimum.

Týska løgreglan hevur í dag handtikið 12 fólk við tilknýti til víðgongda høgraveingin.

Fýra teirra eru mistonkt fyri at hava lagt ætlanir um álop á politikarar, muslimar og fólk sum hava søkt um friðskjól.

Hini átta eru mistonkt fyri at stuðla bólkin. Tey skulu eftir øllum at døma hava játtað at stuðla bólkin fíggjarliga, lata teimum vápn ella vera við í onkrum av álopunum.

Sambært ákærumyndugleikanum stovnaðu fýra teirra tað, sum sambært ákærunum verður lýst sum »ein yvirgangsfelagsskap«, í september í fjør.

Tey hava javnan hildið fundir og sett seg í samband við hvønn annan við telefon og gjøgnum iternetið.

Ákærumyndugleikin sigur í eini fráboðan, at tey handtiknu høvdu eina ætlan um at »knusa statin og sivilu rættarregluna« í Týsklandi.

Í millum tey 12 mistonktu er eisini eitt løgreglufólk, sum fyrr er suspenderað úr tænastu vegna mistanka um, at hava sambond við ytsta høgraveingin, skrivar tíðindastovan AFP.

Tey eru handtikin í seks ymsum landspørtum. Roknað verður við at tey í dag ella í morgin verða sett fyri ein dómara, sum so skal taka støðu til, um tey skulu varðhaldsfongslast ella latast leys.

Ein persónur afturat er mistonktur í málinum, men er enn ikki handtikin.

/ritzau/dpa