Spennandi avbjóðing hjá útisetum

Í annaðkvøld, mikukvøldið, stendur útisetafelagið hjá føroysku fótbóltsleikarunum í Keypmannahavn fyri stórari avbjóðing. Liðið skal møta HIK, sum vann 2. division Øst, sum svarar til triðbestu donsku deildina, í fjør

Viljormur Davidsen, liðformaður á U21-landsliðnum, kennir HIK sera væl, tí hann spældi báðar upp­flytingar dystir hjá FC Fyn í móti HIK. Hann greiðir soleiðis frá mót­støðu­liðnum hjá ÍF Føroyum.
– HIK er eitt gott lið og vunnu deild­ina í fjør. HIK hava eisini nakrar gamlar Superliga-profilar, sum Carsten Fredgaard og Nick Christensen. Annars eru HIK kendir fyri at spæla flottan og álopskendan fótbólt, sigur Viljormur Davidsen, sum tó metir, at ÍF Føroyar hevur ein møguleika hóast alt.
– Tað kann saktans bera til hjá ÍF Føroyum at vinna á HIK. ÍF Føroyar skal bara revsa HIK við kontra, og annars tora at spæla í móti teimum, sigur Viljormur Davidsen.
Formaðurin í ÍF Føroyum, Ingibjørn Johannesen, er eis­ini ógvu­liga spentur upp á upp­gáv­una.
– Hetta er ein stór avbjóðing hjá okkara monnum. Men trúgva at tað ber til. Ikki minst er tað spennandi, at um tað ótrúliga hendi, at vit koppa HIK, so kunnu vit møta liðum sum FCK, FC Nordsjælland og OB, sigur Ingibjørn Johannesen.
Dysturin hjá ÍF Føroyum verður spældur á Gentofte Stadion klokkan 18.30 danska tíð. Fleiri upplýsingar eru at finna á fotboltur.dk.