Stjórnin hevur gjørt avtalu við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um hjálp til virki, sum eru komin í trupulleikar av coronavirusinum.
Avtalan skal tryggja, at virkini klára at halda fram, og harvið at starvsfólkini framvegis fáa løn.
· Staturin gevur lønarendurgjald upp á 75 til 90 prosent av lønini, sum virkini gjalda starvsfólkum, sum mugu sendast heim vegna búskaparliga afturgongd vegna corona.
· Fyri starvsfólk er eitt lønarloft á 23.000 krónur, meðan tað fyri tímalønt er upp á 26.000 krónur. Fyri síðstnevndu er lønarendurgjaldið upp á 90 prosent.
· Tað snýr seg um virki, sum standa fyri at skula siga minst 30 prosentum av starvsfólkum upp ella hava í minsta lagi 50 starvsfólk.
· Virkioni skulu framhaldandi gjalda fulla løn í tíðarskeiðnum og ikki siga nøkrum starvsfólkum upp, samstundis við, at onnur sleppa at vera í starvi.
· Skipanin verður mett at kosta statinum umleið 2,6 milliardir krónur.
· Avtalan skal góðkennast av Fólkatinginum, men roknað verður við at tað bara er ein avgreiðsluspurningur
· Skipanin er galdandi frá 9. mars til 9. juni 2020.
Í Føroyum er eingin hjálparpakki lagdur fram enn.
Kelda: Finansministeriet.
/ritzau/