Tað er ikki langtsíðani at vit hava spælt og í gjár var ein busstúrur upp á sjey tímar. So eftir umstøðunum hava vit tað gott. Tað er ikki optimalt, men vit eru spentir og ætla at vinna. Vit hava ikki nakrar [...] liðskiparin, sum fær ís á knæið eftir venjing. - Eg vil ikki siga, at eg eri gamal, men eg havi spælt í nøkur ár. Tú hevur altíð okkurt at stríðast við, men tað gongur nokk, sigur Hallur Hansson. Føroyar [...] vunnu 5-1 á Liktinstein á Tórsvølli í fjør, og vónin er at vinna eina ferð afturat. - Teir spældu herfyri móti Cape Verde og taptu 6-0, so eg vænti at vit møta einum motiveraðum liði. Vit spældu móti teimum
serligt at skula verja hetta heitið. – Tað var fantastiskt at vinna í 2020. Men at skula forsvara tað nú er nakað annað. Eitt er jú at fáa heitið, men nakað annað er at varðveita tað. Nú vil eg inn at vísa [...] Mahfoud væl at merkja. Nina er europameistari og verður roknað sum hørð mótstøða fyri núverandi heimsmeistaran. Sjálv heldur Sarah Mahfoud tó ikki, at nøkur orsøk er at stúra fyri, hvussu hon fer at klára seg [...] meistari fekk hon eitt gullbelti – og eitt tað fyrsta hon segði aftaná boksidystin var, at hon ætlaði sær til Føroya at vísa ommu síni gullbeltið. Nú eru tvey ár liðin, síðan brakið í Frederiksberg høllini
av málinum. Tað skrivar akademiið í eini fráboðan í dag. Will Smith gav Chris Rock ein lúsing, eftir at síðstnevndi hevði gjørt gjøldur burtur úr konu Will Smith, Jada Pinkett Smith. Hendingin var mitt undir
barsilsskipanini eigur at verða hækkað. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og fyri arbeiðsgevararnar hevur tað so stóran týdning at gjaldið verður hækkað at tey mæla heldur til, at barnsburðarfarloyvið [...] samfelagnum nú. Ein máti at fíggja broytingina upp á, er at stytta tíðina, foreldur kunnu fáa gjald úr barsilsskipanini, siga arbeiðsgevararnir. Arbeiðsgevararnir siga, at ein kanning vísir, at í miðal fara kvinnur [...] royndum. – Hetta merkir so, at tað er ein nógv størri partur av foreldrunum, sum mugu niður í løn tá ið tey skulu í barsilsfarloyvi. Tí eigur hámarkið at verða hækkað so at tað svarar betri til lønarlagið
uttan at tørvur er á at ogna sær alt økið í einum. Tilmælið til býráðið í kvøld var at játta umleið 32 miljónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa [...] Tilmælið til býráðið í gjárkvøldið var at játta umleið 32 miljónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar [...] stórt, og býarmenningin ikki kemur at verða framd í einum, so er ætlanin at gera eina avtalu við Búnaðarstovuna um at yvirtaka lendið í stigum, soleiðis at Stóratjørn verkætlanin og ein møgulig vinnuútstykking
”Drive My Car”, sum vann tríggjar virðislønir í Cannes í fjør. “Drive My Car” er í fýra førum í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina, sum verður handað um vikuskiftið. Talan er um virðisl’nina fyri besta filmur [...] tilveruna hjá leikstjóranum og sjónleikaranum, Yasuke, og konuni, Oto, sum er handritahøvundur. Eftir at hava verið gift í 20 ár, skifta tey millum eitt púra andborið samlív, sum næstu løtu kann verða øsandi
almennu byggisamtyktina, at farið verður undir at skipa økið við einum røktarheimi og røktaríbúðum, og at farið verður undir at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið. Hetta varð samtykt á býráðsfundi [...] var neyðugt at broyta almennu byggisamtyktina til D3 øki, ið eru øki sum verða løgd av til stórar almennar stovnar til umsiting, skúlaskap, heilsurøkt og tílíkt. Tilmælið frá umsitingini var at broyta almennu [...] Býráðið hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum í Stórubrekku. Á Stórubrekku eru umleið 24.000 m2 av lendi, sum byggjast kann á. Økið hevur stórsligið útsýni
Nú er stundin komin, at tað verður møguligt hjá føroyskum tvørkyndum at fáa sær løgfrøðiligt kynsskifti. Tað meinar felagsskapurin LGBT+, sum nú ætlar sær at seta hetta evnið á dagsskránna. Tað fortaldi [...] LGBT+ sum sagt nú at arbeiða fyri. Tí tað er í summum gerandisstøðum ein stór forðing hjá tvørkyndum, at navn og p-tal ikki samsvara. Hetta snýr seg sambært innslagnum í Degi og Viku um at gera eina lógarbroyting [...] fortaldi umboð fyri LGBT+ í Degi og Viku í kvøld. At fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti ber við sær, at ein kvinna, ið følir seg sum ein mann, skal kunna skráseta seg í øllum formligum skjølum sum ein maður, og
hvørjum teirra at fáa (rest)lánið afturgoldið. Tílíkar broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr Ríkisfelagsskapinum , at landið selur av ognarlutinum í felagnum, ella at heimildin hjá felagnum at reka tunlarnar [...] fíggjarmálum (§ 52a skrivligur fyrispurningur frá undirritaða), at ein høvuðstreyt fyri at gera eina lánsavtalu um Eystur- og Sandoyartunlar var, at Føroyar verða verandi í Ríkisfelagsskapinum, so leingi lánsavtalan [...] og onnur týðandi viðurskifti. Tí er tað eisini skeivt, at landsstýrismaðurin í svarinum fyrst sigur ella tulkar, at avtalan ikki hevur sum treyt, at Føroyar skulu vera partur av Ríkisfelagsskapinum í av
ikki skund, tí tað er ikki fyrr enn í 2028, at radarin skal setast upp. Annars hava fleiri røddir verið frammi um at Løgtingið eigur at fáa høvi til at siga sína hugsan um eitt so grundleggjandi mál, men tað [...] nær avgerðin verður tikin. – Avgerðin um at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum verður væntandi tikin fyri summarfrítíðina, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at síðani fyrispurningurin kom, hevur landsstýrið [...] verið umráðandi, at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, og nóg mikið av tíð verður sett av til hesa tilgongd, sigur Jenis av Rana. Bárður Nielsen, Løgmaður, hevur áður sagt, at málið hevur ikki