Oscar-akademiið fer at kanna lúsingin hjá Will Smith

Ein formlig kanning er sett í verk, eftir at sjónleikarin Will Smith gav Chris Rock ein lúsing undir oscarhandanini í Los Angeles í nátt.

 

Akademiið handan oscarhandanina »fordømir« lúsingin sum sjónleikarin Will Smith gav Chris Rock og setir kanning í verk av málinum.

Tað skrivar akademiið í eini fráboðan í dag.

Will Smith gav Chris Rock ein lúsing, eftir at síðstnevndi hevði gjørt gjøldur burtur úr konu Will Smith, Jada Pinkett Smith.

Hendingin var mitt undir oscarhandanunum, sum kortini hildu fram. Seinni um kvøldið rekk Will Smith virðisløn fyri Besta Manliga Høvuðsleiklutin fyri sín leiklut í filminum »King Richard«.

 

Í videoupptøkuni niðanfyri sæst hendingin frá oscarhandanini í nátt:

 

##med2##

/ritzau/Reuters