Loggbókin hjá kapteyninum: Vit ætla at vinna

FM1: Hallur Hansson ætlar sær at vinna og tað skal in busstúrur ikki forkoma

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Heini Harryson, lækni, Teitur M. Gestsson og Hallur Hansson

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við Hall Hansson við at trýsta á pílin

 

Í dag klokkan 16 skal manslandsliðið spæla venjingarlandsdyst móti Liktinstein í Pinatar í Spania. Liðskiparin er vónríkur, sjálvt um tað er stutt millum dystirnar, og nógv ferðing.

 

- Lagið er gott. Tað er ikki langtsíðani at vit hava spælt og í gjár var ein busstúrur upp á sjey tímar. So eftir umstøðunum hava vit tað gott. Tað er ikki optimalt, men vit eru spentir og ætla at vinna. Vit hava ikki nakrar umberingar til dystin. Nú vunnu vit ikki seinast, so hetta er ein dystur, sum skal vinnast, sigur liðskiparin, sum fær ís á knæið eftir venjing.

 

- Eg vil ikki siga, at eg eri gamal, men eg havi spælt í nøkur ár. Tú hevur altíð okkurt at stríðast við, men tað gongur nokk, sigur Hallur Hansson.

 

Føroyar vunnu 5-1 á Liktinstein á Tórsvølli í fjør, og vónin er at vinna eina ferð afturat.

 

- Teir spældu herfyri móti Cape Verde og taptu 6-0, so eg vænti at vit møta einum motiveraðum liði. Vit spældu móti teimum í juni í fjør og fillaðu teir sundir. Vit fara fyri at trýsta teir alt hvat vit kunnu. Vit vita ikki liðið enn og um tað verða nógvar broytingar, men vit fara all in, staðfestur liðskiparin.

 

FM1 sigur frá dystinum, sum verður klokkan 16.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Heini Harryson, lækni, Teitur M. Gestsson og Hallur Hansson