landnyrðing og frískar upp í 10 m/ sek. Hitin fer at liggja um 10 stig – og um náttina niður í 7 stig, sum eftir føroyskum mátistokki er lýtt veður. Sunnudagin sigur hann ongan vind, 3-8 m/ sek. og sama hitalag [...] fylgjandi ár, men í fjør rendu vit okkum aftur í fagrasta summarveður – við brennandi sól og hita frá morgni til myrkurs og liggjandi góðveðri og turrveðri alla náttina. Bárður sigur, at tá stóra dansitiltakið [...] sigla, og fleiri longu vóru við á Toftum, vænta vit stóra undirtøka í Vestmanna leygardagin. Sosialurin hevur “snýkt” seg at hyggja eftir, hvat DMI spáðar um veðurvánirnar leygardagin og sunnudagin, og einki
maður eftir ultimativum kravboðum frá Jenisi og Miðflokkinum, og Kári Páll Højgaard ripaði Kristionnu Winther Poulsen á dyr, fyri at hesin gamli mentaflokkurin ikki skuldi fáa eina skeinu í lakkið og Janus [...] hesa myndina og áheitanina um at biðja fyri Damanaki, Jacob og samráðingarfólkunum? Tað var 14. decembur. Lat okum takka Faðir okra fyri úrslitið, sum gjørdist betur enn nakar ímyndaði sær – Harrin er góður [...] Damanaki, Jacob og samráðingarfólki teirra, at tey mugu taka rættar avgerðir!” Avgerandi er nú, at vit øll leggja okkum í selarnar saman við Jenisi í bønum okkara. Dag og nátt. Morgun og kvøld. Umráðandi
minst ein moralskur og etiskur spurningur. Moralska og etiska kumpassin hevur malið íkring fleiri ferðir í hesum málinum. Ósannindir og kákl – og uttanumtos. Valdu tey at fylgja moralsku og etisku kumpassini [...] landsins størsta og tryggasta fjørð fáa sína innløgu. Fá eru almennu arbeiðsplássini, og stóra fjøldin er í vinnu framvið sævarmálanum – við bryggjur og havnaløg. Vinnuligir framherjar og ein dygg verka [...] avgerðirnar verða tiknar, og tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Valt er valt – og vit valdu umboðanina og ávirkanina frá okkum. Mest, sum hevur nógv virksemi á Skála og í Runavík, væntar at missa
bæði vesturum og onkuntíð heilt á Norðhavið. Súsonnu’sa partur lá heldur ikki eftir. Á trøðni veltu tey korn, sum varð turkað í sornhúsinum, har Garðavegurin nú er. Epli og røtur vórðu velt, og hoyggið skuldi [...] donskum garði, og hesum útiferðum fekk hann nógv burturúr. Hann pløgdi akrar til korn og havra og brúkti eisini ross til at koyra til og úr bønum. Hann helt fram við at grundforbetra bøin, eins og faðir hansara [...] várfjallið var gingið, vaskaðu tey bæði ullina og turkaðu hana, nappaðu og sendu á spinnaríið, og tá tógvið kom aftur, bant hon hosur og troyggur til øll í húsinum og til sølu afturat. Ikki slepti hon tó vevinum
munandi betri, enn tað var fyri einum ári síðani. B68 hevur verið og vent í 1. deild, og leygardagin – tvey umfør undan kappingarenda – varð tað staðfest, at toftamenn næsta ár skulu spæla sunnudag. [...] royna seg í bestu deildini: – Tað lá í kortunum longu í ár. Øssur tók uppgávuna á seg at fáa liðið uppaftur. Avrátt varð at mynda lið við lokalum spælarum, og at bæði venjarin og spælararnir skuldu halda [...] var síðsta ferðin yvirhøvur, at TB átti heimavøll á Sevmýri, og tað var um reppið, at tað hjá TB endaði við stórum og óvæntaðum vónbroti, og at tað hjá B68 endaði við stórum fagnaði, sum tey fægstu mundu
fólk og at ávirka fjølmiðlar í USA. Hon gevur út bøkur, fløgur og filmar, framleiðir sjónvarpssendingar og dvd-ir, hon skipar fyri ráðstevnum og fundum og Ísraels-ferðum og eigur sjónvarps- og útvarpsstøðir [...] undir Gud og tvinga forsjónina til at gera eftir eins ynskjum. Tí virka hesi fólk nátt og dag við hamara og tong fyri at íbirta kríggj í Miðeystri. Tað, sum Gud ikki vil, skulu tey við makt og vold fremja [...] ymiskar samkomur og felagsskapir. Hon heldur til í USA og er kanska tann størsta og ríkasta rørslan í hesum landi. Hon framleiðir á hvørjum ári í milliónatali av bókum, fløgum, sjónbondum og filmum, har b
Suðuroyarfirði og eftirspælið í hesum drama kenna tey flestu. Kappróðurin er av fyri í ár. Tit, sum av hugi og lívsins kreftum hava togað í árarnar á føroyskum firðum og vágum í summar, og tit sum hava stýrt [...] amfiteatri, og fylgja gongdini og menningini hjá teimum, sum flóta frá Norðoyastevnu fram til tjóðarhátíðina. Menn standa við kikarum spentir og eygleiða, aðrir stima um kapp við bátarnar og so eru tað [...] hugburður, megi og treysti og ikki minst harmoniseringin av øllum hesum klípum lyftir havrenningina upp í eina hægri eind. Her má alt ganga hvørt eftir øðrum. Tað nyttar lítið at onkur tekur á og annar skjýtur
varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað. Petur Højgaard er farin spolandi um kempu- og dustsins aldur [...] tók ikki dirvið frá honum, og stutt eftir fór hann við “Suðuroynni” hjá Tórfelagnum. Veturin 41/42 tók Petur skiparaprógv í Havn og annars silgdi hann stríðsárini á tamb. Eftir tað var hann við fleiri føroyskum [...] aldur, og nú hann fer um níti ára hvarvið, sæst nærum ikki elli á honum, og í sinninum er hann framvegis ein unglingi, sum alla tíðina ýtar av eftir menningini í samtíðini, meðan høvuðsmálini eru tey somu
avrætta Zelenskyj og seta sínar lærhvølar við stýrisvølin í Ukraina. Hetta skuldi vera fyrsta stigið, áðrenn leiðin lá eftir baltisku londunum og síðani hótta alt Europa. Hetta sóu Svøríki og Finnland, sum [...] reist óvilduga og rættvísa heimsskipan…”. Samstundis er navnið Ísrael strikað á kortunum hjá kinesisku tech-risunum Baidu og Alibaba, bert býarheiti og landamørkini standa eftir. At russar og kinesar farnu [...] sivil, el- og vatnsverk við eittans endamáli – tyrannisera og drepa frá hond, umframt at túsundtals børn eru stolin og send til ”enduruppaling” í Ruslandi. Síðani eru um 6 mio. fólk flýdd innlendis í Ukraina
Tað lá ikki í luftini, at tað skuldi enda soleiðis við fólkationgsvalið í gjárkvøldið. Veljarakanningarnar peikaðu á status quo, og hóast Javnaðarflokkurin kvinkaði alsamt longur og longur upp á prose [...] javnaðarflokkin, og við teir grønlendsku og føroyska fólkatingslimin fyri at vita, hvussu eg skal skipa meg. Eg ætli mær at hava tætt samstarv við norðuratlantisku fólkatingslimirnar og við danska Javn [...] avgerandi atkvøðuni hevði jú givið eina lyklastøðu, sum hevði verið spennandi, og sum – um hon varð brúkt ábyrgdarfult – hevði givið Føroyum eina ávirkan, sum vit sjáldan hava. Vit hava jú sæð við bankamálinum