Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir

Røðan, sum Tórbjørn Jacobsen helt, tá ið steypini vórðu handað eftir kappróðurin

“Ró nú, Snopprikkur!” rópti Giljabóndin eftir illryskinum og margskálkinum, táið bóndin hevði stoytt bátin út frá støðni yviri í Botni í Sandvíkini. Einasta staðið, har lendandi var fyri veður, tann dagin, á teimum leiðum. Hetta var hevndin fyri allan trega og hin mikla dárskap, sum húskallurin hevði verið atvoldin til. Bara tann dagin hevði hann tveitt eina uppgávukonu úr Fugloy fyri borð ávegis úr Havn, sum hevði givið seg í uppgávu til bóndans. Hon átti jørð í Suðuroy, og hevði væl í viðføri. Sum ikki einaferð lá materian ímillum, hóast tað ráddi um at vinna upp land. Fyri at lætta um bátin, nú tað var ódnarveður og rótan í sjónum, vóru boðini, at alt óneyðugt leysafæ varð grýtt fyri borð. Í øllum rokanum endaði komandi ágóðin hjá Giljabóndanum sínar dagar í onkrari íðu ella onkrum íðukálvi í Suðuroyarfirði og eftirspælið í hesum drama kenna tey flestu.

 

Kappróðurin er av fyri í ár. Tit, sum av hugi og lívsins kreftum hava togað í árarnar á føroyskum firðum og vágum í summar, og tit sum hava stýrt afturi í skutum og tit sum stjórna feløgunum kring landið, hava enn einaferð lagt ein dyggan lut í føroyska ítróttarsøgu. Hetta er tjóðarítróttin av øllum. Flestu aðrar ítróttagreinar eru innfluttar, men saman við glímingini, at rætta tong og sjómanstakinum, er róðurin ein partur av okkara frumsamleika. Vit komu rógvandi, gamaní við hjálp frá segldúkum, vindi og ráki, til landið, og í mong hundrað ár var megin, sum rennur niður í lógvarnar, framdráttarmegin út á havmiðini, fyri at nógmikið kundi fáast til mettuna í húsarhaldunum. Tí finst onki meiri autentiskt fyribrigdi í hesum landinum enn júst róður. Róður sum bleiv til kappróður. Man kundi væntað, at motorarnir loystu lógvarnar av yvir ein kamb, men tað hendi ikki. Onkursvegna er róðurin í okkara tíð ein anakronisma sum hevur flutt seg inn í eina endurburðartíð, eitt súmbol fyri hesa nýggju tíðina, har tilvitið um burðardygga orku alt meiri tekur dik á seg.

 

Uttan íborna menniskjansliga hugin at vinna, at vera fremstur í øllum lutum, var kappróðrinum ikki lív lagað. Soleiðis flutti gerandisdagurin seg yvir í eina ítrótt, til eitt frítíðarstríð ímillum manningar, bygdir og býir, og tað er júst har vit finna hitt serføroyska aspektið, sum ger kappróðurin til tjóðarítróttina. Ein ítrótt runnin úr dagligum strevi og bardaganum fyri at yvirliva. Hetta man hava ligið nakað djúpt undir húðini og í skallanum, tí longu í stóru frágreiðingini frá Føroya-ferðini í 1781-1782 heldur Svabo fyri, at skilagott hevði verið, at brúkt Ólavsvøkuna til m.a. at “at roe en maalt Distance frem og tilbage”, og hann er ikki sørt ambitiøsur, tá hann leitar upp í eina hægri sferu og tekur støði í klassisku olympisku leikunum í Hellas, táið hann hugleiðir soleiðis, at hetta kundi verið til “Tapperheds Opmuntring.” Tað gingu fleiri enn hundrað ár, áðrenn hugskotið gjørdist veruleiki, og síðani var gongdin í mong ár skiftandi hagar fram til, at róðrarnir vórðu lagdir í eina fasta legu á summarstevnunum undir ræði Róðrarsambandsins.

 

Ein stórur partur av okkum sjálvum er vatn, vit búgva mitt í havinum og tey flestu okkara síggja havið frá uppfaringar- til niðurfaringartíð. Hetta er treytin fyri lívi. Okkara treyt í øllum førum. Tá ungmennini sleppa venjingartólunum í neystunum, flota bátarnar og leggja árar í sjógv, tá vita vit at várið er komið. Tað er okkurt gandakent yvir hesum, helst ein samleikadráttur, tá vit standa á bryggjum, svalum og í líðum, sum í einum rómverskum amfiteatri, og fylgja gongdini og menningini hjá teimum, sum flóta frá Norðoyastevnu fram til tjóðarhátíðina. Menn standa við kikarum spentir og eygleiða, aðrir stima um kapp við bátarnar og so eru tað tey, sum hava sína dagligu gongd í neystunum. Ein kulturur sum nógv fleiri standa saman um, enn vit kanska geva okkum far um í gerandisdegnum. Hetta sigi eg av royndum, sum fyrrverandi nevndarlimur í einum kappróðrarfelag. Megnar felagið og róðrarfólkið at gera sína skyldu, svitast tað ikki, at allar umbønir um ymsan stuðul fáa játtandi svar í fólkahavinum.

 

Bara hørð kapping eggjar til besta úrslitið. Á øllum mótum. Sum lærmaðurin Bogi, á Heiðabátinum, eftirhondini ein róðrarlegenda, segði nú eitt kvøldið: “Eg leggi líka í allar silvur- og bronsumedaljurnar, vit hava vunnið øll hesi árini, eg hugsavni meg bara um at vinna næsta róðurin.” Tað snýr seg altso um at vinna, at vera í broddi fylkingar. Tað ger ongin einsamallur, og kappróður er liðítróttin, har positivur hugburður, megi og treysti og ikki minst harmoniseringin av øllum hesum klípum lyftir havrenningina upp í eina hægri eind. Her má alt ganga hvørt eftir øðrum. Tað nyttar lítið at onkur tekur á og annar skjýtur á. Her krevst ein kolossalur agi – disciplinur – fyri at røkka málinum. Hinvegin, so skal onkur gerast no. 2, hóast tað kenst lemjandi, og onkur annar no. sjokk, tað er eisini ein partur av geyminum, og rógva tey ikki, sum minni formáa sær í kappingini, so var úrslitið tað verri hjá vinnaranum.

 

Sjálvandi kunnu aðrar orsakir vera til, at tað ikki gongst sum ætlað. Ein ár støkkur í tvinnar lutir, ein skeyti brotnar ella eitt homluband slitnar. Hetta er tað, sum tú ikki ert harri yvir, í stríðnum við og í tí váta elementinum. Ein gitin ólavsvøkugestur er gamla seksmannafarið “Greivin” av Signabø. Langabbi mín Pól Niklái smíðaði hann. Fyri tað bar annar bátur sama navnið, eitt 8-mannafar, sum nólsoyingar mannaðu. Tað kann nú vera, skal kortini ikki duga at siga tað, at oldurabbi mín í Nólsoy, Jóhan í Garði, smíðaði hann, sannlíkindini eru í hvussu er stór, somikið nógvar bátar fekk hann frá hondini. Í 1918 róðu teir kapp á Ólavsvøku ímóti “Miklinginum”, sum Hans Jákup í Uttarsstovu í Mikladali hevði smíðað til menn í Kaldbak. “Greivin” tapti róðurin. Stutt eftir, at teir høvdu spent í, bóltaðu báðir menninir á toftubekki fram í skut og bert føturnar komu undan. Bekkurin var brotin. Hóast hetta løgdu teir ikki inn, men orkan var ikki til annað enn eitt tap. Tað er alt sjaldnari at man hoyrdi og hoyrir um óhapp av hesum slagnum í bátunum sum Niclas í Koltri og Sámal hjá Bethuel hava smíðað. Annaðhvørt eru bátarnir dyggari ella manningarnar veikari, tað kunnu vit bara gita um, tá hetta er ein temperamentspurningur.

 

Áðrenn fólk fóru at aka í bilum og lyfta seg upp í hæddirnar í flogførum, fyri at koma úr einum staði í annað, var havið infrastruktururin. Róð var ímillum lond og oyggjar, um sund og firðir. Tey flestu hava hoyrt um longu ferðina hjá Odysseus, og tað eru aðrir enn Homer, sum hava megnað at ganda fram stórar poetiskar sjónir, myndir, um róður. Stóra sálmaskaldið Mikkjal á Ryggi dugdi til annað enn at geva okkum ein magnfullan føroyskan sálmaskatt. Í Brestis kvæðinum er lýsingin av drama´inum øgilig, táið Beinir og Brestir og synir teirra renna seg í armaduna, sum er komin norðaneftir. Bara hesi trý ørindini, sum ofta verða endurgivin, tikin úr høpinum, siga ikki so lítið um evnini hjá Mikkjali:

Tóku bát úr tøttum neysti, rangt var teimum sjógvað, dreingir settust i rengur niður, og høvdingar at rógva.

 

Armar orna, andlit rodna, spennast sterkar spengur, árar bogna, homlur togna, skúmið dreiv um rengur.

Rokið stóð um æsing inn, sum vestanveður hvast, rendu so at fjørusteini, at barkabandið brast.

Nú hava tit lagt árarnar inn um stokkarnar fyri í ár. Tit rógvarar. Nú bíða eftirgjørdu árarnar, reimarnar í gangvelum í neystum, í heyst og í vetur. Vit onnur bíða eftir várinum, táið vónandi uppaftur fleiri fara at gera sublimu tjóðarítróttina tað størri. Nú bíðar í fyrsta lagi frælsi í fríggingarmyrkrinum á Ólavsvøku. Onkur fær sær upp í nevið, - annar ikki. Onkur leitar eftir einum maka. Kanska ein vindil verður tendraður og á dansigólvunum fara vit helst at síggja onkran líka kimiligan dansara sum Rudolf Nurejev, einaferð tikin úr leikum í ballettini, sum náttin fer at líða fram. Men sum Bogi eisini segði hetta kvøldið: “Venjingarnar byrja aftur 1. august”, so tað ræður um at taka sær av løttum, meðan tíð er til tað.

Fái ikki enda hesa røðuna uttan at nevna public service stovnin Kringvarp Føroya. Frá fyrsta degi gjørdist stovnurin ein partur av tjóðarítróttini, og tað hevur gagnað henni meiri enn nakað annað í almenna rúminum. Eisini tá hon hevur verið í einum linari sveiggi. Arge-feðgarnir Niels Juel og Jógvan og Súni Merkisstein hava fyri tað nógva verið raddirnar, sum hava fylt hvørt einasta heim í Føroyum við sínum eyðkendu spenningsreportasjum hesar løturnar, tá ungdómar okkara hava verið í kapping kring landið. Teir eiga stóra tøkk uppiborna fyri at hava brúkt øll hesi vikuskiftini, øll hesi árini, fyri at tæna okkum og ítróttini.

 

Viderø prestur endar eina av bókum sínum við eini lýsing av einari bátsmanning sum gongur burtur. Nú eru vit aftur í Sandvík. Bókin er “Frá landi á fyrsta sinni.” Líkindini vóru ring, eitt vindblak kom út av landi, treiv í bátin. Hann tók at mala í kring – á ymsar bógvar – vóð um æsingarnar. Tá rópti Kornus: “Nú fer hann!” Tá mælti Sívar róligur: “Nú er hann farin -  men tað er lívsins gongd – maður er ætlaður at ganga burtur – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt -  tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –“ So er, í einum stokkutum lívi ræður um at læra at ganga burtur, men hinvegin ræður tað eisini um at rógva tað ítarsta á lívsins havi, soleingi megin røkkur. Stafettin skal leverast til komandi ættarlið í minst líka góðum standi, sum tá hon kom tær sjálvum upp í hendur.

 

Tit og vit, sum varða av kappróðrinum, tjóðarítróttini, mega fara væl um hann. Tað skal helst ikki enda sum hjá Snopprikki. Tá Giljabóndin á sinni stoytti hann frá støðni og bað hann nú rógva, vitsti hann, at bara ein ár var í bátinum. Hann róði helst í klingur eina løtu, men rákið setti úteftir og úrslitið var, at hann og tær báðar genturnar í bátinum, dóttir Snoppriks og dóttir Vísa Pæturs við Kvíggjá í Sumba, róku til Hetlands. Snopprikkur kom ikki til Føroya aftur. Tað ræður um støðugt at liggja á takinum. Umborð og ikki minst í feløgunum, sum hava eina kolossala ábyrgd fyri, at hendan fenomenala ítróttin heldur stand og væl tað í ókomnum døgum. Tað ræður um at seta sær mál, at hava sær stavnhald fyri eyga, at hava gott áralag – annars kann tað enda sum hjá húskallinum í Giljum, at róð verður í klingur, og tú fert av kós og av allari leið. Kappróðurin hevur betri uppiborið.

 

Góða Ólavsvøku.