skipinum, og teir royna at stabilisera skipið, sum í morgun fekk eina slagsíðu á umleið 30 stig. Tað var skiparin, sum ynskti at hava ein part av manningini eftir umborð í royndini at bjarga skipinum. Klokkan [...] tyrlur og fekk skip, sum vóru á leiðini, at seta kós móti niðurlendska farmaskipinum. Oddgeir Andersen, bjargingarleiðari á miðstøðini í Suðurnoregi, sigur við NRK, at teir átta persónarnir, sum bjargingartyrla [...] skipinum ella ikki, sigur bjargingarleiðarin, sum leggur aftrat, at bjargingarmiðstøðin hevur eina tyrlu, sum flýgur yvir skipinum og er klár at taka menninar, um støðan versnar. Maskinan á niðurlendska skipinum
sum tó hevur sýtt fyri at geva loyvi til hetta og sigur, at samlaða talið av áskoðarum skal bara vera 100, greiðir Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya frá. Hann sigur tó, at farsóttarnevndin hevur [...] tí kann man undrast, at sama ikki er galdandi til finalurnar. - Tað kann vera, at tað vóru fleiri enn 300 áskoðarar til teir dystirnar. Men starvsnevndin í HSF hevur mælt til, at man fylgir tilmælunum [...] hevur fund seinni í dag, og vónandi kann hon gera okkurt, soleiðis at HSF fær loyvi til at hava 300 áskoðarar til finalurnar. Farna vikuskifti vóru hálvfinalurnar í steypakappingini leiktar, og tá vóru ivaleyst
hetta kappingarárið. Lív harmast, at tað ikki bar á mál hjá StÍF, men persónliga er hon glað fyri at sleppa at spæla hondbólt aftur aftaná at hava vera sperrað frá at sleppa at spæla. 3) Hoyr samrøðuna Sjúrður [...] leikliga avrikið hjá H71 í kvøld, men er sera lætt um samlaða útfallið, og hann fegnast eisini um, at H71 megnaði at stríðast fyri hálvfinaluplássinum, og tað bar á mál. [...] H71 møtir samlaða vinnaranum av hálvfinalunum millum Kyndil og Neistan. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum
passi fara eisini at fáa fyrimun, nú Ísrael letur matstovur, skeinkistøð og loftrúmið uppaftur. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði um vikuskiftið við Sosialin, at hann er ikki hugaður at gera mun á koppsettum [...] Politiska ætlanin er ikki, at vit skulu brúka vaksinupass í Føroyum. Higartil hava vit lagt upp til, at vit ikki gera mun á fólki, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, og eg vóni, at vit kunnu halda fast [...] kunnu gera gerandisdagin meira vanligan aftur. Eitt týðandi átak er, at fólk í Ísrael kunnu fáa eitt sonevnt grønt pass sum prógv um, at tey eru koppsett, og tí kunnu liva fríari enn tey, sum ikki eru koppsett
hava serlækna í føstum starvi. – Eitt nú fer at bera til at taka ímóti fleiri sjúklingum við tað at viðtalur nú vera fimm dagar um vikuna í staðin fyri tveir. Eisini er tað eitt framstig fyri sjúklingar og [...] Landssjúkrahúsinum og Krabbameinsfelagnum, at vit fáa ein serlækna í onkologi í føstum starvi í Føroyum.Tað er eisini eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009, at vit skulu hava ein slíkan lækna, sigur [...] soleiðis, at serlæknar í onkologi frá Ríkissjúkrahúsinum hava havt viðtalur á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna. Royndirnar við hesum skipanum hava verið góðar, men tað hevur fleiri fyrimunir at hava
handfara og nær tey ikki eiga at arbeiða einsamøll. Er tað t.d. trygd at: · at lata 15 ára gomul arbeiða einsamøll við fitikóki (friture), sum er næstan 200 stig heit? · at lata 16 ára gomul sita einsamøll [...] kvøldi? · at lata 17 ára gamla arbeiða úti á einum aliringi? Í hinum norðurlondunum eru slíkar kunngerðir lýstar fyri 20-30 árum síðani. Sum valevni fyri Tjóðveldi er tað mín avgjørda sannføring, at vit, sum [...] Hóast vit búgva í einum av heimsins ríkastu londum, eru vit í Føroyum ikki komin á mál við at tryggja ungum eitt nøktandi arbeiðsumhvørvi. Sjálvt um okkara arbeiðsumhvørvislóg er gjørd eftir sama leisti
segði við teir, at eg var sinnaður at hjálpa til, men at mín fótbóltsløn ikki røkkur langt í mun til teirra. Teir vóru skjótir at siga við meg, at tað skuldi eg als ikki hugsa um, tí málið er at fáa gongd á [...] á eina rørslu og at øll hjálp er góð. Eisini um tú kanst gera vart við Common Goal, segði Atli Gregersen, eftir at Juan Mata hevði bjóðað honum vælkomin í felagsskapin á sosialu miðlunum. [...] kappingarár Champions League og bleiv nummar tvey í Premier League. Í takkartaluni boðaði Jugren Klopp frá, at hann nú verður partur av Common Goal felagsskapinum. Tað er ein felagsskapur, har spælarar og venjara
Tað hevur verið ein strævin tíð, men tað sum fólk ikki vita er at eg havi havt nakað uttanfyri vøllin at stríðst við. Tað hevur gjørt, at eg ikki havi spælt í tríggjar dystir. Móti Hamburg spældi eg ein [...] Arminia Bielefeld, eftir at hann bleiv útskiftur móti Hamburg SV. Hann var óheppin og legði bóltin fyri føturnar á einum mótstøðumanni, sum skoraði. Men tað eru fleiri orsøkir til, at hann situr uttanfyri [...] javnleik. Tað er ikki so, at eg gjørdi ein feil og so havi eg ikki spælt í tríggjar dystir, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið ikki vil koma nærri inn á orsøkirnar. - Tit nýtast ikki at vita alt, ha? Spyr Jóan
seg uttanfyri Danmark, og tey upplivilsini gera at hann ikki ræðist avbjóðingina. Um hvat vit kunnu vænta at síggja á vøllinum, sigur hann at vit fara at síggja eitt lið sum hevur eitt týðuligt konsept [...] spurningin hví hann hevur valt at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá okkum, sigur Berthel at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt ørvísi. Sum [...] konsept. Eitt lið sum spælir við vilja og dirvi, tó uttan at blaka alt fyri borð. Honum dámar at liðið er spælstýrandi, men sjálvsagt verður atlit tikið til mótstøðuna. Serliga í europeiskum dystum. Hann byrjar
Tommy Brøske, sigur við blaðið, at løgreglan hevur funnið spor, sum benda á fyrireikingar til brotsgerðina. Hann sigur, at mest ítøkiligu sporini eru fyrireikingar, knýttar at kravinum um loysigjald á 9 miljónir [...] ikki útiloka, at pengar kunnu hava verið partur av motivinum, sigur Tommy Brøske. Kanningarleiðarin sigur við Aftenbladet, at løgreglan eisini er vitandi um onnur tekin, sum benda á, at talan hevur verið [...] ómøguligar - at spora. - Við okkara kanningum hava vit funnið tað, vit halda eru fyrireikingar til brotsgerðina, og her er talan um kryptovaluta-spor. Sjálvt um høvuðsástøðið hjá okkum er, at konan er dripin