Hetta er skipið sum er í havsneyð

Tað var klokkan 10.20 lokala tíð, at niðurlendska farmaskipið Eemslift Hendrika sendi út neyðarkall.

 

Ein tyrla hevur tíðliga seinnapartin lent í Vigra floghavnini í Ålesund við átta av manningini á niðurlendska skipinum, Eemslift Hendrika.

Fýra av manningini eru eftir umborð á skipinum, og teir royna at stabilisera skipið, sum í morgun fekk eina slagsíðu á umleið 30 stig. Tað var skiparin, sum ynskti at hava ein part av manningini eftir umborð í royndini at bjarga skipinum.

Klokkan 10.20 lokala tíð sendi skipið út neyðarkall, og høvuðsbjargingarstøðin í Suðurnoregi sendi út tríggjar tyrlur og fekk skip, sum vóru á leiðini, at seta kós móti niðurlendska farmaskipinum.

Oddgeir Andersen, bjargingarleiðari á miðstøðini í Suðurnoregi, sigur við NRK, at teir átta persónarnir, sum bjargingartyrla úr Florø hevur tikið upp og flutt til Ålesund, hava eingi likamlig mein fingið.

Nú verður hond tikin um sjófólkini.

- Tað er upp til skiparan, um menninir, sum eftir eru umborð á Eemslift Hendrika, skulu takast av skipinum ella ikki, sigur bjargingarleiðarin, sum leggur aftrat, at bjargingarmiðstøðin hevur eina tyrlu, sum flýgur yvir skipinum og er klár at taka menninar, um støðan versnar.

Maskinan á niðurlendska skipinum er í gongd, men sum skilst eru tey á Bjargingarmiðstøðini ikki heilt trygg við støðuna, tí tað er ikki óvist, at skipið ikki kann koppa. Aldan á leiðini vera søgd at liggja um 10 metrar.

Sum myndin av skipinum vísir, hevur Eemslift Hendrika nakrar bátar á dekkinum.