Jóan Símun: Hetta hevur verið ein strævin tíð

FM1: Tað er ikki bara afturleggingin móti HSV, sum hevur gjørt at hann situr uttanfyri

##med2##

Jóan Símun Edmundsson hevur sitið uttanfyri seinastu tríggjar dystirnar hjá Arminia Bielefeld, eftir at hann bleiv útskiftur móti Hamburg SV. Hann var óheppin og legði bóltin fyri føturnar á einum mótstøðumanni, sum skoraði. Men tað eru fleiri orsøkir til, at hann situr uttanfyri.

- Tað hevur verið ein strævin tíð, men tað sum fólk ikki vita er at eg havi havt nakað uttanfyri vøllin at stríðst við. Tað hevur gjørt, at eg ikki havi spælt í tríggjar dystir. Móti Hamburg spældi eg ein ringan dyst. Tað kann henda í fótbólti og tað kostaði, men tíbetur fingu vit javnleik. Tað er ikki so, at eg gjørdi ein feil og so havi eg ikki spælt í tríggjar dystir, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið ikki vil koma nærri inn á orsøkirnar.

- Tit nýtast ikki at vita alt, ha? Spyr Jóan Símun við einum lítlum brosi.

 ##med3##

Jóan Símun Edmundsson spældi eitt stutt skifti í Viking Stavanger í 2012 og 2013, men tað spældi ikki serliga væl av.

- Tað er so nógv ár síðani, at tað er ein farin tíð. Tað bleiv aldrin eitt gott match fyri meg. Tað hevði verið stuttligt gjørt tað væl, men tað er ikki nøkur eyka motivatión, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum vónar at fáa stig í seinastu dystunum hjá Atla Gregersen.

Í samrøðuni setur hann eisini orð á liðskiparan, ið nú takkar fyri seg.

FM1: Samrøða við Jóan Símun Edmundsson