Eitt risastórt framstig fyri føroyingar við krabbameini

Nú hevur tað loksins eydnast Landssjúkraghúsinum at fáa serlækna í krabbameini í fast starv

Nú hevur tað eydnast at fáa serlækna í krabbameini í fast starv á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í dag.

Tað er Tordis Kristiansdóttir, sum er sett í fast starv sum serlækni í krabbameini, ella onkologi, á Landssjúkrahúsinum og hon tekur við starvinum tann 1. oktober.

Tordis Kristiansdóttir er fyrsti serlækni í krabbameinssjúkum, sum er í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum.

– Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Landssjúkrahúsinum og Krabbameinsfelagnum, at vit fáa ein serlækna í onkologi í føstum starvi í Føroyum.Tað er eisini eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009, at vit skulu hava ein slíkan lækna, sigur Landssjúkrahúsið.

Landssjúkrahúsið hevur fleiri ferðir søkt eftir serlækna í onkologi, men tað hevur ikki eydnast, fyrr enn nú. Landssjúkrahúsið hevur tó í mong ár havt skipan, har útlendskir serlæknar koma til Føroyar við jøvnum millumbilum, og síðani 2015 hevur skipanin verið soleiðis, at serlæknar í onkologi frá Ríkissjúkrahúsinum hava havt viðtalur á Landssjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna.

Royndirnar við hesum skipanum hava verið góðar, men tað hevur fleiri fyrimunir  at hava serlækna í føstum starvi.

– Eitt nú fer at bera til at taka ímóti fleiri sjúklingum við tað at viðtalur nú vera fimm dagar um vikuna í staðin fyri tveir. Eisini er tað eitt framstig fyri sjúklingar og starvsfólk á seingjardeildunum, at serlækni í krabbameinssjúkum er tøkur allar dagar í vikuni, sigur Landssjúkrahúsið.