stórt matrikkulnummar út til íbúðarbygging. Talan er um matr. nr. 65, sum er 11.495 fermetrar stórt. Søluprísurin er 400 krónur fyri fermeturin. Sølan er skipað soleiðis, at áhugaðir keyparar skulu koma [...] at taka av nøkrum tilboði. ##med2## Tað er Sókn Advokatar, sum standa fyri søluni av matrikkulnummarinum fyri Viðareiðis kommunu, og freistin at lata inn tilboð er á middegi mánadagin hin 7. apríl 2025 [...] koma við uppskoti um, hvussu møgulig bygging verður skipað, eins og greiðast skal frá, hvat slag av íbúðum ætlanin er at byggja. - Talan kann vera um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, og til ber eisini
lættliga verður fresað aftur og fram eftir violinørmunum, til tað næstan kemur eldur í! Hettar er nakað øll tónleikaáhugað tíma. Eisini kunnu vit boða frá, at teir eru við í barnatiltakinum leygardag. Børn hava [...] stimbrar heilan og gevur hjartanum vælveru. ##med3## Á hvørjum ári fáa vit forkunnuga vitjan av onkrum luttakara á Fólkatónleikarastevnuni, og í ár er einki undantak. Úr Finlandi koma violinsnillingarnir [...] Lívia Mattos . Og tú skalt leita leingi eftir einum meira karismatiskum og litríkum framførara. Bara tað? Nei, meira. Hon spælir harmoniku, sum hon meistrar til fulnar. Hon syftir armanar til høgru og vinstru
um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina. Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og meiningsfulla [...] gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp o.a., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiði frá undanfarnum árum, meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi [...] Kom til verka saman við altjóða sjálvbodnumÁtakið var fyrstu ferð í 2019 og hetta er sostatt sjeyndu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna
Tíðindaskriv frá Havstovuni: Frá at silvurfiskar fyri nøkrum árum síðani bara vóru í hendinga húsi í Føroyum, eru silvurfiskar nú at finna í nærum hvørjum húsi. Tí hevur Havstovan gjørt eina stovnsmeting [...] Endamálið við stovnsmetingini er at fáa til vega veiðutilmæli, ið er latið Fiskimálaráðnum, soleiðis at føroysk húski við silvurfiskum nú kunnu fara í silvurfiskavinnu. Ætlanin er, at einstøku húskini kunnu
Salvador til 1-1, men fáar minuttir undan steðginum skoraði Tychy tað sum gjørdist sigursmálið til 2-1. Andrias spældi allan dystin. Wisla Plock er nummar fýra í deildini við 44 stigum. Teir hava átta stig upp [...] hevur Wisla Plock heimadyst móti Wola, ið er næstaftast í deildini, so tá skuldi møguleikin fyri einum sigri verið til staðar. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Tychy-Wisla Plock 2-1 (2-1):
i ábyrgd og sjálvsræði víðvikur. Bókin er ikki bara ein áhugaverd samling av greinum; hon er eitt politiskt skjal, ið á skilagóðan hátt lýsir, hvar vit koma frá, hvar vit eru, og hvar vit kunnu fara sum [...] kemur tann i hóvliga fer sigur orðatakið og tað haldi eg vit hava duga higartil. Eg eri fegin um, at bókin ger nógv burtur úr at lýsa, hvussu virðismikið tað hevur verið, tá føroyskir politikarar og embætisfólk [...] okkara samleika og gevur íblástur til framtíðar politiskar hugsanir og setan av politiskari kós. Tað er mín vón, at hetta ikki verður eitt rit, sum vit bara kunnu brúka til søguliga nýtslu, men eisini
Hetta er eitt ótrúliga spennandi starv, og tað er ikki hvønn dag, at tú hevur møguleikan at søkja eitt slíkt starv, sum enn tá hóskar til báðar mínar útbúgvingar sum journalistur og juristur. Tað sigur [...] Kringvarpinum til 2006. Um ætlanirnar sigur hann, at tað er trupult at koma við teimum stóru útmeldingunum, tí hann er sjálvandi bundin av tí, at Kringvarp Føroya er ein public service stovnur, sum hevur ein public [...] leiðsluroyndir, sum hann heldur, at hann kann taka við sær í nýggja starvið. Magnus Dam er upprunaliga útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í 1999 og seinni eisini sum juristur. Í lærutíðini var
nærmast er ikkieksisterandi í Føroyum, sigur hann. – Tað er trupult hjá politisku skipanini at vita nágreiniliga, hvar skilagott ella mest upplagt er at fremja nýskipanir og bygnaðarbroytingar innan tað almenna [...] at okkara almannaøki ikki kundi sæð øðrvísi út, enn tað ger í dag, har tað í høvuðsheitum er skipað eftir útlendskum leisti? – Sjálvandi kundi tað tað, um vit høvdu sett okkara egnu standardir fyri, hvussu [...] løgtingsmaðurin á, at tað longu nú er greitt – við tí búskaparstøðu, sum vit standa í og við teimum útlitum sum eru - at vit kunnu ikki bara lata standa til og láta sum um, at alt er gott og trygt búskaparliga
Tað er ein útlendsk sendifrúgv og hennara febriskt bókaproducerandi smáføroyski jarðamøðramaður. Tað diplomatiska appendixið hjá sendifrúnni hevur í meira enn fjøruti ár øvað seg at skriva bæði bøkur og [...] og frístílar, men enn hevur tað ikki lukkast tí at fáa rættiliga nógvar lesarar. Bókasmiðurin er ekstremt beskeðin og kallar seg bara fyri eitt ó-skald. Tað má allarhelst vera eitt talentleyst IKKI-skald [...] sleppa at YRKJA og øva seg við sinum infantilu rímum, bara tað lærir at seta sínar stóru pleyrar varliga, høviskt og diplomatiskt, so leingi tað situr, svevur og etur fyri almenna húsaleigu í London..
aðalmálinum um 1 mia. kr. í umsetningi og sostatt í enn størri mun er við til at fjøltátta føroyska búskapin. Serliga hugaligt er tað at síggja, hvussu ferðavinnan í dag skapar virðir og arbeiðspláss kring [...] ferðavinnan, sum er ein útflutningsvinna, ið gevur útlendskt gjaldoyra til føroyska samfelagið, hevur nú fyri fyrstu ferð nátt yvir 1 milliard krónur í samlaðum útflutningi. Umsetningurin frá útlendskum f [...] Sostatt er stóra málið, ið varð sett út í kortið í 2012 nú endiliga rokkið, fýra ár seinkað, vegna korona og aðrar uttanhýsis faktorar. Ferðavinnan stendur nú fyri 6,8% av føroyska útflutninginum og er 3. størsta