Myndin er tikin á Viðareiði, og her eru fólk á Norð Festivali

Møguleiki er nú at byggja íbúðir á Viðareiði

- Talan kann vera um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, siga tey í Viðareiðis kommunu

 

Myndin er tikin á Viðareiði, og her eru fólk á Norð Festivali

Viðareiðis kommuna bjóðaði herfyri eitt stórt matrikkulnummar út til íbúðarbygging. Talan er um matr. nr. 65, sum er 11.495 fermetrar stórt.

 

Søluprísurin er 400 krónur fyri fermeturin. 

 

Sølan er skipað soleiðis, at áhugaðir keyparar skulu koma við uppskoti um, hvussu møgulig bygging verður skipað, eins og greiðast skal frá, hvat slag av íbúðum ætlanin er at byggja.

 

- Talan kann vera um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, og til ber eisini at bjóða uppá part av ognini, siga tey í Viðareiðis kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at kommunan tilskilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð, men kommunan hevur ikki skyldu til at taka av nøkrum tilboði. 

 

##med2##

Tað er Sókn Advokatar, sum standa fyri søluni av matrikkulnummarinum fyri Viðareiðis kommunu, og freistin at lata inn tilboð er á middegi mánadagin hin 7. apríl 2025.

 


 

 

Myndin er tikin á Viðareiði, og her eru fólk á Norð Festivali

Tað er um hesar leiðir, at møguleiki er at byggja íbúðir á Viðareiði