Tað er Jóhan Dahl, løgtingsmaður, sum her situr í formanssessinum, sum hevur sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um málið. Mynd: Álvur Haraldsen

Løgmaður skal greiða tinginum frá búskaparstøðuni hjá tí almenna

Løgmaður skal greiða frá ætlanum um kommunusamanlegging og møguligum sparingum hjá tí almenna

Tað er Jóhan Dahl, løgtingsmaður, sum her situr í formanssessinum, sum hevur sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um málið. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað er løgtingsmaðurin Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum hevur sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning á tingi.

 

Ítøkliga eru spurningarnir soljóðandi:

 

1. Hvørjar metingar ger landsstýrið sær um búskaparstøðuna hjá tí almenna (land og kommunur), í løtuni og um 3-5 ár, og er tørvur á t.d. reformum, nýskipanum, sparingum, nýggjum inntøkum ella kombinatiónir av hesum?

 

2. Arbeiðir landsstýrið við nakrari ætlan fyri komandi 3-5 árini um at loysa búskaparligu haldføristrupulleikarnar hjá landinum og kommununum? Um ja: hvørjar ætlanir er talan ítøkiliga um? Um nei: hví verður ikki arbeitt við slíkum ætlanum?

 

3. Hevur landsstýrið ætlanir um at seta eina fakliga óhefta bygnaðarnevnd, við m.a. uttanhýsis serfrøðingum, at útgreina og koma við tilmælum um nýskipanir og bygnaðarbroytingar?

 

4. Hevur landsstýrið givið boð til aðalráð og almennar stovnar um at fremja nýskipanir og bygnaðarbroytingar, nú støðugt hall er á fíggjarlógini - ella fyriliggur nøkur ítøkilig ætlan um at gera tað?

 

5. Nær metir landsstýrið, at ætlaða hækkingin í pensjónsaldrinum til 70 ella 72 ár fær fullan virknað, og hvussu stórar upphæddir er talan um at spara í pensjónum?

 

6. Hvussu ætlar landsstýrið at virka so fyri, at kommunurnar gerast førar fyri at fíggja eldraøkið komandi 5-10 árini, sum alsamt gerst tyngri?

 

7. Hevur landsstýrið ætlanir um, við lóg ella á annan hátt, at leggja verandi kommunur saman í størri eindir?

 

Í viðmerking til spurningin vísir løgtingsmaðurin á, at tað longu nú er greitt – við tí búskaparstøðu, sum vit standa í og við teimum útlitum sum eru - at vit kunnu ikki bara lata standa til og láta sum um, at alt er gott og trygt búskaparliga í Føroyum.

 

– Tað almenna hevur ein stóran búskaparligan haldføristrupulleika og eitt bygnaðarligt hall hjá landskassanum. Hetta merkir, at tað vísir seg at vera ein áhaldandi negativ ójavnvág millum inntøkur og útreiðslur - útreiðslurnar yvirhála á hvørjum ári í alt størri mun inntøkurnar. Talan er um hall í bestu tíðum við nærmast ongum arbeiðsloysi og búskaparvøkstri, og harvið eitt alment virksemi,sum partvíst verður lánfíggjað, og tískil íkemur ein rentuberandi skuld, sum er vaksandi. Føroyski búskapurin er eisini undir trýsti upp á ymiskar mátar vegna inflatión og rentuhækkingar, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur víðari, at ein hækkan av pensjónsaldrinum ikki fær fíggjarligan virknað fyrr enn um eini 10-15 ár, og nógvir pensjónistar arbeiða longu eftir 67 ára aldur og upp til umleið 73 ár.

 

– Tí verður neyðugt við heilt øðrum tiltøkum og reformum longu nú. Tað verður ikki nóg mikið við búskaparvøkstri, nøkrum smærri sparingum og tálman, smáum umraðfestingum ella at framleiða okkum burturúr haldføristrupulleikunum - til tess eru trupulleikarnir ov stórir, og tí skal meira og annað grundleggjandi til eisini, sigur Johan Dahl.

 

Hann vísir á, at málið upp á stutt sikt er at tálma og steðga stóra útreiðsluvøkstrinum.

 

– Vit fara heilt einfalt ikki at hava fíggjarliga orku til at halda fram við núverandi samfelagsbygnaði og skipanum, ella halda fram við at kompensera við pengum ístaðin fyri at fremja neyðugar nýskipanir og bygnaðarbroytingar - og samstundis varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag. Upplýsast kann, at meginparturin av stóra búskaparvøkstrinum í Danmark og teirra sterka búskapi gjøgnum nógvu árini kann forklárast við leypandi reformum í eini 30 ár (reformpolitikkur) - nakað, sum nærmast er ikkieksisterandi í Føroyum, sigur hann.

 

– Tað er trupult hjá politisku skipanini at vita nágreiniliga, hvar skilagott ella mest upplagt er at fremja nýskipanir og bygnaðarbroytingar innan tað almenna sum heild og samstundis tryggja, at talan ikki verður um at skapa verri tænastustøði, men heldur betri og bíligari tænastur.

 

– Sambandsflokkurin legði fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar (LM-031/2023), dagfest 4. oktober 2023, har heitt varð á landsstýrið um at seta eina nevnd við óheftum serfrøðingum at lýsa og kanna og leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvørjir møguleikar eru í almenna geiranum at fremja neyðugar nýskipanir, bygnaðarbroytingar og betri almennar tænastur við støði í ítøkiligum arbeiðssetningi frá landsstýrinum til nevndina.

 

– Hetta uppskotið fall, og í álitinum frá minnilutanum hjá samgonguni eru nærmast bara undanførslur fyri ikki at kanna møguleikarnar fyri nýskipanum og at endurskoða bygnaðin innan tað almenna, sjálvt um verandi bygnaður í miðfyrisitingini hevur virkað síðan 1998 ella í umleið 27 ár, uttan nakra endurskoðan. Men síðan sigur minnilutin í álitinum, at tey eru eisini kunnað um, at landsstýrið arbeiðir við líknandi uppskoti. Ein politisk útmelding er nýliga komin frá løgmanni um eitt Nýskipanarráð og eina Nýskipanardeild - uttan at uppgávurnar hjá hesum eindum eru ítøkiliga nágreinaðar, sigur Johan Dahl.

 

Endamálið við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum var:

 

• at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið

 

• at betra samstarvið og samskipanina millum tað almenna og vinnuna

 

• at betra um búskaparliga haldførið í samfelagnum

 

• at tryggja eitt kappingarført samfelag

 

– Stóri búskaparvøksturin hevur seinastu 10 árini uttan iva havt við sær, at vit hava sloppið okkum undan at gera neyðugar nýskipanir og bygnaðarbroytingar, meira haldgóðar loysnir o.a. Men vit kunnu ikki longur ignorera trupulleikar og avbjóðingar í samfelagnum, sum krevja nakað av politisku skipanini.

 

– Ovurstóri búskaparvøksturin hevur havt við sær, at vit seinastu árini hava játtað 100-tals milliónir til almennu skipanirnar, sum kompensatión fyri vantandi nýhugsan - hetta á so at siga øllum økjum. Kunnu vit t.d. siga, at okkara almannaøki ikki kundi sæð øðrvísi út, enn tað ger í dag, har tað í høvuðsheitum er skipað eftir útlendskum leisti?

 

– Sjálvandi kundi tað tað, um vit høvdu sett okkara egnu standardir fyri, hvussu vit skipaðu økið. Sama spurning kunnu vit seta til, hvussu vit hava skipað eldraøkið, undirvísingarøkið, barnaverndarøkið, barnaansingarøkið, heilsuøkið, psykiatriina, rehabiliteringina o.a.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at Búskaparráðið, Landsbankin og harafturat nakrir almennir stovnsleiðarar hava seinastu tíðina eftirlýst, at politiska skipanin tekur búskaparligu haldføristrupulleikarnar í størri álvara og setur í verk nakrar reformar og nýskipanir.

 

– Um so er, at politiska skipanin framvegis sýnir passivitet, ja so kann tað enda við, at bæði land og kommunur koma í enn størri búskaparligar trupulleikar og í ringasta føri eina búskaparkreppu, sum fer at hava við sær óneyðuga skaðilig árin á vælferðarsamfelagið, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

 

 

Tað er Jóhan Dahl, løgtingsmaður, sum her situr í formanssessinum, sum hevur sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um málið. Mynd: Álvur Haraldsen