fremja málið um 100% grøna orku á landi í 2030. SEV, ið allar kommunurnar í Føroyum í mong ár hava átt í felag og á samhaldsføstum grundvølli, varð stovnað í 1946. SEV tók á seg ábyrgdina at loysa elorkutørvin [...] annars valdaði á Løgtingi í hesum máli. SEV hevur á fyrimyndarligan hátt loyst uppgávuna higartil, og hevur m.a. megnað at røkt sína veitingarskyldu so væl, at vit brúkarar trygt kunnu líta á streymin úr [...] úr kontaktini sum á “Amen í kirkjuni”, sum tikið verður til. SEV hevur stungið eina grøna og burðardygga kós út í kortið, sum skal flyta alla orkunýtslu á landi yvir til grøna orku í 2030. Ætlanin er somikið
triði. Watford er nú á níggjunda plássi. Sigurin bar við sær, at liðið lyfti seg framum Everton, sum var á odda á útivølli ímóti Burnley. Heimaliðið svaraði aftur og vann 2-1. Burnley er á sjeynda plássi – [...] farið av vøllinum uttan at tapa. Í dag hevði Spurs á Wimbley vitjan av Huddersfield, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið úrtøku. Í dag gekk tað ikki hjá Huddersfield, sum er trý stig omanfyri [...] Tottenham er nú á triðja plássi, men Liverpoll hevur møguleika longu í kvøld aftur at taka bronsuplássið. Hjá Swansea hevur tað gingið væl, síðani portugisiski Carvajal tók ábyrgdina á seg. Tá var liðið
umstøðurnar á Glyvursnesi eru nógv betri, enn tær vóru á Vatnaskørðum, har Tórshavnar Golfklubbi hevði breyt fyrr. – Á Vatnaskørðum var tann vansin, at vit ikki fingu spælt ta bestu tíðina á árinum, tí [...] 18 holini tann dagin vóru spæld, hevði Andreas F. Hansen lagt seg á odda. Hann hevði brúkt 80 sløg, sum er triðbesta avrikið á breytini á Glyvursnesi nakrantíð. Janus var tvey sløg aftan fyri hann, og síðani [...] við sær út á breytina. – Tað eydnaðist eisini at fáa tað at ganga so nøkulunda eftir vild. Vit spæla tey níggju holini seks ferðir, og fýra av teimum seks ferðunum brúkti eg 41 sløg, so tað gekk rímiliga
mannagongd, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen. Hann sigur, at eftir at Futt longi hevði roynt at koma á tal við Tórshavnar Kommunu um konsertina 2010, men ikki fyrr enn í mars varð Futt boðað á fund . -Men har sótu [...] viðhald, ikki løgfrøðisligt viðhald. Jóhannus á Rógvu Joensen úr Futt stendur sum kánus, eins og restin av nevndini í Futt. I 25 ár hevur felagið skipað fyri konsert á ólavsøku. Í ár skipar Tórshavnar Býráð, [...] Vit høvdu bæði Frændur og Hanus G. Johansen og mangt annað á skránni seinast, so hatta meta vit ikki eru haldgóðar grundgevingar, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen. -Vit vlja samstarv, og vit hava royndirnar
Saaremaa síðstu leikirnar hevur havt klárt bestu liðini, men upp á onkran máta hevur eydnast kvinnunum at vunnið á teimum, men á Rhodos gekk tað so ikki. Helst er Saaremaa aftur hesa ferð sterkt hjá bæði [...] heldur, at stamman á liðnum er tann sama sum á U19-landsliðnum, sum í september 2007 vann bronsu í norðurlandameistarakappingini. – Hjá kvinnunum er onkur við, sum eisini var við á Rhodos, men hinvegin [...] fyrireikað upp á tað, sigur Magnus Tausen. Hann vísir á, at spælararnir hjá Saaremaa eru stórir og vælvaksnir, og at venjararnir hjá føroysku kvinnunum, Kristian Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum, tí hava
Tað sá eisini út í fjórða setti, sum skuldi SÍ taka tað upp á sama máta sum hini bæði undanfarnu, tí tað gekk sum fótur í hosu, og SÍ kom á odda 20-13. Men so fann Fleyr servurnar frá fyrsta setti fram [...] kundi gerast ein avgerandi dystur. Á ein hátt kann sigast, at trýstið lá á Fleyr, sum skuldi vinna allar sínar tríggjar írestandi dystir, samstundis sum SÍ skuldi tapa báðar sínar. Við øðrum orðum skuldi [...] steypafinaluni. Breiddin á liðnum kom til sín rætt og nú riggaði bara alt í teimum báðum næstu settunum, meðan einki vildi bera til hjá Fleyr. SÍ fekk tí lagt seg rímiliga lætt á odda 2-1 í dystinum, so
enskt, ræður á nógvum økjum. Luttakararnir í panelinum í skúlanum á Kambsdali í farnu viku, vóru úr Føroyum, Íslandi og Noregi, sum øll høvdu innlegg til evnið. Kjakið, sum sjálvsagt var ætlað á eini slíkari [...] innflytarar, sum skulu læra norskt. Endre Brunstad er dr.art. í norðurlendskum máli og arbeiðir á Nordisk Institutt á universitetinum í Bergen. Hann er knýttur at granskingarætlanini, ?Den nye norsken?, sum kannar [...] fyrimunir og vansar við málreinskan. Hann vísti á, at vansarnir við reinskan eru fleiri, eitt nú gerast fólk ótrygg um egið málbrúk, og band verður lagt á málsligu skapanarevnini. Bei ella bless Úr Íslandi
ættarliðsskifti á besta mansliðnum hjá B71, og tað arbeiðið er nú væl á veg. Í ár hava tað framvegis verið kend nøvn so sum Eli Hentze, Rúni í Soylu, Jóan Petur Clementsen og Páll á Reynatúgvu at sæð á liðnum, [...] odda, tá hann rakti tvørstongina. Tað gekk rættiliga javnt á, men í 65. minutti fekk heimaliðið hol á, bólturin varð sendur innfyri LÍF-málið, har Eli Hentze legði hann. Tað snýtti ein LÍF-spælara, og so lá [...] ert í oddastríðnum, men tað varð hesin ikki, og tí kundu leirvíkingar av røttum halda, at trýstið á teimum á Sandi leygardagin var óneyðuga stórt. Waldemar Nowicki vísti seg enn einaferð at vera ein góður
nýggjar mans inn á liðið. Fróði Clementsen, sum ikki hevur verið við síðani summarsteðgin, var aftur í miðverjuni, og á verjukenda miðvøllinum spældi Edmund Jacobsen, sum als ikki hevur við á 1. liði í ár [...] einasti landsliðsmaðurin á vøllinum. Eitt hornaspark var sent væl inn fyri málið, Sumba-málverjin fekk hondina á, men tá bólturin síðani fór upp í loft og kom niður aftur, var høvdið á Fróða Benjaminssen fyrst [...] hildu, at Peter Jørgensen, sum spældi á vinstra vongverja hjá Sumba, hevði gjørt seg inn á ein av brasiliumonnunum hjá B68, og tað fekk hann reyða kortið fyri. Teir á vitjandi liðnum vóru tó ikki samdir
dystin, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn hoyvíkingar svaraðu aftur og komu upp á javnt. Í fyrra hálvleiki var lítil munur á liðunum báðum, men móti endanum av hálvleikinum fekk Kyndil lagt seg tvey mál [...] hava vunnið á. Seinastu ferðirnir, ið liðini hava hitst, hava teir grønu nevnliga vunnið greitt. Breiddin sigraði Dysturin sunnudagin í Hoyvíkshøllini var eitt gott dømi um, hvussu stór breiddin á Kyndlaliðnum [...] úti á vøllinum, tí breiddin var so mikið stór. Góður endaspurtur Leingi sá tað út til, at tað fór at gerast ein javnur og spennandi dystur millum H71 og Kyndil. Gestirnir fingu betru byrjanina upp á dystin