Í øllum norðanlondum er eitt týdningarmikið kjak um ávirkanina av øðrum málum, serstakliga enskum.
Norðurlendsku máløkini eru uppá seg smá, meðan stóra heimsmálið, enskt, ræður á nógvum økjum.
Luttakararnir í panelinum í skúlanum á Kambsdali í farnu viku, vóru úr Føroyum, Íslandi og Noregi, sum øll høvdu innlegg til evnið.
Kjakið, sum sjálvsagt var ætlað á eini slíkari ráðstevnu, mátti lúta fyri klokkuni. Dúgvan var nógv seinkað henda dagin, og tí byrjaði ráðstevnan ikki fyrrenn langt eftir ásettu tíðina.
Mál er annað enn ?snakk?
Úr Noregi vóru tað Albert Einarsson og Endre Brunstad, ið høvdu orðið.
Albert Einarsson er seniorráðgevi hjá VOX, sum er ein altjóða miðdepil fyri innlæring hjá vaksnum. Í innleggi sínum, sum hann kallaði, ?Mál er ikki bara at tosa?, vísti hann fram eitt telduforrit, ið nýtt verður til innflytarar, sum skulu læra norskt.
Endre Brunstad er dr.art. í norðurlendskum máli og arbeiðir á Nordisk Institutt á universitetinum í Bergen. Hann er knýttur at granskingarætlanini, ?Den nye norsken?, sum kannar sambandið millum norskt og onnur mál, serstakliga enskt.
Í innleggi sínum viðgjørdi hann serliga purismu. Hann samanbar máløkini og viðgjørdi fyrimunir og vansar við málreinskan.
Hann vísti á, at vansarnir við reinskan eru fleiri, eitt nú gerast fólk ótrygg um egið málbrúk, og band verður lagt á málsligu skapanarevnini.
Bei ella bless
Úr Íslandi kom Kristján Árnason, professari við Háskóla Íslands. Hann tosaði um normativismu og purismu, sum hevur eyðkent íslendingar í teirra hugburði til móðurmálið.
Longu í Snorra Edda og teimum grammatisku ritgerðunum finnast viðmerkingar um rætt og skeivt málbrúk. Rætta málbrúkið var at finna hjá yrkjarunum. Síðani tá hava íslendingar havt tað klassiska fornsøgu- og yrkjaramálið sum fyrimynd.
Nú á døgum leggja vit dent á at varðveita málið heilt aftur til upprunan, men spurningurin er, hvussu leingi hetta er sannlíkt og praktiskt gjørligt. Ber til at nýta eitt miðaldarmál og framvegis halda tað reint, var ein av spurningunum, ið Kristján setti fram.
Hann vísti á, at meðan farvælheilsanin, ?bei?, ikki verður góðtikin sum íslendskt, verður ?bless? roknað sum seríslendsk. Men veruleikin er, at bless eins væl og bei hevur sín uppruna enskum.
It?s only words
Jógvan í Lon og Jóhan Hendrik Winter Poulsen umboðaðu Føroyar á málráðstevnuni.
Jógvan í Lon kallaði sín fyrilestur, ?Holdning til engelsk importord í Norden?. Fyrilesturin bygdi á úrslit av meiningakanningum, sum vórðu gjørdar í málunum í Norðanlondum í 2002.
Hendan meiningakanning var ein partur av eini størri málhugburðsætlan, sum fer fram í løtuni við heitinum, ?Moderne importord i sprogene i Norden?.
Stórt spell, at mest spennandi parturin av fyrilestrinum hjá Jógvani í Lon, nevniliga samanberingin av úrslitunum úr Noregi, Íslandi og Føroyum, lá eftir, tí tíðin gekk undan.
Jógvan endaði sín fyrilestur skemtiliga við at spæla eitt brot úr sanginum hjá bólkinum, Bee Gees, ?It?s only words?.
Við hjólhesti av Velbastað
Tá Jóhan Hendrik Winther Poulsen fekk orðið, var so lítil tíð eftir, at hann mátti lesa sum til marathon. Men tað gjørdi ikki mun hjá professaranum, sum hevði súklað allan vegin av Velbastað heilt inn á Kambsdal henda morgun.
Jóhan Hendrik tosaði um eitt felags norðurlendskt talumál. Hann segði, at einaferð í ?gráu? fortíðini hava norðbúgvar helst tosað eitt felags lættskilt mál. Men við tíðini er hendur ein skilnaður, sum endaði við ymisku norðurlendsku málunum.
Hann vísti á, at føroyingar við síni klassisku lesiúttalu av danska málinum, hava heldur lættari við at gera seg skilligar fyri flestu norðbúgvum.
Hann segði eisini, at ?gøtudanskt? er einasti máti at syngja kvæðini uppá. Nýggju krøvini í skúlanum um ?normala? úttalu av danska málinum, ganga út yvir rættskrivingina, og ger málið fremmant mótvegis hinum norðurlendsku málunum.
At SvF ger danskan tekst til norðurlendskar filmar, metir Jóhan Hendrik hevur eina negativa ávirkan, tá ræður um at skilja hesi mál.
Professarin heldur, at serskilta føroyska úttalan av donskum er ein mentanararvur, sum átti at verðið varðveittur saman við nútímans úttaluni.