Stríð um ólavskukonsertina

Stríð hevur tikið seg upp um, hvør eigur rættin at skipa fyri ólavsøkukonsertini. Í eini 25 ár hevur Føroya Undirhaldstónleikararafelag, FUTT, skipað fyri, men í ár skipar Tórshavnar Kommuna fyri konsertini. Sambært FUTT er hetta nakað, sum Býráðið í Havn uttan nakað hevur tikið sær rætt til.

Futt ,fyrr FUT, klagaði avgerðina hjá Tórhavnar Býrað til Innlendismálaráðið, men hevur sum so ikki fingið viðhald. Bert moralskt viðhald, ikki løgfrøðisligt viðhald.

Jóhannus á Rógvu Joensen úr Futt stendur sum kánus, eins og restin av nevndini í Futt. I 25 ár hevur felagið skipað fyri konsert á ólavsøku. Í ár skipar Tórshavnar Býráð, ella Tórshavnar Kommuna, fyri konsertini.

-Hetta er bara hent. Púra uttan samskifti við okkum, og hetta er sera løgin mannagongd, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen.

Hann sigur, at eftir at Futt longi hevði roynt at koma á tal við Tórshavnar Kommunu um konsertina 2010, men ikki fyrr enn í mars varð Futt boðað á fund .

-Men har sótu tvey embætisfólk, ið høvdu fingið tann uriaspost at boða okkum frá, at kommunan nú tók yvir, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen.

- Tað er ikki lætt at blíva klókur uppá, hvat gongur fyri seg her. Vit skilja onki av hesum. Vit skilja ikki hetta spælið, og grynna ikki mótvegis borgarstjóra, varaborgarstjóra og umsiting í hesum maskuspælinum, sigur ein ikki sørt ørkymlaður Jóhannus á Rógvu Joensen.


Vánaligar grundgevingar

-Vit skilja heldur ikki tær grundgevingar, ið vit hava fingið, nevniliga at vit ikki hava vent okkum nóg nógv til tey ungu, og at nú skal konsertin gerast meira fólkslig. Vit høvdu bæði Frændur og Hanus G. Johansen og mangt annað á skránni seinast, so hatta meta vit ikki eru haldgóðar grundgevingar, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen.

-Vit vlja samstarv, og vit hava royndirnar, og óivað søkir Futt um loyvi at hava ólavsøkukonsert næsta ár. Men vit skilja ikki, at hetta, sum nú er hent, er hent uttan at roynt hevur verið at hava samskifti við Futt. Kommunan yvirtekur meira og meira. Hvat verður tað næsta, skal kommunan eisini yvirtaka kappróðurin og og kappríðingina?, spyr Jóhannus á Rógvu Joensen heldur ørkymlaður og skuffaður.

Borgarstjórin: ein heildarætlan

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur seg vita og skilja, at Futt hevur verið partur av ólavsøkukonsertini, men at alt broytist. Og tað er ikki bert viðvíkjandi Futt, men t.d. eisini Tórshavnar Ítróttarráð, ið er flutt á Skálatrø.

-Tað kemur ein tið, har ein má siga, at hetta gekk fínt, men nú er onnur tíð og aðrar ætlanir. Og tað er ein avgerð, ið er tikin um, at soleiðis skal tað vera, sigur Heðin Mortensen.

-Vit kendu tað, sum at alt var steðgað upp, og vildu hava annað innihald, eisini viðvíkjandi ágoðanum. Allur ágóði fer aftur til tónleikin. Vit hava eina breiða viftu av tónleikatilboðum, t.d. Tórspall og Perluna, og hetta er ókeypis, og tónleikarar fáa samsýning fyri at spæla. Hetta er ein heildarætlan, tí tað kostar at hava eina so breiða viftu av tilboðum. Tað sama er galdandi viðvíkjandi ítrótti, og onki av ágóðanum fer í kommunukassan, leggur borgarstjórin dent á.

-Tónleikarar fáa møguleika at spæla, og nýtast ikki at fáast vi annað, og fáa samsýning fyri at spæla. Tað er heildin, ið skal gjalda hetta, sigur Heðin Mortensen, ið samanber við ein fótbóltslekara, ið skal leika fótbólt,og ikki fáast við annað.


Hava havt samskifti

-Sjálvandi kann onkur kenna seg skuffaðan, men hetta er ein heildarætlan. Ólavsøkukonsertin er ein heildarætlan, ið hóskar inn í mynstrið. Vit hava ein leist, har ólavsøkan er ein heildarætlan, sigur Heðin Mortensen.

-Ongin hevur einkarrætt uppá ólavsøkukonsertina, og har hava eisini onnur verið inni í myndini áður viðvíkjandi fyrireikingum. Og at siga, at vit ikki hava havt samskifti, er ikki rætt, tí vit hava havt samskifti og umboð fyri Futt hava verið á fundi. Vit hava eisini áður boðað frá broytingum, og konsertin fór jú úr Kommunuskúlagarðinum, og oman í Tórsgøtu. Hetta er stutt og greitt ein avgerð, ið er tikin, um at hava ein leist, ið hóskar inn í mynstrið fyri ólavsøkuna, og at hava konsertina í tryggum kørmum á kommunalum øki, staðfestir Heðin Mortensen.

Varaborgarstjórin, Bogi Andreasen, sigur seg hava samskipað ávísar partar av ólavsøkuni, men sigur seg annars ikki vera beinleiðis part av málinum um ólavsøkukonsertina.