eftir. Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, sigur, at tað framvegis tykist eitt sindur óveruligt, at nú nýggi tunnilin er komin, og at hesin fløskuhálsur, sum gamli tunnilin altíð hevur verið, nú [...] serligum eftiransni. Tískil er tað ein stórur lætti hjá vinnulívinum í Hvalbiar kommunu, at hesin fløskuhálsur, sum slapp at vara alt ov leingi, er burtur. Vinnuliga hevur Hvalbiar kommuna havt brúk fyri einum [...] arbeiði á fiskavirkinum, har tey eisini hava arbeitt makrel, nú vertíðin er. Tað eru skip, sum eru knýtt at Hvalba, ið fiska makrel, og virkið hevur eisini fingið makrel í tangum frá Varðanum Pelagic á Tvøroyri
Vit liggja nakað niðarliga í landskappingini, men vit vóna at tað broytist skjótt, sigur Sonni Ragnar Nattestad og leggur afturat: – Nú fáa vit at síggja hvussu nógv venjarin vil brúka meg, men eg eri til [...] Eg havi ongar skaðar og um venjarin vil hava meg at spæla allar tríggjar dystirnar, so geri eg tað, sigur miðvingurin í miðverjuni. Tveir, sum ikki koma at spæla eru Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson [...] sótarhaldi. – Tað er ikki óvanligt at missa spælarar til skaðar og leikbann. Hetta er so nakað annað, men vit mugu bara klára tað eisini, sigur Sonni Ragnar Nattestad at enda. Føroyar spæla í annaðkvøld
– Eg sá fyri mær, at vit fóru at víðka virksemið. Eg var í starvi sum sølumaður hjá Føroya Bjór og segði tað starvið frá mær – uttan at hava nakað annað at fara til. Eg vildi sleppa at royna okkurt sjálvur [...] Bilrøkt eisini kinesisku MG bilarnar. – Vit royna at leggja dent á at hava innbjóðandi høli, soleiðis at kundin skal kenna seg væl, og vit eru sera fegin um at fáa fólk inn á gólvið. Men uttan góðu starvsfólkini [...] – Tað sum er mest umráðandi fyri okkum, er at kundin kennir seg væl, og at hann er tryggur við at keypa bil frá okkum. Tað sigur Jákup á Borg, sum er stjóri í Sp/F Bilrøkt, og sum stovnaði felagið fyri
rbólkinum, sigur, at tað fer eisini at vera galdandi í Føroyum, at summir bólkar fara at fáa tilboð um at fáa ta triðju sproytuna fyri koronu. Men hann sigur, at tað er ikki klárt at seta hetta í verk [...] helst ikki nógvir dagar, áðrenn ávísir føroyingar eisini fara at fáa hetta tilboðið. Hann sigur, at orsøkin til, at tað ikki er klárt enn, er, at greiða er ikki fingin á, hvussu tað skal skipast, um fólk skulu [...] gjørt av at bjóða ávísum bólkum eina sproytu afturat fyri koronu. Hetta eru fólk, sum longu hava fingið tvær sproytur, men nú stendur teimum eisini í boði at fáa eina sproytu afturat fyri at verja seg
Vestmanna sleppa vit at hoyra eitt bland av teimum bestu løgunum hjá Pink Floyd. Tvær vikur eftir rokkkvøldið í Vestmanna, venda Dúndurfréttir nøsina heimaftur til Íslands fyri at spæla eina útselda konsert [...] Nú minni enn tvær vikur eru eftir til stóra rokktiltakið Rokkur í Vestmanna, er greitt, at tiltakið verður á Bakkavegi omanfyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni. Hetta verður kanska
fyri, at børn kortini finna teir. Forvitin, sum børn eru og tí, at rottueitur kann síggja út sum bomm, kunnu børn finna upp á at lata posan upp og smakka á rottueitur. Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at tíbetur [...] vera skaðiligt at eta rottueitur, og er illgruni um, at barnið hevur etið av hesum, skulu foreldur seta seg í samband við lækna. Sjóvar kommuna heitir tískil á foreldur um at læra børnini, at um tey finna
heldur Heilsustýrið, at tað er skilagott at koppseta tey. Danska Heilsustýrið roknar við, at beinkrímið fer at vera herviligt í vetur, tí seinastu tvey árini hava koronutiltøk gjørt, at beinkrímið hevur verið [...] fólk og heilsustarvsfólk tilboð um at verða koppsett ímóti influensa, men danska Heilsustýrið heldur, at verða 300.000 børn í aldrinum tvey til seks ár koppsett, fer tað at minka um talið á tilburðum av beinkrími [...] verið mest sum burtur. – Orsøkin til, at vit mæla til, at børn verða koppsett fyri influensa, er, at vit við hesum átaki kunnu minka munandi um influensuna í vetur, sigur Helene Probst, sum er varastjóri
vandan at skera seg av brotnum glasi, sum liggur leyst í gráa posanum. Umhvørvisliga loysir tað seg at endurvinna glas, tí at framleiða vørur úr endurvunnum glasi er ikki eins orkukrevjandi, sum at framleiða [...] av landinum til endurvinning. Tað er skilagott at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum, tí glas kann endurvinnast umaftur og umaftur, uttan at góðskan á tilfarinum versnar. Tískil er glas eitt [...] Fyri einum ári síðani fór IRF at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning. Innsavningin, sum hevur verið á flestu bingjuplássum kring landið, hevur gingið væl og higartil eru góð 9 tons send av
gongur tað tó soleiðis, at tá ein hundur pissar, so vilja allir pissa. Hetta rann mær til hugs, eftir at strandingar herfyri tóku stig til at fáa eina stórhøll bygda á Strondum, at so nógv onnur brádliga [...] Nú tað gongur so væl í føroyskum hondbólti, so haldi eg, at vit eiga at steðga á og grunda yvir, hvussu skjótt og væl tað gekk at fáa ein tjóðarleikvøll, tá fótbólturin fekk sítt gylta úrslit í Landskrona [...] strandingar hava ætlanir um at byggja. Mær rennur til hugs, tá føroyingar bastu Eysturríki í fótbólti, hvørjir tá vóru skjótastir á sjóvarfallinum um at fáa ein altjóða góðkendan vøll at spæla á. Tað vóru nevniliga
Danska verjumálaráðfrúan Trine Bramsen sigur, at stórur vøkstur er í talinum av umsóknum, eftir at Verjumálaráðið fríggjadagin upplýsti, at tað var við at vera síðsta útkall, um fólk vildu flytast til [...] møguleika fyri at søkja um friðskjól í Danmark. Verjumálaráðið upplýsti í boðum fríggjadagin, at leygardagin 21. august var síðsta dagur at søkja, um tey skuldu hava eina veruligan møguleika at sleppa úr [...] Trine Bramsen sigur, at tað verður arbeitt alt samdøgrið í Verjumálaráðnum fyri at viðgera umsóknirnar, sum framvegis streyma inn. – Tað positiva er tó, at nú hava vit eina vón um, at vit hava fingið teir