Í Hvalbiar kommunu, sum umframt Hvalba eisini fevnir um Nes og Sandvík, er lutfalsliga nógv vinnulív - við fiskavirki gjøgnum mong ár, og her hava eisini gjøgnum langar tíðir verið nógv fólk, sum hava havt hjallin á sjónum, sum tikið verður til um menn, sum søkja sjógvin.
Ísfiskavinnan á sjónum og flakavinnan á landi hava í nógv ár verið ryggurin í vinnulívinum í kommununi.
Tá vit frættu úr Hvalba herfyri, var nógv arbeiði á fiskavirkinum, har tey eisini hava arbeitt makrel, nú vertíðin er. Tað eru skip, sum eru knýtt at Hvalba, ið fiska makrel, og virkið hevur eisini fingið makrel í tangum frá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Nú norðasti partur av Suðuroynni hevur fingið nýggjan og stásiligan tunnil, er eingin trupulleiki við tyngri flutningi gjøgnum tunnilin, sum øll árini var ein stórur trupulleiki.
Tá tungur flutningur kom til økið - ella fór úr økinum - var ofta neyðugt serligum eftiransni.
Tískil er tað ein stórur lætti hjá vinnulívinum í Hvalbiar kommunu, at hesin fløskuhálsur, sum slapp at vara alt ov leingi, er burtur. Vinnuliga hevur Hvalbiar kommuna havt brúk fyri einum nýggjum tunli, heilt síðan fiskavirkið í bygdini kom fyri hálvari øld síðan.
Nú fegnast øll um tunnilin, sum eisini kemur øllum øðrum til góðar, sum vitja í bygdini og í kommununi sum heild.
Men, í Hvalba eisini ikki bara fiskur. Her hevur eisini verið trolvirkið gjøgnum mong ár, og her eru fyritøkur, sum fáast við ymiskt handverk, bæði jørð-og lendisarbeiði, timbur og máling.
Hvalba hevur spildurnýggjan barnagarð, og her er kampingpláss - og eitt fantastiskt spælipláss, sum eisini verður nógv vitjað av fólki, bæði úr Suðuroynni og fólki, sum koma norðaneftir.
Nú í summar hava nógv fólk gist á kamping-og tjaldingarøkinum í Hvalba, har tað ikki minst hava verið útlendingar, sum hava reist tjald á økinum. Við spæliplássið og kampingøkið eru eisini kommunal wc, og her eru allir teir fasilitetir, sum bæði tey lokalu og ferðafólk spyrja eftir.
Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, sigur, at tað framvegis tykist eitt sindur óveruligt, at nú nýggi tunnilin er komin, og at hesin fløskuhálsur, sum gamli tunnilin altíð hevur verið, nú er burtur.
- Tunnilin skuldi langt síðan verið komin, men vit eru ovurfegin og takksom, nú vit hava fingið eina nógv betri og tíðarhóskandi farleið, sum vónandi um ikki so mong ár kann byggjast út við føstum sambandi undir Suðuroyarfirði, sigur hann.
##med2##