##med2##
FM1: Samrøða við Sonna Ragnar Nattestad
Føroyska landsliðið skal spæla tríggjar landsdystir upp á eina viku. Fyrst móti Ísrael í annaðkvøld, síðani Danmark leygarkvøldið og enda móti Moldova týskvøldið í komandi viku.
– Tað fær illa verið øðrvísi, men vit klára illa nokk at sova millum dystirnar. Men tað er ongin umbering, tí tað er tað sama fyri øll. Vit gleða okkum til dystirnar, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið persónliga er væl fyri.
– Persónliga gongur tað væl beint nú í Dundalk. Eg spæli hvørja ferð, men tað hevur ikki gingið so væl hjá liðnum í ár. Tað eru tað fleiri orsøkir til, men vit hava nú spælt væl í Confrence League og í steypakappingini. Vit liggja nakað niðarliga í landskappingini, men vit vóna at tað broytist skjótt, sigur Sonni Ragnar Nattestad og leggur afturat:
– Nú fáa vit at síggja hvussu nógv venjarin vil brúka meg, men eg eri til reiðar. Eg havi ongar skaðar og um venjarin vil hava meg at spæla allar tríggjar dystirnar, so geri eg tað, sigur miðvingurin í miðverjuni.
Tveir, sum ikki koma at spæla eru Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson. Teir eru endaði í sótarhaldi.
– Tað er ikki óvanligt at missa spælarar til skaðar og leikbann. Hetta er so nakað annað, men vit mugu bara klára tað eisini, sigur Sonni Ragnar Nattestad at enda.
Føroyar spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 móti Ísrael á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar við upptakt longu klokkan 15.