Sjóvar kommuna fær javnan boð frá fólki, sum hava sæð rottu, og tá soleiðis er, verða posar við rottueituri lagdir, har rottan er sædd.
- Posarnir verða væl fjaldir, men tað kann koma fyri, at børn kortini finna teir. Forvitin, sum børn eru og tí, at rottueitur kann síggja út sum bomm, kunnu børn finna upp á at lata posan upp og smakka á rottueitur.
Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at tíbetur smakkar rottueitur ikki væl, og tí spýta børn vanliga eiturið útaftur.
- Men, tað kann vera skaðiligt at eta rottueitur, og er illgruni um, at barnið hevur etið av hesum, skulu foreldur seta seg í samband við lækna.
Sjóvar kommuna heitir tískil á foreldur um at læra børnini, at um tey finna ein posa við rottueituri, skulu tey leggja posan aftur og ikki lata hann upp, ei heldur smakka av eitrinum.