sum geva eitt viðmæli um, at tú ert egnaður til eina so stóra avbjóðing. Túrurin niðan á Baruntse skal geva Johnny sítt viðmæli ? tað er hansara upptøkuroynd til Mount Everest. Meðalstóri, tættbygdi vest [...] væl, at hann kundi farið avstað í morgin, skuldi tað verið. Hann er klárur. - Fysiski formurin er í lagi. Eg havi altíð vant nógv, bæði til kappróður og hondbólt, umframt at eg havi verið á ítróttarskúla [...] Baruntse, sum telur. Hann er tað tídningarmiklasta júst nú. Eftir at Johnny í marts mánað var í bløðunum og greiddi frá sínum ætlanum, er ikki sørt, at áhugin fyri vestmenninginum er øktur. Fólk spyrja um
gransking er onki annað enn fjas og fjant, sum bara kostar pening. - Hinvegin er tað onki í vegin hjá føroyingum at apa seg eftir øðrum og taka vitan til sín, sum onnur hava fingið til vega, men tað er oftast [...] trúði hann ikki, at tað stóð so illa til, sum tað ger. - Náttúruvísindaliga deildin er fólksins tøkniliga mentanarháborg, men fíggjarliga er hon so illa niðurpínd, at tað er stór skomm fyri land og fólk. - [...] framkomnar matvørur úr havinum. - Men skal tað eydnast, er sjálvandi ógvuliga umráðandi, at neyðug tól til gransking og menning eru til staðar. Sum støðan er í løtuni, so finnast fleiri av hesum tólum ikki í
har er nógv sum skal gerast og nógv er, ið als ikki er nóg gott. ? Eg helt, at eg visti nógv, men ikki so nógv. Tað er onki galið við starvsfólkunum í heilsuverkinum, tað er heilt vist, men nógv er, ið [...] nú ta seinastu tíðina havi havt annað at hugsa um. Tá ein er til arbeiðis merkir ein tað ikki so væl, men tað at koma heim til eitt tómt hús er altíð ringt. Lisbeth varð gift ung við Jákupi, og saman eiga [...] eisini til at vera leysari til at vera heimanifrá, enn tá maðurin lá sjúkur heima. ? Tað hevur víst seg, at eg eri sterkari enn eg helt, men eisini er týdningarmikið at ansa sær sjálvum. Mark er fyri, hvussu
lættari. Og ein styrki, sum kemur til góðar sum borgarstjóri, er, at eg eri góð til at fylgja málum upp. Í kommunupolitikki eru nógvir myndugleikar uppi í málum, og tað er skjótt at málini stegða upp, so [...] skjót at siga “gott er”. Skal læra meg verða eitt sindur treiskari. Eg eri í so lagalig, men tað er ikki altíð, at tað er best. Hvat ger teg illa? Fólk, sum ikki eru at líta á. Tað er blivið eitt sindur [...] meg sterkan. Ofta verður sagt, at politikkur er skitin, men býráðspolitikkur er rættiliga praktiskur, og samstarv snýr seg um persónar. Eg haldi, at tað er vigtigt at kunna líta á tey fólk, sum eg samstarvi
tað er sera professionelt fyriskipað, og at hetta er við til at taka broddin av nervunum. - Tað er ein annar mentalitetur innanfyri arbeiði, kann mann siga. Teir hava eisini betri útgerð. Hetta er so størt [...] vinnur, so verður tað eingin skandala, tí hetta er ein partur av framtíðar promoveringini av honum í Danmark. - Men eitt er heilt vist. Eg fari at gera mítt til fyri at vinna, mín innsatsur skal so ikki liggja [...] Fyrireikingin dulmar nervarnar Tað er lang tíð síðani at fyrireikingarnar hjá Jens Marna til Melodi Grand Prix fóru í gongd. Hann viðgongur eisini, at tað hevur verið strævið til tíðir, men leggur samstundis
Ruds-Vedby er ein friðarlítil býur, sum hevur kirkju, samkomuhús, tiltøk fyri eldri, og har er ein handil. - Meira er ikki brúk fyri, sigur Álvheygg. Sjálvt um tey bæði nú flyta av landinum, er einki at [...] finna uppá enn at flyta til Danmarkar at vera nærri sínum. Tað gleða tey seg til, eins og børnini, hjúnarfelagar teirra og børnini eru ovurfegin um at fáa abba og ommu næstan til grannar. - Vit hava fingið [...] Astrid á Strondum, og tey húsini ætla tey ikki at lata frá sær. - Vit gleða okkum bæði tvey til at flyta til Danmarkar, men eg má viðganga, at eg fari at sakna ymist her, tí eg havi verið í so nógvum.
Uni Rasmussen er toppskorari hjá Fólkaflokkinum í Eysturkommunu. Sum toppskorari í størsta flokki er nærliggjandi at hugsa, at tað er hann, sum situr við initiativinum til at skipa eina býráðssamgongu [...] kvøld, sigur Uni Rasmussen. Sjálvur er hann stak væl nøgdur við úrslitið. - Eg hevði ikki væntað eitt so gott val, men kortini hevði eg eina kenslu av, at tað stóð væl til. Eg eri sera fegin um, at so nógv [...] nógv hava valt at vísa mær sín stuðul, sigur hann. Vanligt er, at toppskorarin gerst borgarstjóri. Verður eisini soleiðis í Eysturkommunu? - Tað fara samráðingarnar sjálvandi at avgera, men eg havi einki
er hann bara fegin, men hann hevur ikki so stóran hug til tær nógvu viðmerkingarnar. Men hann viðgongur, at tað krevur bæði treiskni og dyggan stuðul frá húskinum at gjøgnumføra eina sak sum hesa. Og [...] dyggan stuðul Men at tað kann vera bæði drúgvt og møtimikið at koma upp á tvørs av almennu Føroyum, má Jákup Mørkøre ásanna, tí tað tók honum næstan fýra ár at vinna sín rætt. Og nú dómurin er fallin, [...] eisini, at tað er ikki serliga hugaligt at liggja undir øllum møguligum ákærum í fleiri ár og at tað skal taka so langa tíð. ?Dómsvaldið í Føroyum melur, umenn tað melur ómetaliga seint og tað er tyngjandi
hetta er vamlisligt og skipað og góðtikin happing, sigur hann. – Hví er happing ein stórur trupulleiki í Føroyum. Tað er tí, at tað ofta bara verður góðtikið. Eg læs í eini bók, at happingin er systematisk [...] at eg dugdi til nakað, og tað gav mær íblástur og tankin var, hvat um eg kundi liva av hesum, sigur hann. Bilførari Síðani HF er hann tó ikki farin víðari at lesa sálarfrøði. – Støðan er broytt síðani [...] sleppa framat. Á festivalunum í Føroyum er øðrvísi. Her ganga vit eitt sindur runt á økinum og hjálpa, har tørvur er á tí. Men tað eru eisini tey, ið ringja til okkum, og so fara vit út, sigur Osvald Hansen
brævið skuldi ikki uppfatast sum stuðul til eitt uppskot, sum ikki var til tá. Og atkvøðugreiðslan mikudagin skal ikki takast sum eitt prógv um støðuna hjá tjóðveldisflokkinum til spurningin um útgerðarhavnir [...] uppskotið fall. ? Tí so er Suðuroyggin einasta økið í landinum, sum løgtingið hevur tikið støðu til, at har skal oljuvinna ikki vera. ? Og, hvat tað fer at bera í sær framyvir, er ikki gott at vita. Kortini [...] uppskotið samtykt. Tað, Hergeir Nielsen sipar til, er tað, sum hann kallar niðurgerðingin av øðrum tingfólkum, ikki minst tjóðveldisfólki, tá ið uppskotið var til viðgerðar. Hann sigur, at tað vóru m.a. s