Eg eri sterkari enn eg helt

Árið 2001 hevur higartil verið eitt baldrut ár hjá nývaldu fólkatingskvinnuni Lisbeth L. Petersen. Eftir formansvalið í Sambandsflokkinum í mars mánaða varð hon vald til formann. Í summar misti hon lívsfelaga sín ígjøgnum 40 ár, og nú til fólkatingsvalið er hon vorðin fyrsta kvinnuligi føroyingur á fólkatingi. Hvussu hevur nývalda fólkatingskvinnan fingið sorgina og valstríðið at hanga saman?

 

Sorg og valstríð

Valstríðið hjá Lisbeth L. Petersen hevur hesuferð verið merkt av øðrum enn plakatum og fjølmiðlum. Politiskt hevur hon havt somu umstøður, eins og øll onnur valevni, men reint persónligt hevur trýstið verið væl størri.

Í 40 ár vóru tey gift, Jákup og Lisbeth L. Petersen. Men fyri stuttari tíð síðan misti Lisbeth mann sín. Jákup doyði av krabbameini eftir stutta sjúkralegu. Eitt slíkt tap ávirkar sjálvsagt eitt menniskja persónligt, og í hesum føri møguliga eisini politiskt.

? Sjálvandi hevur hetta ávirkað meg og mítt valstríð, sigur Lisbeth L. Petersen, sum er fyrsta føroyska kvinnan á fólkatingi.

? Men tá tú verður settur í eina støðu sum hesa, uppdagar tú, at tú ofta fært styrki, sum tú ikki visti at tú hevði.


Ikki komin fyri seg enn


? Eg eri ikki rættiliga komin fyri meg enn, men tað hjálpir at eg nú ta seinastu tíðina havi havt annað at hugsa um. Tá ein er til arbeiðis merkir ein tað ikki so væl, men tað at koma heim til eitt tómt hús er altíð ringt.

Lisbeth varð gift ung við Jákupi, og saman eiga tey tvey børn. Tey fyrstu árini var hon nógv einsamøll, tí hann sigldi úti.

? At eg var so nógv einsamøll tá eg var ung, hevur eisini á ein ella annan hátt hjálpt mær nú. Tað hevur hjálpt mær við at verða sjálvstøðug og at taka mær av mær sjálvari. Eg hevði eitt heim at taka mær av, og noyddist tí at savna meg um arbeiðið, ið tað innibar.

Viðhvørt er tað komið fyri, at Jákup var burtur í 15 mánaðar uttan steðg, tí soleiðis var tað jú tá, og eisini vóru tey, Lisbeth og Jákup, samd um, at soleiðis skuldi tað verða. Til dømis var elsti sonur teirra átta mánaðar áðrenn pápin sá hann fyri fyrstu ferð. Lisbeth arbeiddi ikki úti tey fyrstu árini hon og Jákup vóru gift, men hon hevði ymisk áhugamál við síðuna av, og harímillum var politikkur.

? Áhugin fyri politikki kom, tá eg var heilt ung. Eg arbeiddi eina tíð sum skrivari í flokkinum, og eisini gjørdi eg ymiskt nevndararbeiði.


Mamman nógv at siga


? Eg havi fingið hjálp og umsorgan frá familju og teimum nærmastu, og hjálpir tað sjálvsagt ógvuliga nógv, sigur Lisbeth.

? Eisini tað, at flokkurin og arbeiðsfelagar sum heild hava víst góðsemi hevur hjálpt. Harumframt havi eg eina gamla mammu, sum er 90 ára gomul. Hon hevur verið ein ótrúligur stuðul at havt. Hon hevur verið sjúk hetta seinasta árið, men hon hevur ment seg, og hon hevur hjálpt mær ógvuliga væl.

Lisbeth L. Petersen sigur, at tað at hon hevur mist mannin hevur ávirkað hana. Tað sosiala hevur altíð havt hennara áhuga, og nú hon hevur sæð heilsuverkið innanfrá, hevur Lisbeth ásannað, at har er nógv sum skal gerast og nógv er, ið als ikki er nóg gott.

? Eg helt, at eg visti nógv, men ikki so nógv. Tað er onki galið við starvsfólkunum í heilsuverkinum, tað er heilt vist, men nógv er, ið krevur ábøtur.


Ansar sær


Lisbeth býr nú einsamøll, og hevur bert ein hund afturat sær, sum familjan hjálpir henni við. Nú metir hon seg eisini til at vera leysari til at vera heimanifrá, enn tá maðurin lá sjúkur heima.

? Tað hevur víst seg, at eg eri sterkari enn eg helt, men eisini er týdningarmikið at ansa sær sjálvum. Mark er fyri, hvussu nógv ein klárar, men júst nú havi eg tað gott við mær sjálvari, sigur Lisbeth L. Petersen at enda.