avbjóðingar við sær, og eg haldi, at árið sum heild hevur verið framúr gott. Eg tók við sum formaður í Nýtt Sjálvstýri fyrr í ár, og síðani tá hava vit verið til val tvær ferðir. Tað var ein rættiliga stórur biti [...] fólkavøkstur. - Í ár setti ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin eisini met, so eg fegnist sjálvsagt um, at nógv lív er í Klaksvík.
Samstundis byrja vit eisini av álvara at síggja broytingar í komandi miðbýnum [...] at vit fáa sett sjøtul á fleiri nýggjar íbúðir. Við verandi bygging í miðbýnum og teimum vardu íbúðunum, sum vit hava tikið í nýtslu í ár, so hava vit fingið 50 nýggjar íbúðir, og við einum átaki aftrat
BORÐTENNIS Orsøkin til, at so illa gekst í hond hjá borðtennis á Rhodos í 2007, kann partvíst finnast á leikunum í Hetlandi í 2005. Styrkismetingin og bólkingin verður gjørd eftir úrslitunum á undanfarnu [...] serstakliga løgin úrslit vóru í Hetlandi, endaðu tey sterkastu oyggjasamfeløgini í einum og sama bóki. Millum annað var illgruni um, at Rhodos hevði tveir góðar grikkar á sínum liði í Hetlandi, og at tað tí forskjeyt [...] stóran fyrimun av hesum, tá oyggin hýsti leikunum í 2007. Ein onnur orsøk kann helst eisini sigast at vera ættarliðsskiftið, sum er gjøgnumført seinnu árini. Í 2007 vóru allir spælararnir kanska ikki so klárir
vitjan í næstum. Tað er sjálvur forsetin í FEIF ? altjóða felagið fyri Íslandsrossafelag ? sum kemur til landið í dag. Lasse Eklund er svii og skal halda fyrilestur í kvøld. Tað verður klokkan 19.30 í ÍSF-húsinum [...] verður í tíðindaskrivi, at øll íslandsrossaáhugað eru vælkomin til hetta tiltakið. Íslandsross gerast alsamt betur umtókt runt um í heiminum. Tey gerast alt vanligari niðri í Europa og eisini í USA. Í fjør [...] kappingum, men í løtuni er nógvur framburður í felagnum Føroyskt Íslandsrossafelag, og nógv ung fólk halda seg til. Og tað er ikki bert í høvuðsstaðnum, men eisini runt um í landinum, eitt nú í Eysturoynni
at gleppa teimum av hondum, og at tað í staðin fyri KÍ verður Fram, sum í fjórðingsfinaluni skal eiga heimavøll ímóti B68. Formaðurin ivast Bjarki Mohr er formaður í kappingarnevndini hjá FSF. Hann váttar [...] nýtast sum præcedens ella fyridømi, sigur formaðurin í kappingarnevndini. Seinni í hesi vikuni verður væntandi endalig avgerð tikin í málinum. Formaðurin í kappingarnevndini sigur, at nevndin fer at ráðføra [...] Klaksvíkingar hava síðani 2. páskadag, tá ið teir í fyrsta umfarinum í landskappingini vunnu ímóti HB, verið í góðum fótbóltshýri. Men nú hava teir fingið eitt skot fyri bógvin, og tað skotið hava teir
Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag er illa við av tíðindunum í Sosialinum í gjár um allar útlendingarnar, sum vilja sleppa til Føroyar at arbeiða. Løgreglan í Føroyum sigur, at higartil í ár hava [...] teilendingar hava biðið um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, samstundis sum arbeiðsgevarar á fiskavirkjum í Vági og í Lopra hava váttað at taka teir í arbeiði. Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag [...] Føroyar, tí tað er arbeiðsloysi í Suðuroynni. ?Vit vita, at tað er arbeiðsloysið í Suðuroynni, ikki minst nú flakavirkið í Hvalba er steðgað. Vit halda, at mangla fiskavirki í Suðuroy arbeiðsfólk, eiga tey
Mentanarhúsið í Fuglafirði var alment tikið í nýtslu, var stórt tiltak í húsinum fyri tey eldru og gomlu. Tað var danski bólkurin, ?Gamle venner?, sum mánakvøldið í vikuni setti rættiligt lív í tey 150 eldru [...] eldru og gomlu, sum komin vóru saman í húsinum hetta kvøldið. Elsti limurin í bólkinum er farin um tey áttati. Ditleif Eldevig, formaður í Eldrafelagnum Borgin, sigur, at kvøldið byrjaði kl. 20 og endaði [...] var í Fuglafjarða kirkju hetta mánakvøldið kl. 20, og tey stukku eisini inn á gólvið í Mentanarhúsinum og sungu nakrar sangir. Hesi luttóku eisini í dansinum, sum var og vóru við til at seta lív í. Umframt
Petersen. Í 1988 varð flutt á Suðurrás, í 1997 niðan í Dvørgastíg, har tey fóru at prenta í 1999 og fingu bókbindarí í 2001. Í 2004 fusioneraðu arkprentsmiðjan hjá Dimmalætting og Hestprent í Føroyaprent [...] dámdi ógvuliga væl at venja, hann treivst í tøttum kappingum, og Jon vann fyrsta FM í Havn í september 1974. Serliga minnisríkar eru kappingarnar í Klaksvík í 1975. Á Norðoyastevnu rindaðu 530 fyri [...] umboðaði Føroyar í HM í Equador í 1982. Hann setti føroysk met í 200 metra firvald og 400 metra blandað, men tað rakk ikki til heiðursmerkir. At venjingarstøðan var góð sást, tá ið Jon í 1981 var komin
Dánjal Pauli sat í landsstýrinum í seks ár. Dánjal Pauli hevur eisini verið við í mongum øðrum almennum størvum. Í 1957 varð hann valdur í jarðarráðið. Her sat hann til hann í 1975 fór í landsstýrið, tey [...] tey flestu árini sum formaður. Tá mátti hann eisini leggja frá sær starvið sum formaður í umboðsnevndini hjá SEV, sum hann tá hevði havt í 12 ár. Eisini hevur hann verið limur í sjónvarpsnevndini og bru [...] Hvanneyri í Íslandi, har hann var árini 1944-46. Meðan hann var burtur máttu mamman, systrarnar og beiggin Olavus taka tyngsta takið við garðinum. Á búnaðarskúlanum lærdi Dánjal Pauli eisini at mjólka. Í Føroyum
nevndarlimur í Føroya Kommunufelag. Heidi er útbúgvin lærari, og hevur umframt nýskapandi virksemi og áræði í lærarayrkinum tikið fakliga felagsábyrgd sum formaður í Skúlavegleiðarafelagnum. Í 2001 gjørdist [...] Heidi er í løtuni næsta kvinna á lista Tjóðveldisins til Løgtingið. Hon varð vald á ting í Norðstreymoyar valdømi í 2004 – sum fyrsta tjóðveldiskvinna í Norðstreymi, og onnur kvinnan nakrantíð eftir Mariu [...] september í 2008, tá táverandi løgmaður sleit samgonguna, og hon skuldi júst taka við sum forkvinna í fíggjarnevndini. Tað er neyvan ov nógv sagt, at hevði Heidi Petersen sitið í hesum sessi í dag, og ein
at liggja nátt úti í Lítlu Dímun, tá veðrið hevur spælt teimum eitt puss. Men í dag er øðrvísi. - Teir lógu eina ótespiliga nátt í oynni í 1988. Tá høvdu teir bara hellið at kroka í, og teir vóru einki [...] úr Hvalba, sum er formaður í nevndini fyri Lítlu Dímun. Teir fóru út í oynna gjáramorgunin at reka. - Vit eru vanliga bara tvær ferðir á fjalli í Lítlu Dímun um árið. Einaferð um várið í royting og einaferð [...] nú eru í fínasta standi, sigur Óli Jensen. Tað eru tvey hús í oynni í dag, eitt sunnan fyri, sum verður nýtt, tá menn eru í Lítlu Dímun og fleyga lunda, og hitt er norðan fyri, har sum rættin í oynni er