BORÐTENNIS
Orsøkin til, at so illa gekst í hond hjá borðtennis á Rhodos í 2007, kann partvíst finnast á leikunum í Hetlandi í 2005. Styrkismetingin og bólkingin verður gjørd eftir úrslitunum á undanfarnu leikum, og av tí at nøkur serstakliga løgin úrslit vóru í Hetlandi, endaðu tey sterkastu oyggjasamfeløgini í einum og sama bóki.
Millum annað var illgruni um, at Rhodos hevði tveir góðar grikkar á sínum liði í Hetlandi, og at tað tí forskjeyt styrkismetingina so nógv, at Rhodos fekk stóran fyrimun av hesum, tá oyggin hýsti leikunum í 2007.
Ein onnur orsøk kann helst eisini sigast at vera ættarliðsskiftið, sum er gjøgnumført seinnu árini. Í 2007 vóru allir spælararnir kanska ikki so klárir til stóru avbjóðingina, sum teir so hinvegin eru nú.
Kjartan Eli Hentze, sum var sterkasta føroyska kortið á fleiri leikum, er givin, og Thomas Rasmussen, sum vann gull í einstaklingakappingini í Hetlandi, hevur valt tónleikin fram um borðtennis, so hann ikki longur er virkin spælari. Tí hvílir alt nú á okkara egnu ungu spælarum.
Spennandi nøvn
Og teir ungu spælararnir, sum eru tiknir út, eru hjá kvinnum Marin í Dali, Rakul Mikkjalsdóttir og Sheila Strøm, sum allar vóru við á Rhodos, og so er eisini unga Henriette Nielsen við hesa ferð. Hon hevur føroyska mammu og spælir við felagnum Søhøjlandet, sum hevur heimstað á Silkeborg-leiðini í Danmark.
Hjá monnunum er talan um Ragnar Egilsson, Róa Agnarsson og Hall Thorsteinsson, sum allir vóru við síðst, umframt Fróða Jensen, sum hevur fingið sera nógv burturúr á borðtenniseftirskúla niðri. Millum annað gjørdi hann ein vørr í FM-kappingini herfyri, tá hann vann á Róa í unglingafinaluni.
– Eg haldi, at vit eru komin sera væl ígjøgnum ættarliðsskifti, og hóast spælararnir eru ungir, hava teir fitt av royndum. Tí hava vit eitt ungt og gott lið, sum bjóðar av hesa ferð. Tey hava gjørt ótrúliga nógv við tað og eru væl fyri. Og eg veit frá spælarunum, at teir miðja eftir aftur at fáa heiðursmerki hesa ferð, eftir at tað var heldur soltið á Rhodos, sigur Andras Nolsøe, formaður í Borðtennissambandinum.
Gera nógv við tað
Eftir at hava havt fyrst ein fraklending og síðani ein norðmann sum venjara, ið tó ikki hildu á serliga leingi, er danskarin Casper Løje Pedersen maðurin, ið skal leggja spælarunum lag á. Hann gevst í summar, men vil sjálvandi fegin enda við einum góðum oyggjaleikaúrsliti.
At nógv verður gjørt fyri at fáa góð úrslit, boða fyrireikingarnar frá, tí um ein lítlan mánað fer landsliðið til Grønlands at kappast. Upprunaliga var ætlanin, at bæði Føroyar, Grønland og Ísland skuldu vera við, men íslendingar góvu avboð, so í teirra stað er eitt danskt lið komið við. Har fáa spælararnir óivað góða dystar- og kappingarvenjing undan Oyggjaleikunum.
Umframt hetta, so kemur svenskarin Jan Berner, sum er kendur frá borðtennisumhvørvinum og eisini starvast sum norskur landsliðsvenjari, á vitjan í juni mánaði. Við sær hevur hann ein góðan norskan spælara, so tann vitjan fer helst eisini at kasta okkurt av sær, ið kann geva spælarunum góða barlast undan Álandsferðini.









