Samráddist við aðrar flokkar hóast samgongan var skipað

Áðrenn Bárður Nielsen fór á fund við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um middagsleitið í dag var avtalað gjørd millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin um kortini at skipa eina borgarliga samgongu. Men tað vistu umboðini fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn ikki.

Ikki fyrr enn Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal fingu sms-boð um, at miðlarnir skrivaðu, at borgarliga samgongan varð skipað.

– Vit spurdu Bárð Nielsen, tá vit tosaðu saman í dag, um tað var rætt, at hann longu hevði skipað eina borgarliga samgongu, áðrenn hann kom á fund við okkum. Hann segði púra greitt nei, at tað hevði hann ikki.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, tá vit spyrja hann um samráðingarfundin, sum Bárður Nielsen um middagsleitið hevði við sitandi samgongu.

Bæði in.fo og aðrir miðlar fingu váttan um, at semja var millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin um at skipa samgongu, áðrenn Bárður Nielsen for oman á Gamla Apotek at hitta Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Báður Nielsen segði, tá hann kom út frá løgtingsformanninum klokkan 11:15, at av tí at borgarligu flokkarnir ikki náddu á mál, so hevði hann boðað løgtingsformanninum frá, at hann nú fór at royna at skipa eina samgongu við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Tað sást eisini á øllum brøgdum, at gott lag var á tingfólki hjá Miðflokkinum og Fólkaflokkinum, sum vóru í Løgtinginum, meðan Bárður Nielsen var á Gamla Apoteki á fundi við sitandi samgonguflokkar.

Aksel V. Johannesen heldur tað vera løgið, um tíðindi eru sonn, sum vórðu borin, meðan tey fundaðust við Bárð Nielsen.

Hann sigur, at bæði hann og Høgni Hoydal fingu sms-boð um tíðindini, sum teir fyrihildu Bárði Nielsen, sum tvíhelt um, at hann kendi einki til hesa avtalu.

– Bárður Nielsen segði okkum, at hann hevði verið hjá løgtingsformanninum og sagt, at hann hevði slept ætlanini um at skipa borgarligu samgonguna, tí hon bar ikki á mál, og at hann hevði fingið uppgávuna at vita, um hann kundi skipa aðra samgongu saman við sitandi samgonguflokkum.

– So um tað passar, at hann hevur gjørt avtalu við Fólkaflokkin og Miðflokkin, áðrenn hann fer á fund við okkum, so kennist tað sum um, at hann hevur misbrúkt okkum, sigur Aksel V. Johannesen.

Tá Bárður Nielsen kom út aftur frá løgtingsformanninum um hálvgumtvey tíðina, eftir at hava boðað frá, at borgarlig samgonga varð skipað, segði hann seg seg harmast um, at hann noyddist at samráðast aðrar vegir, áðrenn semja fekst millum borgarligu flokkarnar.

Hann segði, at meðan hann sat á fundi við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, varð semja funnin millum borgarligu flokkarnar.