dagarnar er feburin aftur farin at ganga, tí heimsmeistarakappingin í kvinnuhondbólti er í Týsklandi í hesum døgum. Lagt varð fyri sunnudagin, og næstu tvær vikurnar kemur kappingin at seta dám á ítróttarheimin [...] leiðir. Donsku kvinnurnar teljast millum favorittarnar til at vinna HM-heitið, og liðið, sum hevur vunnið bæði EM-gull og olympiskt gull, manglar at seta krúnuna á verkið við HM-gullið eisini. Spælararnir [...] tiltikna Anja Andersen, dugir at gera vart við seg, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Hon verður eisini ein av sentralu spælarunum hjá Danmark, sum skal royna at vinna HM-gull. Sunnudagin var fyrsti
settið kláraði Mjølnir at venda skeivu gongdini og teir vunnu fjórða sett. Neyðugt var tí fyri einum fimta og avgerandi settið, og eisini tað gjørdist sera javnt. Tað snúði seg um at vera kaldur í avgerandi [...] helvtin av stigunum, sum tey hava vunnið sær fyri jól, við til seinnu hálvu. Sigast kann tí, at spælt verður um eitt stig í hvørjum dysti nú, men tað kann eisini koma at gera mun tá kappingini líður móti endanum [...] Eysturskúlanum sunnudagin gjørdist ein fimmsettari, og tað var at enda heimaliðið, sum var á odda. Gestirnir úr Mjølni løgdu annars betri fyri og vunnu fyrsta sett, men so vaknaði liðið hjá Fram. Í 2. og
eins góðir garantar fyri, at einki verður vunnið á sjálvstýrisleið, tí einhvør broyting gerst bert við einum politiskum meiriluta. Um tað fer at bera til at fáa hesar mótpolar seinni at seta seg og viðgera [...] Lat meg byrja við at siga, at tað frøir okkum ikki so lítið í Javnaðarflokkinum, at tað nú verða fyriskipaðir fundir kring landið um ríkisfelagsskapin, og at fjølmiðlarnir eisini hava tikið hetta evnið [...] rúmar m.a. ikki teimum amboðum, sum avgjørt eru neyðug fyri landsstýrið til tess at reka ein skilagóðan peningapolitikk, sum átti at kunna fyribyrgt, at kreppan í okkara búskapi ikki fekk ta stødd, sum hon
við, at fleiri føroyingar, sum eru fluttir av landinum, fara at venda heimaftur av hesi orsøk, og at skattalógarbroytingarnar tí ikki fara at kosta landskassanum nakað. Hann hevur tó onga trygd fyri, at [...] mær tí ikki at taka nakra endaliga støðu til hesi nú. Hvørki fyri ella ímóti. Men eg loyvi mær kortini at vísa á, at logikkurin hjá landsstýrismanninum ikki hongur rættiliga saman, tí fyri júst einum ári [...] á, at úrslitið fyri 1997 ikki verður lutfalsliga so gott, sum tey bæði undanfarnu árini. Framgongdin er steðgað, og nógv bendir á, at úrslitið í 1997 verður verri enn í 1996, og tí er orsøk til at stúra
vakti slíkan ans, og ynski er komið fram um at fáa høvi til at hoyra tær upptøkur, sum liggja til grund fyri hesum niðurskrivingum, og er tað so heppið, at upprunaupptøkurnar eru til. Tær vórðu tiknar [...] sálmunum eru danskir, og eru teir at finna í Salmebog for Kirke og Hjem. Serliga tey ungu hava ynski um at sálmasangurin verður endurnýggjaður, og nú hava tey nakað at arbeiða við. Hetta er tann fyrsta [...] Velbastað skipaði fyri upptøkunum, og hava bondini síðani verið væl goymd á Fróðskaparsetrinum. Nú eru upptøkurnar so flutt yvir á nýggjari miðlar, og tað var í tøkum tíma, tí tað vísti seg at tíðarinnar tonn
til óbótaligan skaða fyri búfólkini, um tey verða flutt á psykiatriskar deildir á LS, vegna fíggjarligar sparingar. Í ST reglunum stendur at eitt og hvørt land eigur at tryggja sær, at menniskju, ið bera [...] støðuna, og kann hetta væl verra um teirra sjúku eisini. Tað undrar okkum stórliga at frætta at ráðini Ráðið fyri brekað Ráðið fyri Sjúkrahúsið ikki eru spurd til ráðs, áðrenn slík avgerð verður tikin. Enn einaferð [...] Aftaná at Sinnisbati hevur sent fleiri skriv, og enn onki hevur hoyrt aftur, loyva vit undirritaðu feløg enn einaferð at vísa á skeivleikan í avgerðini at lata aftur Pensionatið á Eirargarði 4. Bólkurin
soleiðis at verða eitt samlandi og bindandi lið frá fyrsta degi. Feløgini arbeiddu so væl saman, at tey skjótt fóru at tosa um, at hetta samstarvið átti at halda áfram, og at eitt meginfelag átti at verið [...] Almannastovuni, fekk málið at umsita. Hann sendi brøv til øll táverandi feløg fyri brekað her á landi við hesum boðum og eini áheitan um at taka stig til á onkran hátt við tiltøkum at markera árið eisini í [...] hjarta uttan at leggja ov nógv uppí og royndi so heldur at fáa tað besta burturúr í sínum fundarútskriftum. MBF hevði eisini ein stóran týdning fyri Karin Margrethu, og tað kunnu vit vera glað fyri. Hon visti
Ring er kunnað um, at Emil Thomsen hevur ætlanir um at útgeva »Føroya Kvæði« sum eitt 40 bind verk, harav 5 bind skulu koma út í 1998. Niðurstøðan á fundinum var tí, at Sláið Ring eigur at bíða eitt sindur [...] Poulsen, Sumba og Heini Mohr, Klaksvík. Sláið Ring hevur saman við mongum ørðum arbeitt miðvíst fyri at vinna kvæðamentan okkara heimarætt í skúlanum, og heimarætt fær okkara kvæðamentan í nýggju fólkaskúlalógini [...] innan økið. Áhugin hjá ungdómi at dansa føroyskan dans er vaksandi, og á aðalfundinum var uppskot frá ungdómi í einum av okkara stóru dansifeløgum, um at fáa Sláið Ring at formidla kontakt millum ungdóm
veitst tú, at tað er so ógvuliga stutt síðani at kvinnur í heila tikið fingu atkvøðurætt? Veist tú, at vit fingu henda rættin, tí at kvinnur tordu at seta krøv og í meira enn hálva øld hildu á at stríðast [...] má eg siga, at eg eri ikki samd við Rúni Sivertsen um, at javnstøðulógin er ein niðurgering av føroysku kvinnuni. Rúna Sivertsen nevnir at kvinnur í dag hava høvi til at arbeiða úti og at útbúgva seg á [...] Veitst tú, at orsøkin til, at vit í dag halda tað vera náttúrligt at kvinnur hava sama rætt og møguleika til útbúgving er, at tað einaferð, og tað er slettis ikki so langt síðani, vóru nakrar kvinnur,
undir at fremja ein meira óhepnan atburð. Og tað eru hesi ungu, sum barnaverndin fegin vil hava samband við. Ikki fyri at tey skulu revsast og verða skrásett sum brotslingar, men fyri at royna at rætta [...] potentielli vandin fyri, at ung gerast brotslingar, og tað er ikki soleiðis, at fremsta málið við barnaverndararbeiðinum er at fáa til vega hagtøl. Og eg man neyvan vera einsamallur um at halda, at vandin (ábyrgdin) [...] ungum í býnum, og vit vita tí sjálvsagt eisini, at tað eru ymiskar orsøkir til at ung fólk viðhvørt taka vøru ella annað uttan at gjalda fyri tað, og at tey allar flestu munnu hava roynt tað á ein ella