Jacobsen, Linu og Jens á Tórgarði. Tey bygdu á Abbatrøð í 1904, og vóru hetta fyrstu húsini bygd í hesum býlingi. Sama árið bygdu eisini Andrias Poulsen á Kák og Jógvan Waagstein á Abbatrøð. Bebba og Marius [...] skilamaður og ein sjáldsama arbeiðssamur maður. Hetta saman við tí, at hann var lagaligur og rættlinjaður at hava við at gera, gjørdi, at fólk høvdu álit á honum. Á ungum aldri stóð hugur hansara til sjógvin [...] arbeiddi hann á seglvirkinum saman við Niels Nielsen. Marius var eisini dúgligur traðarmaður, og ofta var hann at síggja á trøðni í hálvaskýming um várið eftir arbeiðstíð við tøðleypi á baki. Arbeiðsdagurin
skil á. Tá alt gjørdist sjálvvirkandi vóru allar ávaringar lagdar inn á teldur og telefonir. Hendir nakað, fáa fýrpassararnir boð umvegis fartelefon og teldu. Arbeiðið er einsligt, tí bert ein maður er á [...] Farvandsvæsenet. Talan er um trý ársverk við vitarnar, og tvey ársverk eru knýtt at Loranstøðini á Eiði og DGPS støðini á Bøllureyni. Hesir hava til uppgávu at røkja og halda við líka 27 vitar og tilhoyrandi hús [...] sum hoyra til nakrar av vitunum. Vitarnir eru tvinnir, landskenningsvitar og vinkulvitar. - Á Mykineshólminum og á Borðuni hava vit landskenningsvitar, sum eru teir minni umráðandi í dag. Hinir eru vinkulvitar
brakið á Ljósfestini í Vági, sum hevur verið hildin hesa vikuna í samband við, at 100 ár eru síðani elverkið í Botni varð tikið í nýtslu. Á stóra pallinum miðskeiðis í Vági fóru stór tónleikanøvn á pallin [...] eina legendu, sum hevur fleiri enn 60 ár á palli. Men Robert er á ongan hátt givin, og enn í dag kann ein til dømis síggja hann uttanfyri Irish Pub í Havn kl 4 á nátt, tá hann og Jón eru lidnir at spæla [...] fleiri førum hevur sonurin Jón verið við á bassinum. Og Robert fór seinni til Havnar at búleikast og fór at gera Barnaútvarp, og hevur annars í útvarpshøpi roynt seg á mongum økjum. Innan barnaútvarp, sum
Jóan Petur á Stongunum gjørdist eitt kent handilsnavn í Klaksvík. Hann kom 20 ára gamal í kongiliga handilin úti í Klaksvíkini og var har til 1862. Hann er fyrsti maður, ið setur seg niður á Eystaru síðu [...] ga. Í kontantum átti hann kr. 4.237, sum hevur verið ein heilt stór upphædd tá á døgum. Hansara leysu ognir eru seldar á uppboði fyri kr. 509. Hann átti tilgóðar hjá bróðursoninum Sam Olsen kr. 120 fyri [...] samlaðu ognina upp á um kr. 5.000. So var tað spurningurin, hvat ið skuldi fara burturav. Rasmus skyldaði kr. 58 til Finsens apotekara og kr. 15 til fysikus Boeg. Hetta bendir á, at hann helst er komin
uttanlanda, fjølgast á gøtum og strætum. Tey vilja heim í desember. Heim til brimdunið og hvirlur millum fjøll. Heim til desembermyrkrið og regnið, men eisini heim til ljósið í eygunum á teirra kæru. Tú vaknar [...] heglingur so grovur sum smágrýti berjir inn á rútin. Sunnudagur. Uttanfyri sleingjast mínar smáu elektrisku perur higar og hagar. Tær vórðu longu hongdar út á tey smáu granntrøini í november. Hví í november [...] liva so norðarlaga á jarðarkúluni, hava brúk fyri ljósi, smáum bjørtum geislum, sum bleiktra í myrkrinum. Tað hevur einki við jól at gera. Fyri mær kundi Jesus tað sama verið føddur á Ólavsøku í árinum
spell, at slíkur atburður fer fram á einum ítróttavølli, og ikki minni, tá talan er um leikara, sum umframt at vera liðskipari á egnum liði eisini hevur borið armbindið á landsliðnum. Slíkur leikari skuldi [...] hæli, samanspæli á miðjuni riggaði als ikki, og tá verður eisini trupult hjá framherjunum, sum høvdu sera ringar arbeiðsumstøður. Tí lág tað líka sum í luftini, at GÍ skuldi leggja seg á odda, og eftir eitt [...] sína bestu løtu í dystinum um júst hetta mundi, og umframt at skjóta seg upp á javnt, høvdu teir eisini møguleikar at leggja seg á odda. Útjavnandi málið kom, eftir at Henning Jarnskor slapp sær ígjøgnum høgra
sandoyingum á grasvøllinum á Svangaskarði sunnudagin, og hóast talan ikki var um ein ógloymandi fótbóltsdyst, so eru toftamenn kortini fegnir um dystin. Tí talan var ikki bert um triðja sigurin á rað. Teir [...] smekkaði til, bólturin brast í stongina og tá hann kom út aftur á vøllin var veteranurin Aksel Højgaard fyrstur á returinum. Tíðin var farin og B68 á odda 1-0. Hetta vóru ikki bestu treytirnar hjá B71 at fara [...] teimum at fáa skil á verjuspæl teirra. ? Tað hevur ligið okkum nógv á at gera spælið meira støðugt og tað hevur eydnast, sigur hann. Ein annar veruleiki er, at brasiliumenninir, sum komu inn á Toftir við ársbyrjan
Pauli til Danmarkar. Fyrst á tekniskúla á Glyptotekinum og síðani á Kunstakademiið í Keypmannahavn. Seinni hevur hann eisini verið gestalærari bæði á akademinum í Keypmannahavn og á akademinum í Oslo. Hans [...] vendur niður. Ella hvat er yvir ella undir. Kropparnir ella fólkini kunnu liggja á liðini ella standa á beinunum ella á høvdinum í sama skapi. Tey kunnu eisini vera í pørtum ella sum skuggar av sær sjálvum [...] og bara eitt ár eldri enn yngsti beiggi tín Marius. Eg eri føddur á Húsum, men eri uppvaksin í Vík, sum granni hjá abba tínum Hans Paula á Bø, sum tú er uppkallaður eftir. Tey stóru flottu hvítu húsini við
bygdarfólkið var á keiuni og veittraði farvæl. Ja, tað mundi eg gloymt, at Páll á Reynatúgvu helt røðu í barnagarðinum og takkaði fyri okkum. Ein bátur fylgdi okkum út eftir. Hann hevði enda á okkum. Tað [...] Sandoynna og Suðuroynna á útoyggjastøði. Nei, tingmenn, standi nú saman um tað, tit hava arbeitt fyri. Nei, tað, sum eg skuldi skriva um, var túrurin við Jóhannu. Komnir um borð á Smyril, møttu vit trimum [...] í koyggjurnar, og síðan bleiv siglt, tá ið alt var komið upp á pláss. Reisan niður gekk sera væl, eitt lítið samdøgur, so vóru vit inni á víkini, har Skeld lá, einar fimtan fjórðingar norðan fyri Scalloway
ógvuliga fólkatómt út umborð á Barsskor henda hósdagin. Klokkan er vorðin 13:20, og vit hava júst loyst frá landi í Klaksvík. Á dekkinum stendur eittans ferðafólkið - ein maður, sum er á veg til arbeiðis í Mikladali [...] verða lætnir aftur kanska longu í summar. Á Húsum er kortini bygdarskúlin væl koyrandi. Johanna Maria kundi tí, eins og hini børnini á Húsum fara í 1. flokk á sinni í tí lítla, men hugnaliga bygdarskúlanum [...] ein ung genta, sum situr á beinkinum og lesur í einum blaði. Hetta er Johanna Maria Isaksen, sum er ættað av Húsum. Hon gongur í 10. B í Klaksvík, og er nú liðug við skúlan og er á veg til hús við Barsskor