fáa uppí 30 skippund um dagin, og tað var heilt gott. Ein dagin vit vóru á Dana Bank, tá kom ísur á okkum. Tað var væl av fiski á línuni. Ísur kom skjótt, og vit royndu at draga tað, sum vit vóru mentir [...] so heim, fiskurin varð landaður í Vági. Tá var liðið so langt út, at vit fóru á sild við gørnum beinanvegin. Tað gekk væl á sildini, vit fingu 2200 tunnur tilsamans. Eg minnist eitt kvøldið, tá ið vit [...] kastaðu á Kappagrunninum. Vit fingu nokk so nógv av hýsu við toski uppi í. Men Hans Pauli var ikki so glaður fyri at fáa so nógva hýsu fyrst á túrinum, tí hon helt sær verri enn toskur. Túrurin gekk kortini
men hann hevði ikki fingið prestsins hond á høvdið. Hetta forðaði honum eitt ár, men so vildi hann ikki bíða longur. Nú var hann á 16. ári. Tað var eingin prestur á Viðareiði um tað mundi, so okkurt mátti [...] gongu út í skúlan í Saltnesi, har pápi gisti, meðan hann gekk til úti á Nesi saman við øðrum góðum garpum og gentum. Millum konfirmantarnar var Bartal á Strondum. Mentunarsetur í Saltnesi Skúlin í Saltnesi [...] hennara. Tey hava á ein fyrimyndarligan hátt gjørt sítt til at lætta um hjá Símun Jóhan, so hann sum minst varð darvaður av sínum breki. Seinastu tíðina var tað greitt, at tað gekk aftur á hjá honum. Men
lýst varð á hana við ljóskastarum í myrkri. Eg kundi síggja andlitið á Kristusi upp til 110 fjórðingar til havs. Tann blindi ferðamaðurin. ##med2## Tað er ikki ókent, at fólk sníkja seg umborð á eitt skip [...] Allur skermurin á radaranm varð hvítur, so vit sóu ikki, hvussu langt vit vóru frá landi. Vit máttu steðga og ankra upp, so vit ikki rendu á land. Flúrar vóru eisini uttanfyri har. At fara á land mátti fyri [...] er okkurt, sum er reiðiliga galið. Nú rópar loðsurin á okkum á VHFinum. So spyr hann hvussu tað hevur gingist hjá okkum. Tá hevði verið jarðskjálvti á botni, og hetta var orsøkin til alduna og rullið. Tá
ógvuliga stórur. Bingo vóru í Klaksvík, á Oyrarbakka, í Vágum, á Argjum og í Suðuroy, Lisa Frederiksberg og Lions skavaðu nógv saman, og so var fíggingin komin upp á pláss. Tá ið vit vóru niðri í oktober [...] skipaðu fyri tiltøkum, tí tey ætlaðu sær uttanlands, heittu tey á meg um at hjálpa teimum. Hetta eru fleiri ár síðani, og so hevur hetta vundið upp á seg. Nú dugi eg ikki at ímynda mær ikki at vera við í Nón [...] ið í Keypmannahavn, í nýggj høli í Venøgade á Eysturbrúgv. Játtanin var so mikið knøpp, at tað í fyrstu atløgu ikki var møguleiki fyri skápum og sjónvarpi á kømurunum. Í summar tók Laura stig til at peningur
heima álíkavæl. Frida var gift við Hans David á Skansa í Syðrugøtu. Hann var sonur Hansinu, ættað úr Guttastovu, og Jóan Paula á Skansa, bæði úr Syðrugøtu. So gekk leiðin til Gøtu. Hetta var fyrrapartin í [...] vísti mær á eina bátsmanning, sum eisini var har. Eg kendi tá einki fólk her á leiðini. Men fór tó at tosa við ein av monnunum um at sleppa við teimum til Streymnesar. Hetta var Jóan Jakku á Brúnni í [...] partur Eg havi fyrr umrøtt annað húsið á Skorpusoyruni norðanfyri Langasand. Hetta var í sambandi við Hans Jacob Andreassen, sum fórst við “Ernestinu” í 1930. Jóan Petur á Langasandi hevði keypt húsini hjá
kallaður, tá ið hann gekk á skiparaskúla í 1931/32. Hann hevði kanska verið við honum sum fiskimaður. Á slóðini í Múla Eg og Poul Andreas, sum eg giftist við, vóru nógv ár seinni ein túr á Viðareiði. Tá sigi [...] komið var so á Havnina tann 24. oktober. Hendrik segði mær, tá ið vit hittust, at nú væntaði hann, at tað bleiv deyðin hjá honum. “Men nú eri eg komin,” segði hann. Tá komu fleiri teirra á sjómansheimið [...] til seint á kvøldið. Eg spurdi, um hann ikki kundi bíða eina viku afturat at koma! So illa vildi til, at henda dagin, eg bað hann ikki koma, var hann farin til Hvannasund í grind. Báturin fórst á veg heim
trongum ringi, kundu væl hugsast at finna upp á uppaftur høpisleysari undanførslur fyri at drekka meiri vodka ? eitt nú at gita longdina á rúminum í fótum ella á borðinum í tummum. Og hvør veit, kanska gera [...] Sjálvur umboðaði hann Sovjetsamveldið á trimum meginfundum ? í Teheran 28. nov.?1. des. 1943, í Jalta á Krim 4.-11. februar 1945 og í Potsdam 16. juli?2. august 1945. Á hesum fundum hitti hann Winston Churchill [...] Og endiliga eigur ein at hugsa um veðrið ? evjuna ? raputitsa ? sum á vári og heysti darvaði týskinum í ólukkumát, og kuldan, sum á vetri týndi túsundtals at kalla summarklæddar hermenn. Men ikki minni
núverandi kaiina, og tá ið vegurin seinni bleiv gjørdur, gekk hann ikki longur enn út til Vendingarplássið, og bert ein breið gøta gekk harfrá og út á Marknoyri. Olávus keypti grundstykkið, 100 metur ytri [...] Poul minnist manga góða løtuna á útróðri við “Ellu”, á Dalagrynnuni ella uttan Stein. Men hann minnist eisini onkran ringan túrin sum t.d. tann dagin, tá ið teir vóru norðuri á sjónum eystur úr Dímun. Teir [...] Alexandur Vilhelm til smiðjuna, sum hann bygdi uttanvert húsini hjá Olávusi, men niðast á bakkanum, tí rógvast skuldi yvir á skipini, sum lógu har útfyri. Olávus hevði gott vinalag við tann sera fitta mannin
í 1921. Eg og aðrir dreingir fóru ofta at síggja, hvussu tað gekk við vegnum, tá hann var komin út um bøgarðin á Heyggi og Mýrini. Tað gekk nakað spakuliga at koma frameftir. Reiðskapurin, ið var til [...] berg, har tað var høgt niður á sjógv, og Leynaklyvjarnar, har tað var ein høgur hamari á ovaru síðu. Tað var, sum hann hevði eitt loft, sum røkk nakað út móti Leynavatni á niðaru síðu. Her var vandi fyri [...] vøkstri, stóð innibyrgdur í honum. Vit sóu bert høvdið á prestinum, tá ið hann talaði. Spakmæltur var hann eisini. Men her á fundarfløtuni stóð maður á einum grótpalli, rópti og veipaði við báðum ørmum. Tað
at hetta var á fáa á Kirkju. Posthús var í báðum bygdum. Men fekst posturin ikki uppá land í aðrari bygdini, so var gingið ímillum. Høgættin var betri í Hattarvík, og lágættin var betri á Kirkju. Menninir [...] frágreiðing. Hann var sjálvur fjórði á útróðri hendan dagin. Veðrið var nakað ruskut við aldu, men tað var ikki vandaveður. Líggjas hevði sæð ein bát longur úti á, sum kundi verið tann burturgingni báturin [...] dóttir, ársgomlu Amaliu. Pápi Johannes, Fríðrikur, gekk annars burtur saman við Símun úr Gullaksstovu í Svínoy, skyldmann hjá Símuni, 25. september 1884 á ferð av Borðoyavík til Svínoyar. Sára og landnyrðingur