tann anga, sum skaparin gav okkum. Her eru øll eins, bæði børn og vaksin. Húsroykurin er burtur, men annar roykur er komin ístaðin, sum oyðileggur t. d. osonlagið. Hann er ringur at tevja, ringur at temja [...] temja og ringur at tæna. Men hann er har og ger óbótaligan skaða. Her er roykur og eingin grind, er orðafelli, sum stavar frá teirri tíðini, tá ið glaðað varð. Í Fuglafirði var einki glaðingarstað. Eystangrindir [...] og hevði onga virðing fyri mannalívinum, og svá er enn tann dag í dag. Eitt orð sigur: At senda letingan er sum roykur fyri eyguni. Týdningurin av hesum er tann, at letingin kemur aftur uttan at hava útint
nakað sum helst er hent. Tí kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk at rinda skatt. Tú skal bert lata vera við at geva upp. So einfalt er tað. Ella sagt við [...] ikki sínar skyldur mótvegis samfelagnum, fáa tey ein stóran nagla í hurðina. Men soleiðis er ikki her hjá okkum. Her ber, sum skilst alt til. Onkuntíð hava ætlanir verið um okkurt líknandi lógaruppskot, men [...] persón, ið sipað verður til, men er hetta bert ein roynd at vísa á tað himmalrópandi órættvísi sum fer fram. A-skattgjaldarin, ella hann vit kalla vanligi skattaborgarin, er ikki áhugaverdur í hesum høpi
ídnaðarvirkir av hesi orsøk liggja so at siga alla staðni í vesturheiminum. Í dag er tað vitanarinfrastruktururin, sum er kjarnan í kappingarførinum hjá einum landi. Tekur tú eina orðabók og leitar eftir [...] so finnur tú tað neyvan. Í øðrum, størri londum er talan um nógvar partar í vinnuligu karmunum, sum ikki verða tengdir saman. Hjá okkum í lítlu Føroyum er tað skil í at tengja teir partarnar saman, sum [...] granska vit fyri umleið 0 kr. Tað er sjálvsagt ikki heilt rætt, tí stovnarnir úti á Debesartrøð granska, men umstøðurnar eru so trongar, at sæð við grovum brillum er tað einki. Tann, sum roknar við, at
longur, sigur Halldis. - Munur er á ættbólkum, sum hava hoyrt evangeliið og tey sum ikki. Hóast Gud er komin inn í teirra liv, so er gerandisdagurin stríggin, men óttin er burtur. Tey hava fingið ein annan [...] lesa. Kanska út í heim at arbeiða, sigur hon og tað er týðuligt, at hon hevur verið ovstutt heiman. Singapore er ein millumstøð fyri ferðandi fólk. Her hitta vit fólk, íð hava verið á langari ferð, sum eru [...] doyvandi. Tá pínan er burtur, so halda tey, at tey eru frísk og so fara tey beinanvegin aftur til arbeiðis, sigur Halldis Grønastøð. Brúk fyri evangeliinum Halldis er ikki í iva um, at tað er eitt gott arbeiði
kemur at minnast alt lívið, og her rennur mær til hugs sangin hjá Mikkjali á Ryggi: Kom upp á fjallatind, lít yvir Føroyalandið, so undurføgur mynd, her lyftist upp vár andi. Her runga túsund mál um rók og [...] í fjøllini ? bæði her nærhendis og aðrar staðir kring oyggjar okkara. Sjálvandi havi eg gingið nógv í fjøllini nærhendis heimbygdini. Eitt nú sum seyðamaður bleiv nógv gingið. Her hugsi eg um allar tær [...] uppliva, hvussu vakurt tað er at koma upp á fjøllini. Tveir teirra vóru 16 ára gamlir, og tann triði var 22 ára gamal og var komin úr Danmørk við gentu síni at vitja. So her lá tað væl fyri at fáa eina
longur. Her skal nakað ítøkiligt henda nú. Nevniliga 3 1/2 minuttir um sundið, døgnið runt, uttan bíðitíð. Talan er um skilagóðan lokalpolitikk og ikki minst neyðugan landspolitikk. Talan er her um lívæðrina [...] lætt í Føroyum. Tað er bara at hava Oyragjógv við í ætlanini, so ert tú skjótt eitt slíkt upplivilsi »ríkari«. Fyri meg sum føroying er slíkt ein óneyðug skomm. Hetta ikki eindømi. Tað er gleðiligt at lesa [...] soleiðis er ikki - enn. Og nær fer at vera soleiðis, ið tað átti at verið? Á fundi við landsstýrismannin Finnboga Arge fyri kortum var upplýst, at hetta arbeiði fer at vera gjørt. Men enn er ongin tíðarætlan
vegin. Tað er eisini at frøast um, at útbúgvingin eisini gevur rættindi til at lesa víðari annaðhvørt tað nú er eftir 2 ára útbúgving ella eftir 3 ára útbúgving. Her er farið fram við skili og tað er ein heiður [...] øll, sum eru komin saman her í dag at heiðra tey, sum nú fáa lønina fyri ta tíð, sum tey hava gingið her á skúlanum. Tað er fyri mær en sonn frøi at hava fingið høvi at koma her í dag at bera tykkum eina [...] útbúgving er ein av teimum fáu í Føroyum, sum hóska til tað føroyska samfelagið og ikki er ein eftirlíkning av øðrum útlendskum útbúgvingum. Men vit eiga at sláa fast, at henda útbúgving er komin fyri
Árið er 1989. Teir eru júst fluttir upp í 1. deild fyri fyrstu ferð nakrantíð, og teir enda við at vinna føroyameistaraheitið ? og tað enntá uttan at tapa nakran dyst. Tað er sjálvandi B71, talan er um. [...] eisini lagt størri dent á at hava eina vælvirkandi ungdómsdeild. Martin Kúrberg er sum nevnt settur sum ungdómsvenjari, og hann er á vøllinum útvið 25 tímar um vikuna umframt í vikuskiftunum, tá dystir eru [...] B71 hevur í dag lið í øllum teimum yngru deildunum, og tað at felagið er umboðað í tveimum av steypafinalunum hjá teimum yngru (tað er ongantíð hent fyrr), ber boð um, at tað gongur rætta vegin í Sandoynni
kláran, sigur Reidar Nónfjall. - Henda leiðin er truplari enn t.d. leiðin til Klaksvíkar ella Vágarnar, tí har eru onnur skip at sigla umframt Smyril. Her er bert tað eina, sigur Reidar Nónfjall, ið annars
sjálvstøðuna, er ikki nakað lop út í tóman heim, hvørki búskaparliga, útbúgvingarliga ella heilsuliga. Hann vísir á, at tað eisini er nettup hetta, sum er avtalað við donsku stjórnina í grein 9, sum er ein staðfesting [...] Hoydal, landsstýrismaður, sum í hesum døgum er virkandi løgmaður, nú Anfinn Kallsberg er sjúkrameldaður, sigur seg vera væl nøgdan, nú avtalan við Danmark loksins er samtykt. Tað kenst ikki sørt sum ein lætti [...] yvirtaka vit alt tað, sum danir hava forsømt. Her má fáast ein uppgerð, sum eisini byggir á eitt forarbeiði., ið snýr seg um, hvat er rímuligt og rætt. -Men er tað ikki eitt sindur løgið at einum sjálvst