stórfavorittur at vinna steypafinaluna í høllini á Hálsi seinnapartin. - Vit eru stórfavorittar, og tað hava vit verið alt kappingarárið. Vit taka fegnar tann leiklutin á okkum, sigur Marjun Falkvard Danberg [...] fullkomiliga tamarhald á dystinum. - Vit vóru ongantíð vísar í, at tað fór at røkka hjá okkum. Av og á var munurin fýra mál, men VB vildi ikki geva seg. Tíbetur reistu vit okkum, tá mest stóð á, sigur hon [...] men vit vita, at alt kann henda í einari steypafinalunu, sigur hon. Tað kom dátt við hjá neistakvinnum, at stórskjúttin Barbara Brauer fekk ein stoyt undir venjing mikukvøldið. Hon er kortini komin fyri
allar upplivingarnar. − Vit vóru greiðar yvir, at tað fór at vera ein mentanarskelkur, og strævið var at síggja so nógva neyð og so nógvan vesaladóm. Men vit eru fegnar um, at vit gjørdu ferðina, sum heilt [...] at øll hesi fólkini vóru komin at taka ímóti teimum. Seinni funnu tær út av, at ein ráðharri var við flogfarinum, og tað var honum, fólkini tóku ímóti. Men har vóru onnur komin at taka ímóti teimum, po [...] bussur stóð har til at flyta tær runt í landinum. Búðu væl -So at koyra til býin Grandbassam, har vit skuldu búgva. Tað var hugtungt at síggja vesaladómin, kroysur, allastaðni líka skitið, og tey seldu
sindur inn í hesa øldini, eru skjaldrini ikki so vanlig. - Mær kunnugt eru skjaldrini í Føroyum øll líka. Nøkur frábrigdi eru sjálvsagt í løgum og orðasmíði, men sum heild eru tey tey somu. Í Funningi er [...] ini so at siga. Sungið varð fyri okkum, tá vit lógu í vøgguni, vit vórðu nanað, og eg minnist serliga løturnar á knænum hjá pápa, har hann sang fyri mær. Vit fingu ein beiggja, tá ið eg var níggju ára [...] karðaðu og pápi spann, lærdu vit skjaldrini. Menn komu inn við snældum, og so sótu teir og vundu, meðan vit øll sótu og sungu. Onkuntíð komu gamlar konur til okkara at spæla kort. Vit hava havt ein einastandandi
prestaútmelding. Nú eru tað 10 eftir sum royna at siga fólkinum: »Vit meina ikki tað, sum vit meina«. Ivaleyst hevur onkur tala at presti teirra. Tó er eingin almenn um-bering komin til prestar okkara. [...] segðI honum hví við I meinigheitsráðnum høvdu handla so sum vit gjørdu, og at tað vóru vit, Ið høvdu heitt á prestar okkara um at siga bispi, at vit ikki mettu tað rætt at vera, at Karsten Nissen tosaðI í [...] hansara fyrimynd ? Gadens Parlament? til tess at fáa teirra vilja framdan í skúlunum. Vit søgdu nei, fyri at markera at vit ikki mettu tað rætt at vera, tað sum nú ein av teimum donsku bispunum hann sum skuldi
tíma høvdu vit í Oslo at finna flogfarið til Alta. Vit komu tó avstað at enda. Komin til Oslo høvdu vit eitt korter at skifta flogfar. Men við góðari hjálp frá fryntligu starvsfólkunum, vunnu vit upp flogfarið [...] ubehagelig?. Tá vit komu til Alta um tvey tíðina var myrkt. Í flogfarinum úr Oslo mundu vit vera flest allir luttakarar, uttan lokalu norðmenninir. Men vit kendust ikki enn. Í bussi koyrdu vit, sum vóru við [...] steðgaðu vit av og á, millum annað, tí vit skuldu seta rypufellur, snarur, ið vit síðani kannaðu morgunin eftir. At enda tyktist tað, sum var ikki endi á ferðini og ikki endi á villu vetrarvíddunum. Vit koyrdu
rúsevnini í bilin. - Vit vita tað ikki, tí her eru eingi prógv, segi Jógvan Páll Lassen. Verjarnir tosaðu eisini um persónarnar í Litava, nevndir í málinum. Einki hevur verið frammi um, at teir eru handtiknir. [...] leggja aftrat røðunum hjá verjunum. Hon segði nøkur fá orð: - Eg haldi sjálvur, at vit vórðu lumpaðir, ungir og býttir, sum vit vóru. Eg tók bara ímóti tilboðnum fyri at fara út at ferðast og fáa arbeiði, segði [...] fyri teimum tólv nevningunum, sum í morgin skulu taka støðu til, um teir báðir ungu litavisk menninir eru sekir ella ei í rúsevnissmugling. Ákærin krevur menninar dømdar sekar, verjarnir krevja frídøming.
sjógvi eru vorðin nógv hægri enn aðrastaðni í heiminum eftir Piper Alpha vanlukkuna í 1988. Hann viðgekk, at talan er um eitt harðbalt umhvørvi men legði dent á, at trygdarkrøvini í Bretlandi eru á sera [...] føroyskum øki, ikki eru nóg stór og harvið lønandi at standa einsamøll, tvs. at verða bygt út sjálvstøðugt, so kunnu hesi kortini gerast lønandi, um ein infrastukturur longu er í umhvørvinum. Vit kunnu tí væl [...] gassinfrastuktur vestan fyri Hetland, eisini eru eitt slag av íløgu í eina framtíðar føroyska kolvetnisvinnu. Hin møguleikin er so eisini, at gasskeldur her eru so mikið stórar, at man heldur velur hina
Kanningar higartil hava víst, at kópastovnarnir eru lokalir stovnar, tvs. at føroyski stovnurin til dømis ikki hevur samband við íslendska stovnin. - Men vit mangla upplýsingar um føroyska stovnin. Serliga [...] Men hóast hesa staðfesting fer NAMMCO ikki so langt sum at mæla til at áseta kvotu á stovnin. - Vit eru samd um at støðan er álvarsom, og at okkurt má gerast fyri at varðveita stovnin, sigur Kate Sanderson [...] Mammal Commission, varð stovnaður 9. apríl 1992. Limalond eru Ísland, Norra, Grønland og Føroyar, meðan Kanada, Japan, Russland og Danmark eru eygleiðarar. Uppgávan hjá NAMMCO er at granska, samstarva
liva við. Men tað eru ikki mong feløg í Norðurlondum, har upphæddirnar eru so stórar. Í Noregi er tað bara i Rosenborg, at spælararnir vinna so mikið nógv, og mín fatan er, at tað eru heilt fá feløg í Danmark [...] nýggjum royndum eru so smátt farnir at síggjast í føroysku feløgunum. Talan er um spælarar, sum eitt tíðarskeið hava verið fulltíðar yrkisspælarar í útlendskum feløgum, men sum síðani eru komnir aftur til [...] fulltíðar yrkisspælari eru, at hetta er eitt lív, sum krevur ógvuliga nógv av tær, bæði á ein og annan hátt, sigur Hans Fróði Hansen, og hann hevur einki ímóti at útgreina: ? Síðani vit byrjaðu beint eftir
hvør til sítt í 1967. Seinnu árini hava teir tó verið saman einstakar ferðir. Teir vóru og eru so væl umtóktir,at vit kundu nevnt teir Fab Five. At bera Faroe Boys saman við The Beatles er ikki nýtt. Kanska [...] Jógvan Sofus eru aftur fyri øll. Talan er um dygd. Tøkningurin í ÚF, Jón Svein Heinesen hevur reinsað eintak av plátu, ið var í góðum standi. Alt er gjørt digitalt, sjálvsagt. Og Faroe Boys eru nú digitaliseraðir [...] føroyskt! Ung sum eldri kenna vit nærum øll løgini á fløguni. Gekk tó og helt, at Heimkoman eisini taldist millum løgini, men so er ikki. Men bæði Tú og eg á ástartingi og Hví eru við. Og stuttligt var at hoyra