góðu Onnu. Vit royndu at krøkja okkum í vónina um, at møguliga fór vend at koma í, men so var ikki. Við deyðameini og á krossvegnum bórust leiðir sundur. Vónirnar brustu, -røddin var tagnað. Vit vóru mong [...] Onnu og Pálli av sælu og blídni fyri hvønn tann, ið har gongur at garði. Fáeinir gestir vóru komnir, tá Anna í stívasta stási, men í seinra lagi, -helt hon,- kom niður av loftinum, ynskti okkum vælkomin [...] Eisini eg fór til Onnu at biðja góða nátt. Takkaði fyri kvøldið og bað Jesus verða hjá henni. - Hann veri eisini hjá tær, svaraði hon og hugdi upp. Brosið var milt, eyguni djúp, og tey vóru gløgg. Orðini
Høvuðsorsøkin til, at vit øll hesi mongu ár hava havt slíkar fastlæstar meirilutaskipanir, er, at upprunaliga stýrisskipanarlógin frá 1948 ásetti nakrar knortlutar reglur fyri vali av løgmanni, og samstundis [...] útskrivast í fýra ára skeiðinum hjá Stórtinginum. Tí hava norðmenn fleiri ferðir havt stjórnarskifti í sama valskeiði. Í Danmark er tað næstan vanligt at hava minnilutastjórnir, tað er beinleiðis sjáldsamt við [...] Sambandsflokkin er galdandi, at teir hava ov nógvar serstøður, sum hvørva, um teir einsamallir skulu sita í einum landsstýri og samráða seg til ymiskar neyðsemjuloysnir. Um vit skuldu havt eitt tveyflokka minniluta
Felagsskapurin millum menn umborð á skipum – skipsmanningar – er ein slíkur, men vit, sum eru børn hjá monnum, ið hava verið nógv burturi, vita um annan felagsskap, sum kemur í ímillum konur teirra, ið [...] kommunur vórðu skipaðar, og Petur helt fram hetta valskeiðið og eftir at hava tikið eitt tørn afturat gavst hann við árskiftið 1974/75, tá hann ikki lat seg stilla uppaftur. Kendi onkran sum sat í forstanda [...] hendan skilagóða heiðamannin, sum ikki lat seg taka av bóli, líkamikið hvussu elementini rasaðu, tað veri seg í ódnarveðri á Hvarvinum ella aðrar staðir. Støðugt í javnvág, búgvin til at taka tær røttu a
Lítið vardi tað meg, tá vit tosaðu saman fríggjadagin, at hetta skuldi blíva seinasta samrøðan við teg her á fold. Vit mundu tosa saman í góðan tíma, tú av Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og eg uttan [...] ikki okkara. Vit síggjast aftur. Við kirkjugarðsins hvíta, fjálga lið, har troyttar lagnur finna sálarfrið. Har farnir vinir sova sælan blund, ein dag vit aftur seta teimum fund. Friður veri við minninum [...] var farin afturum, og at vit aftur kundu taka táttin upp við tónleikinum. Tú bað meg heilsa Eriku, og tú gleddi teg til pannukakurnar, ið eg faktiskt lovaði, at hon skuldi gera, tá nú tú og Jaspur skuldu
ótrúliga góð. Vit høvdu neyt, seyð, gæs, hønur, hund og kettu. Rossið Floru minnist eg eisini. Tá ið vit vóru í Havnardali í torvi, tá var gott at seta seg í hestavognin. Kavakvøldini plagdu vit at skreiða [...] Elias. Tit hava mist nógv. Má Harrin signa og varðveita tykkum. Tit vóru so sera væl um hann líka til tað síðsta. Gott at eiga tað lyftið, at vit skulu møtast aftur í Himli ein dag. Friður veri við minninum [...] ár. Tað var so stutt ímillum okkum bæði; vit vóru yngst av 4 systkjum. Vuksu upp úti í Perskonugøtu, har mamma og pápi festu búgv, beint innan fyri bøgarðarnar. Tá var langt heim í Havnina. Pápi okkara,
okkum eldru, tá næsta ættarlið vísir seg at taka við, og tað aftur ýður av børnum her um leiðir. Treyðugt so at hús ikki vera seld, fólk falla frá og onnur taka við, men vit og Jógvansa hús hava so verið góðir [...] fróðarfrólk, og hava mong fólk ávegis til okkara mangan steðga sera leingi við garðin hjá Jógvani at práta um lívsins mongu viðurskifti, ikki minst um søgu, mentan og ættarbond. Sjálvi hava vit havt so mangt [...] nær. Friður veri við minninum um Jógvan Petersen. P.S.Kendu vit Jógvan rætt hevði hann staðiliga frábiðið sær slíkan háva, tíansheldur umtalu, men tað verður hervið kortini gjørt; tað hava hann og hansara
Skipasmiðju at arbeiða. Tá ið skipasmiðjan læt aftur, fekst tú starv hjá Byggiservice á Skála, og har hevði tú tína gongd til fyrst í ?98; tá gjørdi tú av at fara aftur til skips. Vit kendu Hannus sum ein [...] sum Hannus hevði. Vit minnast Hannus sum ein, sum spreiddi gleði í heimi okkara, og vit fara at sakna hann nógv. Tú gavst okkum minnini, og tú gavst okkum tónleikin; hesum vilja vit aldri sleppa. Eg vil [...] fyri síðstu ferð. Aftaná at hava lokið 10. flokk, fór tú til skips við babba; hugurin mundi vera til sjógvin, tí at tú royndi títt umborð, og tú læs nógvar bøkur um fiskiskap, tá ið tú var í landi. Umframt
dag kennist, sum um vit hava ikki nógv eftir; tómrúmið í heimi okkara er stórt nú babba og Hannus eru farnir. Babba gjørdist 56 ár og Hannus 23 ára gamal; vit hildu, at vit fóru at hava tykkum hjá okkum í [...] mín var sjómaður burturav; sjógvurin var hansara eitt og alt. Líkasum vit onnur hava brúk fyri luft, so hevði babba brúk fyri sjónum Tá ið eg skuldi velja mær starv, segði babba altíð við meg: »Ongin verður [...] familjuna. Vit hava øll brúk fyri mati og drekka fyri at kunna halda áfram, og fyri babba var familjan at samanlíkna við júst hetta. Styrki hansara var grundfest í familjuni. Øll høvdu vit stóran týdning
tíð. Eg kom at kenna Asaf eftir at vit á heysti í 1963 fluttu til Søldafjarðar og blivu grannar hjá honum, Oslu og børnum teirra. At Asaf var ein góður granni komu vit at merkja við tað sama. Tríðmenningar [...] Helst var tað av somu grund, at vit systkjin sóu stórt í hesum manni og vóru ikki sørt stolt av at kenna hann og vera grannar hansara. Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi tá nýbygningarnir av Skála Skipasmiðju [...] a tíð. Sum hjá øllum teimum sum hava fingið lívsins gávu, og uppnáa at síggja lívssólina dala í vestri, so merktist eisini á Asafi, at hann gekk leiðina fedrarnir hava gingið, hvar ungdómsins og manndómsins
okkum. Vit minnast eisini tá vit vóru smágentur, tá tú kom aftur av skipi, altíð hevði tú okkurt við til okkum, dukkur, blíantar, bomm o.m.a. Áðrenn jól, tá vit tosaðu saman, vildi tú so gjarna hava okkum [...] tey. Tá vit ikki vóru har úti, so ringdi tú og spurgdi hvussu gekst við teimum, glaður var tú, tá tú fekk at vita, at tey høvdu tað gott. Vit minnast hvussu glaður tú var, tá beiggin endiliga kom, tá tit [...] hyggja eftur fótbólti saman við tær, mangan ringdi tú og vildi hava parabolina stillaða. Altíð blíður og í góðum lag, tá vit vóru komin út. Tá tú kom norður um at fáa tær drekkamun, hugdi tú inn um hurðina