beinkinum, tá ið B68 seinnapartin fer stutta teinin inn á Mýrarnar at dystast við grannarnar. Dagsskráirnar eru heilt ymiskar. Hjá NSÍ snýr tað seg um at halda tørn um heiðursmerkjaplássið og vóna, at tað [...] á pláss. Hjá NSÍ er Johan Jacobsen farin av landinum. Tað kemur væl við, at Einar Tróndargjógv nú er tøkur aftur, og at Betuel Hansen og Tobias Olesen eru komnir at hjálpa til. Sambært NSÍ heimasíðuni var [...] R. Petersen, Leivur Højgaard og Jóhannus Hansen eru burturstaddir, Kristian Anton Andreassen og Esmar Clementsen eru skaddir, Hákun Edmundsson er fluttur til Danmarkar, og Carlos Quintana Herrero er givin
B68 hevði aðalfun á Svangaskarði í gjárkvøldið. Greitt varð frá virksemi felagsins farna árið og roknskapur var lagdur fram, sum vísti eitt hall á 800.000,- krónur. B68 skrivar: Felagið kann gleðast um [...] Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar. Hallið kemur ikki [...] hava lið í bestu og næstbestu mansdeildini umframt at kvinnufótbólturin eisini er settur á stovn aftur. Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur og áðrenn aðalfundin
dystir í bestu deildini og hevur vunni ”The dubble” bæði við B36 og EB/Str. Í 2017-2020 var Fróði hjálparvenjari hjá Jákup Á Borg í B36. Fróði hevur eisini verið málmansvenjari í B36, og er í løtuni málmansvenjari [...] B68 boðar í kvøld frá, at Fróði Clementsen verður nýggjur hjálparvenjari hjá besta liðnum. B68 skrivar soleiðis: Fróði, sum býr í Hoyvík, er hálvur nesmaður. Mamman er av Nesi. Tað var í B68, at Fróði [...] at hildið fram sum hjálparvenjari, men av ymiskum orsøkum liggur tað ikki fyri. B68 takkar Jákupi fyri góða samstarvið og ynskir Fróða at vera vælkomnum.
Martin Olsen og Øssur Hansen frá, at teir fara ikki at halda fram á Svangaskarði. Teir hava í ár havt ábyrgdina av besta liðnum hjá B68, sum næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. B68 hevur ársveitslu [...] verður B68 við Súna Fríða Barbá millum mótstøðuliðini. Súni Fríði hevur tvey tey seinastu árini havt ábyrgdina av MB. Frammanundan hevur hann verið venjari í FC Hoyvík og 07Vestur, og í 2008 og 2009 hevði [...] hevði hann ábyrgdina av næstbesta B68 liðnum, sum tá spældi í 1. deild. Longu í 1992 var Súni Fríði við til at vinna FM heitið við B68, sum hann umboðaði í nógv ár. Og nú skal hann venja besta liðið hjá
aftur, og tað ivist eg ikki í, at vit fara at megna, sigur nýggi B68 venjarin. Ímóti Víkingi hevði André Olsen ábyrgdina. Hann var hjálparvenjari, tá ið Øssur Hansen var B68 venjari. Jákup á Borg var B36 venjari [...] venjari 2017 – 2020, og í 2019 og 2020 var André Olsen hjálparvenjari hjá Jákup á Borg. Nú fer samstarvið teirra millum at halda fram í B68. [...] Tað verður Jákup á Borg, sum verður venjari hjá B68. Í dag hava Ian D. Jacobsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, og Jákup á Borg skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Jákup á Borg verður venjari
B68 UNGDÓMSVENJARI Tað skal dúvast meiri upp á egið tilfar. Soleiðis hevur seinastu tvey árini ljóðað úr fleiri feløgum. Orsøkin hevur verið, at tað tykist vera strevið at kappast og bjóða og yvirbjóða [...] besta liðnum, og gongdin hesar seinastu mánaðirnar hevur bent á, at ungir toftadreingir fara at fáa uppaftur størri ábyrgd í kappingarárinum, sum liggur fyri framman. Sambært B68 heimasíðuni, b68.fo, hevur [...] stuðlunum í B68 miðverjuni. Hann hevur verið venjari hjá B68 dreingjunum í fleiri ár, og hann hevur tikið venjaraútbúgvingarnar, sum FSF hevur boðið út, umframt at hann hevur verið uttanfyri landoddarnar og fylgt
m. Í ár hevur Súni Olsen staðið á odda fyri besta liðnum hjá B68. Liðið bleiv nummar fýra í 1. deild og spælir sostatt aftur í næstbestu deildini komandi kappingarár. [...] B68 hevur í dag sett nýggjan venjara til besta mansliðið í felagnum. Talan er um ein vælkendan venjara í felagnum, nevniliga Bill McLeod Jacobsen. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari í kvøld. Bill [...] Bill McLeod Jacobsen er 43 ára gamal. Hann var venjari hjá B68 tíðarskeiðið frá 2006 til 2012, og í 10 ár fram til fyri einum góðum árum síðani hevur hann eisini verið venjari hjá føroyska U21-landsliðnum
verður fyrsta bríksl í oyggjauppgerðini í Sarpugerði millum Víking og B68. Toftamenn hava skift málverja. Í dag er Joakim Jurs í B68 málinum, meðan Rói M. Hentze er á beinkinum. Tað hevur vísti seg undir [...] Tann fyrri var síðsta sunnudag, tá ið Víkingur vann 6-0 á útivølli ímóti TB, og í dag er hann aftur leikbannaður. Víkingur – B68 kl. 15.00 Dómari: Eiler Rasmussen Víkingur: Sonni Højgaard – Bárður J. Hansen [...] Johansen, Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen B68: Joakim Jurs – Ari Johannesen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski, Hjalti Strømsten – Tonni J. Thomsen
Tað eru tekin í mánað og sól um, at B68 í kvøld fer at flyta upp úr næstbestu og í bestu deildina. AB, sum endaði á níggjunda plássi í bestu deildini og B68, sum endaði á fjórða plássi í næstbestu deildini [...] seg, er støðan 1-0 til B68. Tíggju minuttir undan steðginum eydnaðist tað B68 at leggja seg á odda. Talan var um fínt álop í vinstru, sum endaði við, at Óli H. Olsen legði innfyri, og mitt fyri málinum var [...] leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum setti bóltin í netið. Undan seinna hálvleiki eru fyritreytirnar einki serligar hjá AB. Seks minuttir eftir, at B68 legði seg á odda, varð ein av AB spælarunum
Fótbóltur B68 hevur takið á klaksvíkingum. Tað siga tølini. Í fyrsta umfari eftir summarsteðgin vann B68 1-0 í Klaksvík, og leygardagin var talan um endurtøku í nógva vindinum, sum lá upp á tvørs av vøllinum [...] halda bólin á jørðini og at spæla og ikki at sparka. Nógvir KÍ stuðlar høvdu leitað sær út á Svangaskarð, og teir noyddust til hús aftur við ongum. Stigini stakk heimaliðið avstað við, og spurningurin, hvussu [...] Mikkelsen bjargaði framúr væl, og eftir innlegg úr høgru stýrdi innskifti Jóan Símun Edmundsson bóltin á nærra stólpan. Eftir leiðslumálið royndi B68 at halda fram í sama lagi, og hóast KÍ spenti álopsbogan