B68 hevur í dag sett nýggjan venjara til besta mansliðið í felagnum. Talan er um ein vælkendan venjara í felagnum, nevniliga Bill McLeod Jacobsen. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari í kvøld.
Bill McLeod Jacobsen er 43 ára gamal. Hann var venjari hjá B68 tíðarskeiðið frá 2006 til 2012, og í 10 ár fram til fyri einum góðum árum síðani hevur hann eisini verið venjari hjá føroyska U21-landsliðnum.
Í ár hevur Súni Olsen staðið á odda fyri besta liðnum hjá B68. Liðið bleiv nummar fýra í 1. deild og spælir sostatt aftur í næstbestu deildini komandi kappingarár.