B68 hevur sett ungdómsleiðara

Fyrrverandi verjuspælarin á besta liðnum, Jóhannus Danielsen, hevur nú ábyrgdina av venjingunum í øllum teimum yngru deildunum á Svangaskarði

B68 UNGDÓMSVENJARI

Tað skal dúvast meiri upp á egið tilfar. Soleiðis hevur seinastu tvey árini ljóðað úr fleiri feløgum. Orsøkin hevur verið, at tað tykist vera strevið at kappast og bjóða og yvirbjóða fyri at fáa fatur á teimum góðu og bestu spælarunum.
Eitt av feløgunum, sum tey seinastu árini hevur arbeitt miðvíst við at betra um fyritreytirnar hjá yngru liðunum, er B68. Toftamenn góvu í fjør fleiri ungum spælarum møguleikan at vísa síni evni á besta liðnum, og gongdin hesar seinastu mánaðirnar hevur bent á, at ungir toftadreingir fara at fáa uppaftur størri ábyrgd í kappingarárinum, sum liggur fyri framman.
Sambært B68 heimasíðuni, b68.fo, hevur Tofta Ítróttarfelag nú tikið enn eitt stig fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum yngru. Felagið hevur sett ein ungdómsleiðara. Talan er um Jóhannus Danielsen á Toftum. Hann hevur fingið ábyrgdina av øllum ungdómsarbeiðnum á Svangaskarði. Tað vil siga, at hann skal útvega skikkaðar venjarar til yngru deildirnar, hann skal vegleiða venjarunum og geva teimum íblástur, og tað er eisini hansara ábyrgd at syrgja fyri, at neyðuga altíð er tøk í sambandi við ungdómsvenjingarnar.
Jóhannus Danielsen var seinnapartin av áttati og fyrrapartin av níti árunum ein av stuðlunum í B68 miðverjuni. Hann hevur verið venjari hjá B68 dreingjunum í fleiri ár, og hann hevur tikið venjaraútbúgvingarnar, sum FSF hevur boðið út, umframt at hann hevur verið uttanfyri landoddarnar og fylgt við í venjingum. Eitt nú hevur hann meiri enn eina ferð verið uttanlands saman við Jann Inga Petersen, tá ið hesin hevur royndarvant.
Á b68.fo sigur Jóhannus Danielsen, sum er 38 ára gamalur og dagliga er grannskoðari hjá Rasmussen & Weihe, at hann longu er farin til verka. 28. februar verður venjaraskeið á Svangaskarði. Talan er um fyrsta part av trimum í grundútbúgving. B68 formaðurin, Niclas Davidsen, sigur, at tey seinastu árini hevur felagið havt gott fólk at taka sær av venjingunum í yngru deildunum, og at hann sær tað, at teir nú hava sett ein ungdómsleiðara, sum framhald í góðu gongdini, sum hevur verið á hesum økinum tey seinnu árini.