B68 hevur takið á AB

Eftir fyrra hálvleik er 1-0 til B68 ímóti AB, sum hevur mist ein mann

Tað eru tekin í mánað og sól um, at B68 í kvøld fer at flyta upp úr næstbestu og í bestu deildina.

AB, sum endaði á níggjunda plássi í bestu deildini og B68, sum endaði á fjórða plássi í næstbestu deildini, spæla í kvøld á Tórsvølli um eitt pláss í bestu deildini.

Nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan 1-0 til B68.

Tíggju minuttir undan steðginum eydnaðist tað B68 at leggja seg á odda. Talan var um fínt álop í vinstru, sum endaði við, at Óli H. Olsen legði innfyri, og mitt fyri málinum var Andri Benjaminsen leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum setti bóltin í netið.

Undan seinna hálvleiki eru fyritreytirnar einki serligar hjá AB. Seks minuttir eftir, at B68 legði seg á odda, varð ein av AB spælarunum vístur av vølli, tá ið dómarin, Petur Reinert, vísti honum beinleiðis reytt kort.

Tað var Gilli Róason, sum mitt á vøllinum royndi at takla Bárð Ó. Jensen. Hann rakti inn á innara øklaknútin á vinstra fóti, og so var einki at rafla um hjá dómaranum.