jólagávu frá býráðnum í ár. Og tað er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald nú í desember mánað. Meirlutin í Vágs Býráð sigur í eini fráboðan í kvøld, at í samband við at Vágs kommuna hevur fingið væl meira [...] kommuna fer at fáa eina fimm milliónir krónumeira inn enn mett var frammanundan, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini. Levi Mørk sigur, at tí hevur meirlutin hjá Vágs býráð gjørt av, at einki
friði. Men tá vandin er so stórur sum í dag, ber illa til at vera uttanveltaður. At vera uttanveltaður er at vera uttanfyri. Og tá er lætt at gera sær dælt av einum landi sum okkara. Tí um NATO ikki verjir [...] eiga at vera trygg. Bæði á løgtingi og fólkatingi skal eingin ivi vera um, at vit eru partur av demokratiska vesturheiminum. Tað er tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Og tí er tað trygt at velja
um”, sigur Bergun Kass. Hon sigur eisini, at almennar skipanir eru til fyri fólkið og ikki øvugt. Hon heldur, at Løgtingið eigur at ganga á odda, soleiðis at eldraøkið í øllum landinum verður tíðarhóskandi [...] tíðarhóskandi, dagført og langtíðartryggjað - hetta eigur Løgtingið at taka upp við kommunurnar. Hon vil arbeiða fyri, at almennar skipanir - sum skulu tæna fólkinum - virka væl, eru einfaldar, lætt atkomuligar [...] atkomuligar og soleiðis sum fólkið vil hava tær. Hon fer framhaldandi at vísa á bústaðarviðurskifti og hvussu almenn og privat finna loysnir, bæði hvør í sær og saman.
Tí verður mett úr Klaksvík, at tað er av stórum týdningi at seta rætta venjaran. KÍ vann meistaraheitið í ár við 77 stigum av 81 møguligum. Tað er met. Tað eydnaðist tó ikki at vinna steypakappingina, og [...] Leiðslan hjá KÍ hevur sett eina innbjóðing til fjølmiðlarnar, har tað verður boðað frá, at felagið klokkan 17.30 í dag fer at kunngera hvør er nýggjur venjari í felagnum. Eftir átta ár í Klaksvík, bleiv Mikkjal [...] felagnum hevur verið at vunnið seg í eitt bólkaspæl í Evropa. Hetta kann ein nýggjur venjari so framvegis royna eftir. Tað verður einki sagt um hvør tann nýggi venjarin er. Tað hevur ljóðað, at KÍ hevur leitað
síðani kemur hann aftur til Føroya. Tá fer hann at hjálpa Smyrli at føra farm ímillum Suðuroynna og Havnina. Virkandi stjórin sigur, at tá fer Herjólfur at sigla fýra dagar um vikuna, týsdag, mikudag, hósdag [...] var ein partur av avtaluni, at hann skuldi yvir til Ísland í oktober at loysa eina ferju av, sum fer í dokk. Jóhan Petur Abrahamasen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Herjólfur verður verandi
Sambandsflokkurin gongur inn fyri, at Føroyar hava ein virknan uttanríkis- og trygdarpolitikk. Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at virka fyri, at vit verða hoyrd í øllum málum, sum viðvíkja [...] Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at samstarva við eina komandi danska stjórn um uttanríkis- og trygdarpolitikkin, og fer áhaldandi at minna donsku politisku skipanina um tey føroysku [...] Grønlandi og donsku stjórnina, og okkara ynski er, at eisini uttanlandsnevndirnar í teimum trimum londunum skulu samstarva meira. Tað fara vit millum annað at virka fyri á Fólkatingi. Helgi Abrahamsen valevni
gjárkvøldið varð boðað frá, at bilar stóðu fastir ymsastaðni, eitt nú eystan fyri Norđskálatunnilin. Løgreglan sigur, at í nátt og í morgun hava fleiri fólk ringt at boða frá, at tey standa føst í kavanum [...] kavanum í bilum ymsastaðni. Men har er ikki nógv at gera uttan at bíða til fólkið frá Landsverki fær grivið tey leys aftur. Landsverk sigur í morgun, at tað er hált um alt landið. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum
um at finna fleiri á lívi eru fánaðar. Í Kreml søgdu tey í gjár, at álopið var ein avleiðing av ukrainskum loftverjurakettum, men hetta verður afturvíst av bretska verjumálaráðnum. Bretar siga, at íbú [...] Bretska verjumálaráðið sigur, at Russland av órøttum hevur givið Ukraina skyldina fyri rakettálopið á íbúðarbygningin í Dnipro. Higartil er staðfest, at umleið 40 fólk lótu lív í álopinum. Mong eru løstað [...] býnum, Krementsjuk, hin 27. juni í fjør. Niðurstøðan hjá bretska verjumálaráðnum er, at russar hava størri trupulleikar at raka mál við langtrøkkandi rakettum enn áður hildið.
burtur, so at Føroyar í størri mun kunnu røkja síni áhugamál úti í heimi. - Eg gjørdi vart við, at skiftandi landsstýri ferð eftir ferð hava víst á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, men at tað gongur [...] gongur seint at fáa framt hesar broytingarnar. Okkara mál er enn sum áður at vinna Føroyum størri uttanríkispolitiskt rásarúm á økjum, vit sjálvi hava ábyrgdina av. Okkara uttanríkispolitisku áhugamál eru [...] hevur, tí millum annað ræðið á handils- og fiskivinnupolitikkinum er flutt til ES. Tað er einaferð so, at vit í Føroyum best umboða okkara áhugamál úti í heimi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Føroya Fiskimannafelag vita tey í dag at siga, at úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoy nú er greitt. Tá freistin at stilla upp til valið var úti, varð greitt, at tað bara vóru tvey valevni, sum bjóðaðu [...] úrslitið, sum vísir, at 90 limir hava atkvøtt. * 50 atkvøður fóru til Per á Sýnini - og 38 til Jonhard Danielsen. Tvær atkvøður vóru ógildugar. Í Føroya Fiskimannafelag siga tey, at nýggja setan hjá sý [...] Søldarfirði stillaði eisini upp til sýsluformansvalið. Atkvøðuseðlarnir vórðu sendir út, og freistin at atkvøða var í gjár, hin 30. januar 2023. Limirnir, sum høvdu atkvøðurætt, skuldu senda atkvøðuseðlarnar