Per á Sýnini afturvaldur

Av 90 limum, sum atkvøddu, vildu 50 hava Per á Sýnini afturvaldan, og 38 vildu hava Jonhard Danielsen sum nýggjan sýsluformann. Tvær atkvøður vóru ógyldugar.

Í Føroya Fiskimannafelag vita tey í dag at siga, at úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoy nú er greitt.

 

Tá freistin at stilla upp til valið var úti, varð greitt, at tað bara vóru tvey valevni, sum bjóðaðu seg fram.   

 

Per á Sýnini í Runavík stillaði uppaftur, og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillaði eisini upp til sýsluformansvalið.   

 

Atkvøðuseðlarnir vórðu sendir út, og freistin at atkvøða var í gjár, hin 30. januar 2023. 

 

Limirnir, sum høvdu atkvøðurætt, skuldu senda atkvøðuseðlarnar inn til Grannskoðaravirkið NUMO, sum hevur staðið fyri uppteljingini.

 

Grannskoðaravirkið hevur nú sent Føroya Fiskimannafelag úrslitið, sum vísir, at 90 limir hava atkvøtt.  

 

* 50 atkvøður fóru til Per á Sýnini  - og 38 til Jonhard Danielsen. Tvær atkvøður vóru ógildugar.

 

Í Føroya Fiskimannafelag siga tey, at nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar hin 1. februar 2023.

 

##med2##

 

 

 

Per á Sýnini heldur fram sum sýsluformaður í Eysturoy.