Fleiri bilar hava staðið fastir

Tað eru ring koyrilíkindi nógva staðni í morgun

Tað hevur verið bæði kavi og hált í gjárkvøldið og í nátt – og tað er tað framvegis. Tað hevur elvt til trupulleikar í ferðsluni og lingu í gjárkvøldið varð boðað frá, at bilar stóðu fastir ymsastaðni, eitt nú eystan fyri Norđskálatunnilin.

 

Løgreglan sigur, at í nátt og í morgun hava fleiri fólk ringt at boða frá, at tey standa føst í kavanum í bilum ymsastaðni. Men har er ikki nógv at gera uttan at bíða til fólkið frá Landsverki fær grivið tey leys aftur.

 

Landsverk sigur í morgun, at tað er hált um alt landið. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum og á Elduvíkarvegnum, og tað er heldur ikki koyrandi til Skælings. Annars eru tað vánalig koyrilíkindi, frá við Streymin og norður til Tjørnuvíkar. Tað er eisini kalt nógvastaðni, trý fýra kuldastig fleiri staðni og onkustaðni niður í fimm ella seks kuldastig.