gøgnini, sum Havnarskrivstovan brúkar og umsitir fyri Runavíkar kommunu. Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at ein inntøka, sum hvarv við heimsfarsóttini covid-19 og hevur havt ilt við at koma fyri seg aftur [...] heitt á havnina um keipláss í 2024. Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu - www.runavik.fo - verður víst til stabbamynd, sum sýnir gongdina eftir kommunusamanleggingarnar í 0-unum, og á aðrari mynd verður víst [...] ógviliga ymiskari ferðslu, verður lagt aftrat. Í Runavíkar kommunu verður víst á, at síðan havnirnar vórðu lagdar saman, hava inntøkurnar og nettovinningurin í 18 ár verið ávikavíst 247,683 og 99,127 miljónir
loyvi at hava opið til klokkan 3.45 sum eina vanliga sunnunátt, og løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum. Hóast skeinkistøðini høvdu loyvi at hava opið, høvdu tey kortini ikki loyvi [...] rættiliga friðarligt, og sum heilt var eisini gott skil á allastaðni. Tey gjørdu nógv burtur úr at vera í býnum og ansa eftir, men tey høvdu ikki nógv at gera av nøkrum, sum kundi setast í sambandi við ófrið [...] nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Heilt nógvir bilar vórðu steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir. Men tað var ein bilførari, sum var tikin í gjár, ikki. Hann misti tamarhaldið á bilinum og fór
øldini var í 2009, tá 153 sethús vórðu seld, og metárið var 2015, tá 398 sethús vórðu seld. Minkingin tey síðstu tvey árini hevur verið um alt landið, men var serliga stór uttan fyri tórshavnarøkið. Mi [...] sølan vaksin javnt og samt øll árini fram til 2015, ið er metár við 398 sethúsasølum. Eftir hetta minkaði sølan nógv tey næstu fýra árini, men vaks so aftur til tað næstmesta í 2020. Síðan er hon aftur [...] stórum bygdum úr 1,2 mió. kr. til 2,2 mió. kr. – ein vøkstur á 81%, og í smærri bygdum vaks miðalprísurin úr 1 mió. kr. til stívliga 1,8 mió. kr. – ein vøkstur á 75%. Kelda til upplýsingarnar: Føroyskur
Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat tey gera fyri at bøta um støðuna hjá føroyskum fangum, sum verða sendirt til Danmarkar at sita. Í hesum sambandi spyr hon hví føroyskir fangar [...] Føroyum, verða sleptir út aftur á gøtuna í Danmark, theldur enn at verða fluttir heim aftur til Føroyar, har teir vórðu handtiknir. Hon spur eisini, hvussu landsstýrið tryggjar sær, at føroyskir fangar fáa virðiliga [...] donskum fongslum. Føroyska kirkjan hevur júst sett ein prest, sum ferðast til Danmarkar fimm ferðir um árið og samrøðurnar við hvønn fanga vara í umleið ein tíma. Megna Títt Lív er ein skipan hjá Almannaverkinum
gina at vera adresseraða til Tvøroyrar Býráð, tí hon ikki var send til felags teldupostin. Tí stóð øllum frítt persónliga at velja, um tey høvdu hug at luttaka ella ikki. Tey, ið valdu at koma á fund, [...] hví tey ikki kundu koma á fund, men tey vístu heldur ongan áhuga fyri at finna eitt annað tíðspunkt, ið lá betri fyri. Á hesum fundi fingu vit so høvi at spyrja tey uppmøttu, hvørjar visjónir tey hava [...] senda innkallingina til allar býráðslimir, tí at boð, ið komu til felags teldupostin av onkrari orsøk høvdu ilt við at røkka øllum býráðslimum! Tískil sendu vit fundarinnkalling til allar býráðslimir á
fullum fólki. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava tey verið noyddir til at taka allar fýra brummurnar á løgreglustøðini, í brúk til full fólk, sum tey hava verið noydd at taka við sær á støðina – Vit hava [...] liggjandi á støðini í nátt, sigur løgreglan. Allir fýra menninir eru útlendingar, sum vóru komnir til Føroya at arbeiða. Ein av teimum er sleptur út aftur. Tað var ein maður, sum varð handikin, tí hann [...] eina førinum var talan um ein mann, sum var blivin so dýrandi fullur á einum skeinkistaði í Havn, at tey ringdu at fáa løgregluna at hjálpa teimum at fáa hann út. Løgreglan mátti taka hann við sær og hann
døgum á sjónum, samsvarnadi 1.822 persóndagar (persóndagar = talið av manning faldað talið av døgum til skips). Felags fyri hesar skipabólkar var, at teir bert høvdu eina manning og onga skipan fyri frítúrar [...] spurnabløðum. Dátur um svøvn og tyngd (tyngd = sleepiness) skrásettu luttakararnir í dagbókum, sum vórðu førdar allan túrin. Tyngdin skuldi skrásetast minst annanhvønn vøkutíma á einum skala frá 1-9 (1 = [...] larmur ávirkar møðina. Harumframt loggaði eitt gyroskop skipsrørslu á tveimum planum: rull frá síðu til síðu og aftur og fram. Veðrið og fiskiskapur vóru skrásett dagliga. Kognitiva ávirkanin á møði varð
kanska var frægari, um vegirnir vórðu fluttir eitt vet til høgru ella til vinstru, um tað var neyðugt at leggja tjarnirnar undir í gróti, ella hvørji atlit áttu at verið tikin til títt lívmargfeldi. Tá loysnirnar [...] seg út yvir víkirnar og fjøruna. Men tjøldrini søkja eisini til hesi støð. Tey leita sær føði og hvíla á strondum og í fjøruni, tá ið tey koma til landið. Halda vit fram at minka um fjøruumhvørvið við slíkari [...] loysnir, vit fremja, heldur tvørturímóti. Tað ber ikki til at fremja grønan orkupolitikk uttan at taka atlit til náttúruna. Um atlit ikki verður tikið til lendið og lívfrøðiliga margfeldið rundan um ætlaðu
skundaðu fólk sær til hús aftur. Men í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni, tí fólk vóru komin til ilnar heima við hús. Løgreglan royndi at mekla, men tá ið tað miseydnaðist tóku tey annan partin við [...] eisini kannað ferðsluna og har varð ein bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi. Men upp aftur verri var, at tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning. Eitt óhapp [...] dekk og at bilførarin var edrúur. Annars vóru tey eisini og kannaðu ferðsluna á Glyvursvegi, sum gongur úr Havn, um nýggju brúnna um Sandá og heilt niðan til skúlan á Argjum. Har er bara loyvt at koyra 50
varð støða tikin til, at tað skuldi vera Kvinnuhúsið sum skal umsita móttøkuhúsið fyri tey, sum eru fyri harðskapi. Í hesum sambandi varð eitt fólk sett í starv í novembur og samstundis vórðu fleiri høli [...] væntandi, at nakað skal til av pengum afturat. Eitt nú mugu starvsfólkini útbúgvast betur, ein alarmskipan má fáast til vega, og tilboðini um sálarfrøðiliga hjálp til tey, sum eru fyri harðskapi [...] móttøkuhús til fólk, sum hava verið harðskapi. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri í ár. Endamálið við einum slíkum móttøkuhúsi er, at tey, sum