ein stoltleika at byggja sín egna bústað, veksur talið av fólki, ið als ikki hava møguleikar til tess! Hetta kann vera lætt hjá teimum, ið settu búgv fyri meir enn 5-10 árum síðani at siga. Í dag er søgan [...] verður tá 2,79 mió. Fyri at fáa eitt tílíkt lán skal samlaða ársinntøkan vera minst 930.000 kr – ein triðing av láninum. Sostatt skalt tú út frá hesum roknistykkinum hava eina inntøku uppá 77.500 krónur um mánaðan [...] heima, hava møguleika til tess, og ikki eru noydd at fara av landinum fyri at taka eina útbúgving, sum kann takast í Føroyum, einans orsakað av bústaðartrupulleikum. Hvussu koma vit hesi kreppuni til lívs
framúr vøkur. Í stovuni í teimum elligomlu húsunum úti á Válinum hongur eitt teppi við mynd av Risanum og Kellingini, og í ytru stovuni hongur eitt - fyri hana - meira heimligt motiv, nevniliga Heygadrangur [...] Ein av teimum, sum hevur verið við á báðum undanfarnu framsýningunum, og sum eisini er við í ár, er Hallfríð Isaksen úr Vestmanna. Hallfríð ger veggjateppir, og hon hevur eftir sera stuttari tíð fingið [...] Henda spurningin settu við Hallfríð. ? Eg haldi, at eg altíð havi havt hug at seyma, og tá hugurin er til staðar, tá er tað torført at lata vera. Men hevur tú so fingist hetta slagi av seyming í loyndum
varð róptur, heim, so jarðarferðin kundi verða hildin í heimbýnum. Heim, var tó so nógv sagt. Hóast abbin átti ein triðing av sitrónmarkunum í Florida og húskið var múgvandi, doyði mamman av drukk og pápin [...] pápin tók seg av døgum, tá Gram var 13. Árið eftir stakk hann av. Fosturpápin, ið bar navnið Parsons, var tað, ið vildi hava kistuna heim. So varð og heimleiðin varð løgd um altjóða flogvøllin í Los Angeles [...] men er av liljuættini, Yucca brevifolia. Sigst, at tá mormonar miðskeiðis í 19. øld fóru um Colorado ánna, góvu teir trænum bíbilska navnið. Fyrimyndin var Jósva, sum við opnum ørmum signar teimum landið
gomul) og Jógvan sonurin, sum lat lív av vanlukku á skipi í bestu árum. Vit eru øll partur av okkara samtíð. Hjørdis eyðvitað eisini av sínari. Nú eru ikki so nógv eftir av hennara ættarliði og hugburði, og [...] restaðu bert fýra ár í tey hundrað, nú hon mett av døgum skjeyt foldarhamin. Nevni hennara langa æviskeið, tí tað vóru so nógv fólk og fylgdu, hóast fáir av javnaldrunum eru eftir á lívi til at sýna henni [...] konu og góðum minnum um hana og Hákun farvæl. Hon var eitt slag av fólki, sum nú fækkast í tali. Tann tíðin, hon umboðaði so nógv gott av, eru um at verða søga. Ein so gott sum full kirkja bar boð um, at
nóg mikið av peningi, í mun til tann Chinatown, vit sóu í Malaysia, har alt var meira fátæksligt, og á ein løgnan hátt meira ektað. (Ikki tí, gott hjá teimum í Singapore at hava nóg mikið av peningi). [...] bert, meðan tær eru heilt ungar, og um tær eru góðar dansarinnur, fylgir hetta teimum restina av lívinum, og gevur teimum stóra virðing millum fólk. Tað mest spennandi var tó aftaná hendan dansin; tað [...] Hetta vóru nakrir av áskoðarunum, ið heldur ikki tímdu at troðka í hitanum, sera glaðir fyri, og einaferð, tá Allan tók videotólið niður, vórðu armarnir bara trýstir uppaftur av teimum. Hetta var teirra
Vesturvón og fiskar við teimum túrin liðnan og teir kom heim í november mánað. Vesturvón var eitt av teimum nýggju línuskipum, sum komu til Føroyar seinast í 50-unum. Hann varð avloystur av trolaranum Vesturvón [...] sakk nakað seinni. Tað er nokkso sjáldsamt, at ikki færri enn sjey av teimum skipum, sum Hilmar hevur verið við, eru forlist, trý av teimum við mannskaða. Hann var tó sjálvur bert við at forlissa eina ferð [...] hann kom heim í feriu í seks vikur. Fosturmamman fylgdi honum til Keypmannahavnar, og hann kom heim við Sleipner. Kahúttsjomfrúin ansaði eftir honum umborð. Hann var sera spentur at koma heim, men hann
náttúrligur partur av lívinum, kom til okkara, og ongin kennir søguna betri enn vágafólk: Fyrst komu flogfør, ið settu seg á sjógv og vøtn Stríðsárini komu flogvøllur og flogfør, sum settu seg millum fjøllini [...] 365 mill. krónur. Eina góda triðings milliard. Fíggingin er úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar. Hesin grunnur hevur verið og er framhaldandi virðismikil fyri útbyggingina av Føroya landi. Tey, sum kenna [...] kenna søguna hjá grunninum, kenna eisini týdningin av at samstarva við onnur enn okkum sjálv. Tað er ikki heilt av leið at seta spurningin: Hví ynskja Landsstýrið og Løgtingið at longja flogvøllin - at nýggj
víðagitna bygningsverkið, Harpan, alment tikin í nýtslu. Harpan er eitt risa konsert- og opreahús, ið upprunaliga var ein partur av einari størri bygningsætlan, sum orsakað av búskaparliga kollapsinum í Íslandi [...] millum alt stríðið við torvinum, og so bert at trýsta á ein knøtt! Eitt dømi um týdningin av hesum er vasking av klæðum. Fyrsta eg minnist var alt gjørt við handamegi, eisini uttandura. Fyrst skuldu klæðini [...] drekkamunn á rættini. Tá liðugt var á rættini komu øll heim at fáa sær døgurða, omaná var lagkøka og kaffi. Hetta var ein høgtíðsdagur burtur av. Keyptu ikki døgurðamat Tað vóru ikki pengar millum fólk
var nakað nógv av vindi av suðri. Tá ið teir høvdu drigið um tveir triðingar av línuni, høvdu teir fingið 16 fiskar í part, og báturin var passaliga løddur eftir viðurskiftunum. Teir settu tá boyu á línuna [...] dømis verið lýstur ein partur av søguni hjá Kristiani Djurhuus, løgmanni. Hetta er stórt sæð alt tilfar, sum ikki hevur verið alment frammi fyrr. Tí hevur tað verið væl umtókt av nógvum. Ofta hevur verið spurt [...] Báturin holvdist, men tað eydnaðist nøkrum av monnunum at koma upp á kjøl. Men báturin fór runt fleiri ferðir, og hvørja ferð hvarv onkur av teimum. Tann, sum helt longst á, var Julius, sum tríggjar ferðir
mannarættindafelagsskapir, og onnur hava verið noydd at hjálpa teimum, og í løtuni verður roynt at útvega teimum pening so tey sleppa av landinum. Fortíðin spøkir Tað er fortíðin hjá argentinska manni [...] størsta álvara og settu seg tí í samband við danska sendiharran í Buenos Aires. ? Eisini hann tók málið í størsta álvara og setti seg í samband við guvernørin um trygdina hjá teimum. ? Úrslitið av tí var, at [...] fleiri ferðir hesar seinastu mánaðirnar eru hótt av ókendum fólki í telefonini. Hesar hóttanir verða tiknar í so stórum álvara, at politisar halda vakt yvir teimum alt samdøgurið, og báði danska sendistovan